Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Løg­tingsgrannskoðararnir eru komnir upp í málið um fíggj­ar­viðurskiftini á Strand­ ferðsl­uni. Rundan um jólini kom und­an kavi, at ivi var um fíggj­ar­ligu viðurskiftini og at hall­ið hjá Strandferðsluni í fjør kanska var størri enn tað sá út til at vera. Tilskil varð uttanhýsis grann­skoð­ari settur at gera ein rokn­skap, samstundis sum nýggj­ur stjóri varð sett­ur. Men Løgtings­grann­skoð­ ar­ar­nir vilja nú hava full greiði á, hvat er farið fram í­mill­um Strandferðsluna og Lands­stýr­is­mannin í vinnu­ mál­um. Reimund Langgaard, ting­ mað­ur fyri Sambandsflokkin, er formaður fyri løg­tings­ grann­skoð­ar­ar­nar og hann vátt­ar fyri www.in.fo, at teir hava tikið málið upp. – Í fyrstu syftu hava vit bið­ið um tann grannskoðaða rokn­skapin fyri í fjør, sum utt­an­hýsis grannskoðarin er í ferð við, sigur Reimund Langgaard. Tá ið løg­tings­grann­skoð­ ar­ar­nir hava fingið hann, fara teir at kanna viðurskiftini gjøll­igari. – Í hesum sambandi ætla vit at kanna eftir, hvussu sam­skift­ið hevur verið í­mill­um lands­stýr­is­mann­in í vinnumálum og Strand­ ferðsl­una. Reimund Langgard heldur ikki, at tað er nøktandi, at tað tek­ur fleiri mánaðir at fáa slík­ar upplýsingar undan kavi, tí slíkir upplýsingar eiga at verða tøkir so hvørt. Reimund Langgard sigur, at grann­skoð­ararnir vilja hava at vita, hvat Johan Dahl í veru­leik­a­num visti um fíggj­ar­støðuni hjá Strand­ ferðsl­uni. – Hevur Johan Dahl vita um fíggj­ar­støð­una hjá Strand­ferðsl­una og hev­ur hann bara latið staðið til, er tað eitt mál fyri løg­tings­ grann­skoð­ar­arnar, sigur Reim­und Langgaard. Hann hugsar her um at fáa greiði á, um Johan Dahl visti – ella átti at vitað – at játt­anin til Strandferðsluna ikki fór at halda, uttan at gera nakað við tað, tað vil siga, utt­an at seta sparingar í verk á Strand­ferðsluni, ella utt­an at biðja Løgtingið um eyka­játtan til stovnin. – Er tað støðan, er tað ein trup­ul­leiki, sigur Reimund Langgaard. Men hvat heldur tú sjálv­ ir, er tað ein so stórur trup­ ul­leiki, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri lands­stýr­is­ man­nin? – Tað er í øllum førum ein trup­ull­eiki og nú mugu vit fyrst, hvat úrslitið verður, sigur Reim­und Langgaard. Hann sigur, at Løg­tings­ grann­skoð­ar­ar­nir kunnu ikki taka nakra avgerð. – Vit kunnu lýsa málið og vit kunnu leggja upp­lýs­ing­ar­ nar fyri Løgtingið. Vit kunnu vísa á viðurskifti, sum kundi ver­ið handfarin øðrvís og vit kunnu vísa á viðurskfti, sum ikki eru handfarin nógv æl. Vit kunnu eisini átala og geva løg­ting­inum eitt tilmæli. – Men hvat hendir í mál­i­ num, avgerð Løg­ting­ið eins­ a­malt, sigur formaðurin fyri Løg­tings­grann­skoð­ar­a­r­nar, sig­ur Reimund Langaard. Hvat visti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í veruleikanum um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni. Tað vilja grannskoðararnir hjá Løgtingin­ um nú hava at vita Rigmor Dam, løgtingskvinna Eirikur Lindenskov – Tað hevur leingi verið trupult at finna valúrslitini frá seinasta løgtingsvali á netinum. Í løtuni finnur tú bert eitt sett av skannaðum skjølum undir heimasíðuni hjá Elektron, har nøkur av valúrslitunum eru skrásett, men ikki úr øllum bygdum. Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna hjá Javn­ aðar­flokkinum, sum nú spyr landsstýrismannin, um varð­ ar av økinum, hvørjar ætlanir eru um at savan, talgilda og leggja út á netið savnaðu før­ oysku valúrslitini frá fólka­ tings, løgtings- og komm­ unu­valum. Hon vísir á, at tørvur er á einum savnaðum, tal­gild­ um, yvirliti yvir valúrslit frá øllum valum, bæði fyri flokkar, persónligar at­kvøður, valdømi/bygdir frá øllum løgtingsvalum, fólka­tings­ valum og kommunuvalum. – Valúrslit eiga at verða virðiliga handfarin og væl og virðiliga almannakunngjørd. Tey eru ítøkiliga úrslitið fólka­ræðinum, har fólkið velur síni umboð á tingi, bý- og bygdarráð og á fólkatingi, tí eigur fólkið eisini at hava lætta atgongd til tølini. – Í løtuni ræður tilvildin. Nøkur úrslit liggja á heima­ síðuni hjá Løgtinginum, nøk­ ur á gomlu heimasíðuni hjá Kringvarpinum (sum ikki riggar), nøkur hjá Hagstovuni og nøkur hjá Elektron, sigur Rigmor Dam, sum heldur, at við dagsins tøkni er upplagt, at valúrslit verða savnað í einum databasa á almennari heimasíðu, har borgarin kann leita, samanbera úrslit osv. – Alt, slíkt, sum nýggja tøknin lættliga letur upp fyri við einum einføldum data­basa. Seinastu mongu árini hava valtøl annars altíð ligið á heimasíðuni hjá Kring­varpinum. Og verð­ur farið inn á heima­síð­una hjá fyrrverandi Inn­lendis­mála­ ráðnum at leita, so verð­ur eisini víst – við eini inter­net­ slóð – til heimasíðu Kring­ varp­sins. Men tann leinkjan er ikki aktvi. Síðani Kringvarpið fekk nýggja heimasíðu, hava hag­ tølini yvir valini ikki verið tøk – men nú fáa vit so at vita, hvørjar ætlanir avvarðandi landsstýrismaður hevur – ella um varðveitslan av úr­ litinum bara verður latin upp til tilvildina, um onkur í Kringvarpinum vil kunngera úrslitini. Grannskoðararnir seta kikaran á Johan Dahl Valúrslit, sum altíð hava verið tøk á heimasíðuni hjá Kringvaprinum, eru ikki tøk longur. Nú vil tingkvinna hava at vita, hvørjar ætlanir eru við at kunngera valúrslit Vil almannakunngera valúrslit