Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólk mugu fáa kunning í sambandi við vanlukkur Helgi Abrahamsen Løgtingsmaður Tað er ikki í lagið, at fólk vakna um náttina av ógvus­ ligum spreingingum, men onga­staðni kunnu fáa upp­ lýs­ingar um, hvat er á vási. Helgi Abrahamsen, løg­ tingsmaður, fer á ting­ fund­inum mikudagin at seta ­Jacobi Vestergaard, lands­stýris­manni, ein fyri­ spurning um fráboðanir í sam­bandi við vanlukkur. Helgi Abrahamsen vil hava lands­stýrismannin at greiða frá, um vit í Føroyum hava nakra skipan, sum fólk kunnu venda sær til, fyri at fáa kunning í sambandi við vanlukkur, og um ein slík skipan finst, vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat er gjørt fyri at kunna fólk um, hvussu skipanin virkar í eini neyðstøðu. Eldurin umborð á Athenu var eitt ræðandi dømi Í viðmerkingunum til fyri­ spurn­ing­in vísir Helgi Abra­ ham­sen á, at náttina til tann 9. mai 2011 vaknaðu nógv fólk við Skálafjørðin av ógvus­ ligum spreinginum, sum fingu húsini í øllum nærum­ hvørvinum at skelva. Stóri verk­smiðjutrolarin Athena lág í ljósum loga við bryggj­ una í Saltangará. Men av tí at tjúkkur mjørki lá yvir allan fjørðin, sóu fólk ikki hvat var áfatt, og tað var heldur einki stað har tey kundu venda sær, fyri at fáa upplýsingar um hetta. Á Skála føldu fólk raman royk, men tey fingu ongar upplýsingar um, hvørt talan var um vandamiklan royk ella ikki. Seinni bleiv øll bygdin evakuerað. Nógvastaðni er vanligt at hava eina ávaringarskipan (sokallaða varsling), har ein lúður ljóðar, og so kunnu fólk venda sær til eitt ávíst stað (tað kann til dømis vera at tendra útvarpið) og har fáa tey so upplýsingar um, hvat er hent, og hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tann skipanin virkaði ikki hesa áðurnevndu náttina í 2011. ”Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat er gjørt við hetta málið síðani, og ikki minst, um fólk hava fingið upplýsingar um, hvussu ein møgulig nýggj skipan virkar,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at tað nyttar lítið at hava eina skipan, um brúkarin ikki veit, hvussu hon skal brúkast og kanska heldur ikki veit yvirhøvur, at skipanin finst. Heiðurskvøða til Simma! Lag: "Hví" Hann hevur gingið her altíð hann býarmynd er so hópur av fólki eru samd við mær her hann ímyndin er fyri tónleikalív í Føroyum sum heild og í Tórshavnar bý Hví .......... Nú Simme er farin um áttati ár tað sæst næstan ikki, hann hevur øll hár hann gongur, hann svimur , ei byrsan fær frið og Connie er altíð við hansara lið. Hví.......... Tí tónleikalívið tað krevur sín mann við freistingum sínum tú drukna skjótt kann tá gott er at hava ein vin undir lið sum stuðlar , og sum tú kanst tosa væl við. Hví........... Ja , hví tosa øll nú um íbirtarar og nevna ei Simma og hansar´ guitar tann tónleikamenning vit síggja í dag er grundað á birting sum hann fekk í lag. Hví........ Men tónleikur er ei tað einasta her eitt navn kemur fram: "Byrsumúli" tað er her syngjast kann leingi , tí søgan er long so stutt sagt: "Hann Simme er still going strong!" Hví....... Ein Føroyamynd heiðraður verður í ár tá vit sungu "Rasmus" tað var sum í gjár tillukku vit ynskja og takk fyri tað tú gav okkum øllum heilt til henda dag. Hví....... RoMBi jan. 2013