Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fótbóltur ítróttur Áki Leitisstein Hansen – Eg og Daniel Høegh stóðu lið um lið inni á skriv­stov­ uni. Hann var 1.90 metr­ar høgur verjuleikari og pro­ filur á donskum ung­dóms­ landsliðum, meðan eg var 1.80 metrar og føroyingur. Vit kappaðust um sama pláss­ið. OB skar út í papp, at eg hevði nakrar spennandi før­leikar, men hann (Daniel Høegh, blm.) hevði hædd­ ina og var danskur lands­ liðs­leikari. Eg varð tískil vrak­aður til frama fyri 10 senti­metrum og av tí, at eg var føroyingur. Vit sita í hugnaligu íbúð­ ini hjá Viljormi í Heiðunum Davidsen og Albjørg Gudmundsen miðskeiðis í Odense, og Viljormur hygg­ ur millum annað aftur á tíðini í OB, har ið hann sum 16 ára gamal fekk bjóðað ung­dómssáttmála. Millum okk­ara bein rennur og gruvlar hálvtannað ára gamli Mathias. Ein lítil ribbaldur, ið fegin rópar »kom so, babba« og gjarna vil upp í part. Tað er eyðsæð, at lítli Mathias er errin av pápa sínum og fegin vil vera har, ið pápin er. Lítli Mathias og Albjørg eru eisini tveir týdningar­ miklir gimsteinar í lívi Viljorms og hansara stremban eftir at verða yrkis­leikari. Tveir gim­stein­ ar, ið hava kollvelt og gjørt gerandisdagin um til ein, ið Viljormur hevur havt tørv á. Tey eiga tískil sín part í, at Viljormur hevur funnið seg sjálvan í Vejle BK og herfyri skrivaði undir nýggjan sátt­ mála, ið bindur hann til fel­ agið fram til 2016. – Eg havi funnið meg sjálv­an í Vejle. Eg havi tað gott á og uttan fyri vøllin. Uttan­fyri vøllin havi eg ein son at koma heim til og eina damu, ið altíð hevur matin kláran á borðinum. Her kann eg fáa fótbóltin úr tonk­unum og harnæst savna meg um fótbóltin, tá ið eg eri á vøllinum, greiðir Viljormur frá, meðan Mathias stillisliga setur seg undir liðina á pápanum og gevur mammuni eitt smíl, ið kundi givið tekin um, at honum trívist best undir lið­ini á pápa sínum. Eitt ógloymandi vikuskifti Kappingarárið 2011/2012 er Viljormur í Heiðunum Davidsen útleigaður til FC Fyn, ið spælir í 2. Division ØST. Felagið hevur spælt seg til uppflytingardyst og skal møta vinnaranum í 2. Division VEST, ið er Hellerup IK. Fyrsti dyst­ur á Fjón endar við javn­leiki. Viljormur og lið­felag­ar­arnir pakka tískil task­ur­nar og seta kósina móti Keyp­ manna­havn, men púra ófyrireikaður og óvitandi er Viljormur um, at hann stutta løtu eftir dystin situr í flog­farinum á veg til Føroya. – Vit innskriva okkum á hotell í Keypmannahavn fríggjadagin 22. juni. Dagin eftir er dystur á skránni. Vit vinna dystin og flyta tískil upp, men tann dagin, tá ið vit koma til Keyp­manna­ havnar, ringir Albjørg. Hon er full upp undir hendur, og vatnið er farið. Eg verði frá mær sjálvum. Eg skal jú spæla ein týðandi dyst leygar­dagin. Tað verður púra svart fyri mær. Eg veit ikki, hvat eg skal gera. Eg velji at satsa. Eg nái kanska bæði. Eg greiði venjar­anum frá, at vatnið er farið hjá damuni, men eg vil spæla. Vit vinna dystin, og stutta løtu eftir siti eg um­borð í flogfarinum á til Føroya, greiðir Viljormur frá við einum smíli og for­telur víðari, at meðan lið­felagar­ nir í FC Fyn fagnast og halda stórt ball, hevur hann longu verið undir brús, latið seg í skjúrtuna, tikið taxabil til Kastrup og lopið umborð á Atlantsflog. – Eg havi ongantíð sveitt­ að so nógv í flogfarinum. Vit lendu í Vágum, eg fór við nógvari ferð til Havnar og sunnudagin vóru Albjørg og eg vorðin foreldur. Eitt ógloym­andi vikuskifti, ið varð pakkað við buldur og braki, og eg náddi alt. Boðin at spæla við Danmark Viljormur í Heiðunum Davidsen var bert 16 ára gamal, tá ið hann veittraði heim­landinum, vinunum og barn­dóms­felag­num NSÍ farvæl og trein inn í til­veruna sum ung­dóms­ leik­ari hjá OB. Hann hevði framman­undan vant við besta liðinum í Runavík í nærum eitt ár og var við hetta lag væl fyri í mun til fleiri av yngru leikarunum í OB. Tískil var byrjanin sum ein dansur á reyðum rósum. – Eg kom á eitt gott lið. Har vóru millum ann­að leikarar sum Christian Eriksen og Rasmus Falk Jensen, ið eru dansk­ar stjørnir í dag. Har­um­framt blivu vit Danmarkar­meist­ ar­ar. Góða gongdin gjørdi eis­ini, at tað stóð mær um boði at spæla á danska ung­ dómslandsliðinum, sum eg tó segði nei til. Mítt sjálvs­ álit vaks við hesum, sigur Viljormur, ið ikki leggur fingrarnar ímillum, at hann mangan helt seg vera betri enn hinar. – Hetta gjørdist kanska ein lítil sovipúta hjá mær, tí eg helt, at alt gekk. Eg vandi ikki tað eyka, ið eg skuldi, fyri at blíva uppaftur betri. Vigaður og funnin ov lættur Tá ið Viljormur í Heiðunum Davidsen er 18 ára gamal, er ungdómssáttmálin í OB runnin út og partarnir standa í eini støðu, har ið nýggj­ur sáttmáli skal skriv­ ast undir ella ei. – Tá ið eg varð róptur inn á skrivstovuna saman við Daniel Høegh og fekk út­skurðin at vita, brast dreym­urin um yrkisfótbólt eitt vet. Eg varð vigaður og funn­in ov lættur, og tað Íðan tú ert bara úr Føroyum ...framhald á síðu 30 Brádliga varð hann róptur inn á skrivstovuna í TRE-FOR PARK í Odense. Á borðinum lá eitt skjal, ið skuldi undirskrivast. Ein sáttmáli við OB, men hann var ikki einsamallur. Undir liðini stóð danin og viðleikarin Daniel Høegh. Bert ein teirra skuldi sáttmálabindast. At enda sigraði danin. Føroyingurin varð vrakaður og spáddur at hava gávur, ið bert rukku til fótbólt í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hann var bara úr Føroyum. Hetta er søgan um føroyska landsliðsleikaran Viljorm í Heiðunum Davidsen, ið fyri stuttum skrivaði undir nýggjan sáttmála við Vejle BK fram til 2016