Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 - 3. juni 2004 11 Nú kemur fram at fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 skerjir umstøðurnar og máar støðið undan musik- undirvísingini í Føroyum. Musikkskúlalærarafelag- ið rópar varskó og hevur í yvirlýsing móttmælt hesi óhepnu gongd og finst harðliga at landsstýrinum fyri at spara á hesum økinum. Víst verður á, at við at lækka játtanina til Musikkskúlarnar, verða 4,5 lærarastørv spard burtur, og tað fær einki minni enn katastrofalar fylgjur fyri næmingarnar. Tað fer at raka umleið 200 næmingar. Føroya Musikkskúla- lærarafelag heitir tí inniliga á politikararnar um at hækka játtanina aftur. Hesi áheitan skulu vit vera tann fyrsti til at skriva undir. Tónleikalívið hevur grundleggjandi týdning fyri okkum øll, bæði tey, sum frá undirvísing og fyri øll onnur, sum líða og gleðast um ríka tónleikalívið. Tónleikurin er við til at menna okkara ungdóm, hann er við til at menna okkara tjóð. Hann er eins og mong onnur ítrív so sum ítrótturin ein týðandi partur av samleika okkara. Tað er tí eisini lagnunar speisemi, at tónleikaundir- vísingin verður skerd um somu tíð sum ein av undangongumonnunum nettupp á hesum øki, Ólavur Hátún fær heiðursløn fyri sítt arbeiði á tónlistaøkinum og her ikki minst fyri sítt hjartaliga og inniliga stríð til frama fyri tónleikaundirvísing- ini. Kanska henda sannroynd fer at fáa politik- ararnar at rakna við, og her hugsa vit serstakliga um landsstýrismannin í mentamálum, sum annars er kendur fyri sín stóra áhuga fyri tónleiki. Vit loyva okkum at halda, at hann saman við øðrum politik- arum, sum hava sagt seg stuðla tónleikasøkini, fara at taka áheitanina frá Føroya Musikklærarafelag til eftirtektar og fáa meirjáttan við á ólavsøku. Tað vil altíð vera ein spurningur um størri raðfesting í sparitíðum, men her gita vit, at samgongufólk hava ikki hugsað um veruligu avleiðingarnar av at skerja játtanina til tónleikaundirvísingina. Øll tey foreldur, sum hava havt møguleika at senda síni børn til tón- leikaundirvísing, og harvið geva teimum nakað gott í beinið, kenna gleðina og nøgdsemið við hesum, og tey ynskja, at øll onnur eisini skulu hava henda møguleika. Vitandi at bíðilistarnir altíð hava verið langir, so kemur tað sera sera dátt við, at teir nú skulu gerast uppaftur longri. Eitt samfelag sum okkara, hvørs mentan byggir so nógv á sang og tónleik, kann simpult hen ikki loyva sær at spara í hesi undirvísingini. Nú sleppur so tann musikk- elskandi og annars tónlistarliga sæð dugnaligi mentamálaráðharrin úr tí songfróðu bygdini Fugla- firði at standa sína roynd. Sjálvandi rættar hann hetta mistak. DAGSINS MEINING Sosialurin Musikkskúlarnir grund- leggjandi týdning VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jón Næs Hvalba Vil við hesun loyva mær at spyrja avvarðandi myndug- leika um møguleikan at sleppa bíligari í veggjaldi fyri bilin, ella at fáa stuðul til at skifta bilin út oftari. Her er ein lítil frágreiðing sum verdur løgd til grund fyri umbøn míni. Eg búgvi í Suðuroy, ella neyvari, í Nesi í Hvalba. Fyri sløkum ári síðani komu menn frá LV at leggja nýtt asfalt á landsvegin frá Kolavegnum og út í Nes. Hetta gleddu vit okkum til, tí vegurin var í ringum standi. Forarbeiðið var gørt, so sum at høvla av vegnum inn móti rullu- portrunum, hækka vegin onkustaðni o.s.f. Tá arbeiðið byrjaði, sá tað gott út, men sum frá leið sást, at alt var ikki í lagi, tað var óslætt, og ein kantur mitt eftir vegnum. Menninir frá LV gørdu tó eina hjálparleysa roynd at gera arbeiðið liðugt við út- gerðini sum hon var. Hetta lat seg ikki gera, so útgerð- in bleiv send til umvæling- ar. Tá alt var í lagi« aftur, bleiv byrjað aftur har slept var, við nøkulunda sama úrsliti, og uttan at rætta upp á tað, sum var illa lagt á framanundan. Nú er so støðan hendan um tú koyrir úr Nesi, og ætlar tær á Tvøroyri ein túr: Tú koyrir við loyvdari ferð og fær eina kenslu av at verða á sjónum í sjaskveðri umborð á skjóttgangandi báti, soleiðis sum bilurin kastast aftur og fram og til síðis, og av hyljunum sum eru, tá vátt er í veðrinum. Tú kemur til tað næsta rulluportri á vegnum, og í tí at bilurin kavar niður í tað, fær ein kensluna av, at júst hava byrjað ferð sína til Jarðarinnar hjarnu. Hetta kemst av tí, at teir ikki høvlaðu nokk av vegnum framanundan, men teir hava síðani roynt at bøta um feilin við at høvla tað nýggja lagið av aftur báðu megin við. Komin longur heim um brúnna er áður nevndi kantur mitt á vegnum so høgur, at ein ikki eigur at royna ar fara yvir um hann við vanligari ferð um ein er á 2 hjólaðum akfari, tað kann blíva tín seinasta gerð her á foldum. Tá tú so kemur niðan eftir Gøtuteiði, fer tú at undrast, hví bara helvtin av vegnum er asfalterað. Jú, júst sum asfaltarbeiðið var liðugt bleiv avgørt at breiðka vegin. Úrslitið bleiv, at ta sum bleiv lagt á verandi veg, er so gott sum farið fyri skeyti, meðan tann nýggi parturin av vegnum enn ikki er liðugur, og er hetta strekkið tí sera ófantaligt at koyra eftir. Komin niðan hálva brekkuna er tó vegurin breiður og góður við mið- linju og øllum, sum í út- londunum. Men hetta broytist brádliga bert fáar 100 metrar longur uppi. Tað tú her sær, er meinlíkt einari av mongu skemti- myndunum, ið eru at finna á alnótini. Mitt í øllum blívur vegurin smalur aftur á einum strekki, sum bert er fáar metrar langt. Hetta kemst av, at tað var eitt rulluportur á staðnum, men hetta bleiv flutt longur niðan í brekkuna fyri meir enn 20 (skrivað) tjúgu árum síðan, men vegurin har gamla portrið var, hevur enn ikki fingið somu breidd sum vegurin báðu megin við. Komin niðan um hetta byrjar at síggja betur út, nú kann ikki verða meir at finnast at. Bilurin fær meiri ferð, men knappliga kastar bilurin sær á, fyrst lyftist í vinstru síðu, so í høgru. Hvat ólukkan var hetta, klárar tú at hugsa áðrenn bilurin kastar sær á aftur, men í øvugtari rafylgju. Tú tekur hetta sum ett tekin aðrastaðni ífrá um, at ferðin kanska var ov nógv og velur at taka frá. Men skjótt sæst, hvat er á vási, vegurin er jú skrædnaður fleiri staðir. LV hevur roynt at bøta um skaðanar við at høvla kantarnar niður, men hend- an loysnin gongur ikki longur, tí har er ikki so nógv asfalt eftir, og tað er jú skomm um steinsetingin kemur undan aftur. Tí er valið at lata standa til so leingi eitt akfar í hampu- ligum standi klárar forðing- arnar fyri egnari maskinu, áðrenn nakað meir verður gørt. Eftir at tú hevur vunnið á kolavegnum, gongur ferðin gjøgnum tunnilin, tann fyrsta í Føroyum, við bert einari koyribreyt sum mátar 2,5 metrar, og 3,2 metrum til loftið. Tað er ikki ringt at hugsa sær, at her manglar nokk so nógv í at fáa akfør, sum nærkast teimum loyvdu 4 metrunum í hædd at sleppa ígjøgnum. Læs herfyri í bløðunun at tunl- arnir á Borðoynni ikki eru tíðarhóskandi longur, eg skal ikki mótmæla tí, og at mælt verður til at fara í gongd við nýggjan tunnil beinan vegin. Hví ikki byrja við tí elsta tunnlinum fyrst, tað vildi í mínari verð verið skilabest, í hvussu er tá ein sær tørvin her. Hendan frágreiðingin er un strekkið, eg sjálvur koyri mest, men eg veit, at standurin er ikki nógv betur í restini av oynni, eg vil tó lata onnur fáa høvi til at koma nærri inn á hesi økini. Eg vænti tó ikki at fáa svar, ei heldur stuðul til veggjald ella nýggjan bil, eg havi tó roynt. Eitt annað, vit tó kunna royna her suðuri, er at gerða nakað við »okkara« menn á tingi. Tað sær út til at flestu av teimum vísa sína tøkk fyri atkvøðurnar við at flyta av oynni, og harfrá reka landspolitikk fyri alt landið, uttan Suður- oynna. Eg vil siga, at tað er rættiliga nógv meiri veiggj í politikkarunum í Norð- oyggjum, bara hygg í bløðini og hvat teir fáa av skafti har norði, teir vilja sínum veljarum tað besta. Millum annað kundu vit skift um politikarar við norðingar eina tíð fyri at fáa gongd á aftur her suðuri. Tað verður ikki lætt, men um vit til dømis bjóða teimum eina avtalu sum varir eitt ár, hvar teir fáa allar okkara menn, og at vit afturat landa einar 40 - 50 ísfiskalastir í Klaksvík hetta árið, tá ganga teir helst við til at lata okkum ein av teirra monnum, um enn ikki hálva tíð, tað kann bara blíva betri. Eiga vit at gjalda fult veggjald? Stjórnarrit 2. Formaður4, næstformaður og skrivari í grundlógarnevndini eru farnir undir greinarrøð, har teir gera viðmerk- ingar til kjakið um nýggja føroyska stjórnarskipan Formanskapurin í grundlógarnevndini Jóan Pauli Joensen, Kári á Rógvi, Bárður Larsen Endamál Grundleggjandi politisk og løgfrøðilig skjøl sum stjórnarskipanir eru úrslit av áhaldandi tilgongd, har samfeløg berjast ævigar bardagar í royndini at yvir- liva, endurskapast, mennast og stríðast fyri sosialari vælferð og rættvísi. Stjórn- arskipanir bera samfeløg og samfelagsstrukturar gjøg- num tíðina og eru á ein hátt amboð hjá kollektiva minn- inum. Stjórnarskipanir virka eisini sum skipan og samskipan av atferð hjá samfelagsborgarum og myndugleikum og eru á tann hátt eisini fyriskipanir av samfelagnum í nútíðini. Í triðja lagi eru stjórnar- skipanir eisini amboð til at orða og ætla visjónirnar fyri samfelagsligu framtíð- ina. Sum komið inn á í Fyrra flaggdagsáliti er eisini endamálið við uppskotin- um til føroyska stjórnar- skipan at skapa og endur- skapa okkara føroyska samfelag við at taka saman- um, útdýpa og menna elligomlu virði okkara. Sum partur av hesi skapan og endurskapan er ein høv- uðstáttur ein tjóðskaparlig semja um at lýsa av nýggj- um støðuna hjá Føroya landi og -fólki í samveldi við onnur. Grundlóg ella stjórnarskipan Úti í heimi verða stjórnar- skipanir nevndar alt frá grundlógum (grundgesetz, grundlag, grundlov) til konstitutiónir (constitu- tion), forfatningar (verfass- ung, forfatning) og stýris- skipanarlógir ella stjórnar- skráir. Orð og heiti hava tó ikki annan týdning, enn vit leggja í tey. Bæði grund- lógir, forfatningar, kon- stitutiónir og stjórnarskráir ella stjórnarskipanir merkja á leið tað sama; tær eru grundviðtøkur fyri sam- feløg og binda ofta saman fortíð, nútíð og framtíð, har tjóðin ella samfelagið verður (endur) stovnað og grundleggjandi viðurskifti sum eitt nú rættarskipan og stýrislag ásett. Kortini hevur navnið elvt til trupulleikar í tí kjaki, sum hevur verið, og tykist hetta enn vera so. Eitt nú hevur formaðurin í sam- bandsflokkinum víst á, at Føroyar ikki hava tørv á eini grundlóg, tí vit longu hava eina. Hetta er rætt, men kanska er trupulleikin, at orðið grundlóg verður sett í samband við spurn- ingin um at hava ella taka føroyskt fullveldi. Men hetta nýtist tó ikki vera so, tí orðið grundlóg hevur ikki í sjálvum sær nakað við fullveldi at gera, men merkir einans tað sama sum stýrisskipanarlóg ella stjórnarskipan. Annar trupulleiki er kortini, at tjóðveldisflokkurin og mál- gagn hansara halda áfram at nýta orðið grundlóg, hóast long tíð er gingin síðan, at øllum var greitt, at orðið "grundlóg" er ein forðing fyri eini breiðari semju - eini tjóðskaparlig- ari semju - ið er altavger- andi fyri at koma víðari fram við hesi týdningar- miklu ætlan. Tjóðskaparlig semja Stjórnarskipanin er ætlað sum grundleggjandi skjal fyri føroyska samfelagið. Hóast evsta løgfrøðiliga- og politiska skjal fyri eind- ina Føroyar, so avgerð stjórnarskipanin ongan spurning um loysing ella samband. Stjórnarskipanin ásetur ikki, hvussu breitt ella djúpt henda føroyska eindin í løtuni gongur; heldur verður tann spurn- ingurin avgjørdur av ver- andi skipan. Ein høvuðsætlan við uppskotinum til føroyska stjórnarskipan er at finna eina semju millum veingir- nar í føroyskum politikki - eina sokallaða tjóðskapar- liga semju. Nú kann verða funnist at ætlanini um eina tjóðskaparliga semju og spurt, um tað ikki er undarligt at royna at finna eina semju nú eftir alla rokanina og ósemjuna farnu seks árini. Men ætl- anin er ikki at finna nakra savnandi loysn á spurning- inum um loysing ella sam- band. Uttan at kunna spáa um framtíðina vildi tað verið bláoygt at vænta, at stjórnarskipanin kundi av- gjørt endaliga málið fyri sjálvstýrisstrembanini, og at føroyingar ikki eisini frameftir fóru at vera ósamdir um endaligu støðu Føroya. Tjóðskaparliga ætl- anin undir stjórnarskipanini er ein heilt onnur og í tveimum liðum. Fyrst er ætlanin at finna ein felagsnevnara fyri eini fatan av, hvørja støðu landið og fólkið longu nú hava. Væntandi fara allir føroyingar at vera samdir um, at landið Føroyar leingi hevur verið til sum egið land og løgdømi, hóast hetta ikki merkir fullveldi ella statur. Eisini er at vóna, at allir føroyingar eru samdir um, at Føroya fólk endaliga ger av støðuna hjá sær sjálvum og landinum - eisini í mun til onnur. Í øðrum lagi er ætlanin at fáa eina prosessuella semju í tjóðskaparspurninginum. Kundu føroyingar verið samdir um, hvussu neyvt farast skal fram, um og tá ríkisrættarliga støðan verður broytt, so vildi verið semja um týdningarmiklan part av verandi tjóðskapar- ósemju - spurningin um broytingarmannagongdina. Ætlanin við tjóðskapar- ligu semjuni kann tí sigast at vera at fáa føroyingar at ganga saman so langt á leið sum til ber, uttan tó at siga nakað um endaliga málið. Eydnast henda tilgongd, so er nógv vunnið í royndini at temja tann flokkadrátt, ið so leingi hevur lagt sína køvandi hond yvir føroysk- an politikk. Tað málsliga At enda nøkur fá orð um tað málsliga. Orðið stjórn- arskipan kemur av at "stjórna" og eigur á suður- og sandoyarmálið at verða framborið sum "stjornar- skipan" og á øðrum før- oyskum sum "stjørnarskip- an". Hinvegin er tað ein málslig misskiljing, at sand- ella suðuroyingar siga annaðhvørt "stjyrnar- skipan" ella "stjørnarskip- an". VIÐMERKINGAR Frá grundlóg til stjórnarskipan Amin Jensen til Føroyar at undirhalda á ólavsøku Stóri, danski sjón- varpsverturin, tónleikarin og skemtarin, sum vit kenna frá »Hit med sangen« í Danmarks Radio, kemur til Føroya at undirhalda á ólavsøku SKEMT Stórskemtarin, TV- verturin, tónleikarin, standup-komikarin, tað eru nøkur av heit- unum, sum Amin Jen- sen kann breggja sær av. Øll í Føroyum munnu eisini kenna hann frá Sjónvarp- sendingini »Hit med sangen«, ein sera væl- umtøkt sendirøð sum bleiv send í fjør. Hesin stuttligi stóri og prúði maðurin hev- ur í longri tíð ferðast i Danmark við einum sera skemtiligum standup-showi og nú gongur leiðin so til Føroyar, har hann og ein pianistur fara at undirhalda í høllini á Nabb Ólavsøkudag tann 29. juli kl 21:00. Fyrireikararnir siga, at tað verður gjørt nógv burturúr, so at pallurin, ljóðið og ljós- ið skal vera so gott sum til ber. Tiltakið er í góðar tveir tímar frá kl.21 til 23:00. Tað er stuðuls- felagið hjá Róðrarfe- lagnum Knørri, sum skipar fyri tiltakinum. Palli Dalsgaard Okkara fullveldishetjur hava verið á flatlondum og spælt raskir. Teir hava greitt nøkrum fólkatingslimum frá, at blokkurin vit fáa úr Danmark er til stóran ampa fyri teir føroysku politikk- ararnar. At eingin grund er fyri, at danskir skattaborg- arar skulu gjalda pengar til føroyingar, tá vit ikki hava brúk fyri hesum pengum. Við teimum hevur verið íslendskur fíggjarfrøðingur. Havi einki móti íslendar- um, teir eru menn fyri sín hatt. Men hví íslendarar skulu takast upp á ráð, tá tað kemur til at halda hús, dugi eg ikki at skilja. Ikki minni enn tveir professarar í Danmark hava hesir menn fingið at rassast við, av hesum avlopspengum vit heima í Føroyum fáa at oysla við, ja, sjálvt skila- mannin Astrup Hansen hava teir fingið at koma við einari meining. Í Danmark hava hesi fullveldisfólk ført fram, at avlopið í føroyska lands- húsarhaldinum er so stórt, at tað er skilaleyst at koma við hesum pengum sum blokkurin er. Henda úttala er láturlig, hvar er avlopið, víst verður til? Rætt er tað, undanfarna samgonga hevði avlop, men hví høvdu teir tað? Jú, í staðin fyri at brúka pengar har teir skuldu verða brúktir, vóru pengarnir settir í banka, til at hava at reypa av, og nógv ið ikki var viðlíkahildið, fór av lagi, mátarnir at vera raskur eru so mangir. Tað seinasta, ið verður ført fram, er, at blokkurin skuldi regulerast við góð- um og vánaligum tíðum og víst verður til góðu tíðina í áttati árunum. Tað, sum gjørdi ta tíðina so góða, um hon kann kallast góð, vóru lántar fjaðrar, fólk fingu lán úr øllum herðashornum, og ikki nokk við tað, lánini vóru ongantíð nóg stór ið tikin vóru. Tað gevur at bíta, tað merkist til tað tíð- ina enn. Størsti feilur ið undanfarna samgonga gjørdi, var at minka blokk- in, blokkurin er ikki nøkur náðigáva, blokkurin er ein rættur vit eiga sum partur av danska kongaríkinum. Eitt mugu vit gera okkum púra greitt, verður blokkur- in avtikin so má skarvast av mongum, og tað verður neyvan av tí ovara endanum nøkur minking fer at fara fram, nei, tað verður frá í neðra. Tey sum sita við mánaðarløn ið svarar til eina hálva ársløn hjá teim lægst løntu, tey tola ikki nakra minking, og um tað skuldi komið upp á tal hevði neyvan nakrar fost- urlands kærleiki verið at hóma. Tað er ein royndur lutur, at tey sum rópa harð- ast um, at fáa blokkin avtiknan eru fólk, sum eru væl sikraði, tey nýtast ongan blokk. Vit hava fyri stutt síðan sæð í Degi og Viku standin í Musikk- skúlanum, hesi børnini verða send til hús vegna vantandi pengar. Hvat hugsa hesir menn fyri sær, ið gera slíkar ferðir. Eitt ið fær fólk at undrast yvir atferðina hesir menn hava er, at teir ikki boða sínum mótparti við til slíkar ferðir, so tey fólk ið tosa verður við, fáa sakina at hoyra frá báðum síðum. Nei, tað má ikki henda, tí so kann slingur koma í valsin, tað ræður um at halda fullveldisørskapin so óskildugan sum møguligt. Okkara ábyrgda politikk- arar kunnu ikki látast sum einki og ikki tala at. Danir mugu ikki fáa tað fatan, at ein stórur partur av føroy- ingum ynskir blokkin av- tiknan, tí eingin ger vart við seg. Vit krevja at tit tilbakavísa kravið frá fullveldisfólkunum pá tað allar kraftigasta. Blokkurin C M Y K 11 10