Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Pína hevur nógv andlit og kennist ymisk. Felags fyri okkum menniskju er, at vit fyrr ella seinni øll koma at kenna pínu. Hetta er ein partur av lívinum sum ikki slepst undan. Í blaðnum Helse skrivar dani, ið kallast Kresten Kay, eina rímiliga áhugaverda frásøgn um pínu. Meditatión í Nepal - Tað er kalt. Hetta er ein vát­ur og slavin mongun í einum kleystri í Nepal. Eg havi ófatiliga ilt í rygginum. Ein vika við ”meditatión” í sitistøðu við rættum ryggi. Hetta er trupult fyri ein dana sum er vanur við sofur og bleytar pútur. Munkarnir siga mær, at eg bara skal hugsa um mín andadrátt og síð­an fylgja við, hvussu pín­ an broytist. Tað kunnu teir saktans siga, tí teir hava ong­ antíð upplivað eina bleyta sofu og gleðina við at sita í eini slíkari. Víðari verður greitt frá, at pínan bæði svíður og brennur og flytir seg frá lendum, niður í bein og eftir rygginum. – Eg havi hug at skríggja, men verið sitandi og hugsi um mín andadrátt. Knappliga fer pínan í bakgrundina og gerst ein partur av upplivingini og meditatiónini, men er ikki meir í fokus. Hetta er ein fríandi kensla, men tað tók eina viku, at røkka so langt. Sálarligt helviti Kresten Kay greiðir frá eini aðrari hending, sum fer fram eitt lýtt seinsummarkvøld í Danmark. – Daman hjá mær hevur júst fortalt mær, at hon hev­ ur verið mær ótrúgv kvøld­ið fyri. Heimurin rundan um meg smellur saman í ein­ um. 30 sekund seinni havi eg blakað damu mína út úr okkara íbúð. Eg skíggi. Sálarliga pínan er ov ógvuslig, og eg eri í panikki, mest um mítt egna máttloysi. At eg eri eitt menniskja sum øll onnur. Eitt menniskja, sum verður svikið - sum øll onnur. Mín barnatrúgv á lívsins óskyld fer í fisk hetta kvøldið. Hetta kvøldið gjørdist pínan - um enn minimalt - linnað av einum góðum vini. Eitt klemm, ein køld øl og ein sigarett - tó at eg ikki royki - í hansara nærveru. Hetta var ein vinur, sum skilti týdn­ ingin av at vera saman við mær í pínuni. Hetta var ein innara pína, sum tók mær ár at koma yvir, og eg eri hesum vini óendaliga takksamur. Tín egna pína Víðari greiðir Kresten Kay frá, at pína hevur nógv ymisk skap og nógv ymiskar hættir. Pína snýr seg um alt frá teirri ótolandi likamligu pínuni til ta innaru sálarligu pínuna, sum rívur og slítur í teg og sendir teg út á eggina. - Øll hava vit okkara pínu - og okkara egnu uppliving av, hvat tað er, sum ger ilt og sum gevur okkum tár í eyguni og ger, at vit fella í vónloysi. Hetta er okkara kampur - við og í lívinum. Lagt verður aftrat, at eingin kann taka pínuna frá okkum, men góðir vinir kunnu lyfta við okkum, og vit kunnu fyrihalda okkum til pínuna. - Í Nepal lærdi eg at taka frástøðu frá pínuni, soleiðis at pínan ikki gjørdi av við meg. Eg lærdi at stíga eitt fet burtur frá pínuni og fylgja henni við meditatión. Hetta var eitt einfalt ”amboð”, sum tó krevur venjing. Vinur mín lærdi meg, at eg ikki eri einsamallur - hóast eg noyðist at bera mína egnu pínu. Hetta hjálpti mær. Hugsa positivt Hátturin er at hugsa positivt, antin vit vilja tað ella ei - tó uttan at gloyma. – Við hjálp frá øðrum og við einføldum meditatións­ venj­ingum kanst tú læra at fyrihalda teg til tína pínu. Tú kanst læra at lata pínuna gerast ein partur av tínum lívi, men tú kanst eisini læra, at pínan ikki gerst alt títt lív, soleiðis at vakurleikin og gleðin eisini hevur sítt pláss í lívinum. Hugsa positivt, men tær nýtist ikki at gloyma, at pínan er har, samstundis sum tú skal minna teg á, at pínan ikki er alt. Hetta er galdandi - líka mikið, hvussu ógvuslig og alt oyðileggjandi pínan tykist vera. Hugsa um tín andadrátt og hugsa um góða vinin, sum tú hevur. Hugsa um ein góðan kaffimunn og tey, tú hevur rundan um teg. Alt hetta er har kortini - hóast pínuna, tú dregist við, sigur Kresten Kay í greinini í helse.dk Lær teg at liva við tínari pínu – Tú kanst læra at lata pínuna gerast ein partur av tínum lívi, men tú kanst eisini læra, at pínan ikki gerst alt títt lív, soleiðis at vakurleikin og gleðin eisini hava sítt pláss í lívinum. Lær teg at hugsa positivt og minn teg á, at pínan ikki er alt Vilmund Jacobsen Viðgerðar-og venjingar­mið­ støð­in Sano í Danmark - ella ”Giktin”, sum miðstøðin verður rópt millum manna - hevði í farna ári áttati ár á baki. Soleiðis hevur Sano við­ gjørt og vant fólk við rygg-, liða-og vøddasjúkum í áttati ár. Á Sano starvast fysio­ tera­peutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfólk og ser­ læknar, eins og ein tilknýttur granskarabólkur. Viðgerðirnar hjá Sano eru serliga ætlaðar fólki við vøddasjúkum og sjúkum í beinagrind. Tað er danska Giktafelagið, sum eigur og rekur, ið lesast kann um á sanocenter.dk »Giktin« 80 ár á baki Viðgerðirnar hjá Sano eru serliga ætlaðar fólki við vøddasjúkum og sjúkum í beinagrind – blív ferðaleiðari í sólríku londunum sunnanfyri við starvsgaranti sum ferðaleiðari