Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur rakti meg hart, tá ið Uffe Pedersen (talentchef i OB, blm.) tók meg til síðis og spáddi, at mínar fót­bólts­gáv­ ur neyvan rukku longur enn til næstbestu donsku fót­ bólts­deildina, greiðir hann frá, men Viljormur er við tíð­ ini vorðin meira tilvitaður um týdn­ingin, ið millum annað hesir 10 sentimetrarnir hava í fótbólti. – Hesir 10 sentimetrarnir millum Daniel og meg spæla nógv inn í fótbólti. Tá ert tú betri í luftini og tú rennur al­ oftast skjótari. Hinvegin haldi eg, at hesin spádómur um, at eg bert eri nóg góður til næst­ bestu fótbóltsdeildina, hevur gjørt meg meira tilvitaðan um, hvat krevst, og hevur inn­ast inni verið mín størsta drívmegi. At eg skal prógva, at teir fóru so ruddiliga skeiv­ ir. Hetta havi eg eisini prógv­ að, heldur Viljormur. Bara ein føroyingur Í OB gekk skjótt upp fyri Viljormi í Heiðunum Davidsen, at hann hevði eina stóra avbjóðing, ið dróg hann niður og afturum fleiri aðrar leikarar. – Hóast tað gekk gott, varð tíðin í OB nógv merkt av, at tað varð hugt niður á meg, tí eg var ein úr Føroyum, hóast eg ferð eftir ferð fekk prógvað, at eg var nóg góður. Útsagnir sum »íðan, tú ert bara úr Føroyum« søgdu meg vera ein verri leikara, enn eg í royndum var. Um ein dansk­ ur leikari var á sama støði sum eg, íðan so spældi hann. At vera ein føroyingur varð ikki hildið sum eitt nóg høgt støði, greiðir Viljormur frá og leggur afturat, at ein annar stórur trupulleiki í OB var, at donsku leikararnir vórðu tiknir framum hinar, fingu betri sáttmálar, og so komu hinir pø á pø. Nú Viljormur hevur funnið stevið í Vejle, varnast hann ikki longur tílíkar útsagnir. Í Vejle verður hann høgt mett­ur, tí hann er føroyskur lands­liðs­leikari, men tílíkur ágangur kann verða ein orsøk til, at fleiri aðrir før­ oyskir fótbóltsleikarar gevur skarvin yvir, tá ið teir royna seg uttanlands. – Tá ið tú sum útlendingur verður hálaður inn, skalt tú vera betri enn teir donsku leik­ararnir, og verður tað longu frá byrjan sæð niður á teg, tí tú ert føroyingur, so er hetta kanska ein orsøk til, at fleiri føroyskir leikarar missa mótið og gevur dreymin upp. Bornir á gyltum lógvum Í hugnaligu íbúðini í Odense verður borðreitt og gjørt háva­sták burturúr við góð­um mati og drekka, og eg føli meg rætt og slætt spiltan. Tosið førkar seg eisini spaku­liga frá OB og yvir á trupul­leikan, at nógvir før­oyskir fót­bólts­ leik­arar í útlegd venda tíðliga heim­aftur til trygga før­oyska umhvørvið mitt úti í Norður­ atlantshavinum og harvið uppgeva dreymin um yrkis­ fótbólt. – Eg haldi, at trupulleikin er, at vit føroyingar duga ov illa at takkla mótgang. Bæði vit, ið eru uttanlands, og teir, ið hava roynt seg uttanlands, eru vanir at fáa alt borðreitt á einum silvurfati í Føroyum. Tú verður í einum ungum aldri borin á gyltum lógvum, tí tú kanska ert tann besti í tínum árgangi. Til dømis slapp eg sum bert 14 ára gam­al at venja við voksnum monn­um, og tað varð tíðliga sagt, at hesin (Viljormur, blm.) kundi koma langt. Veru­leikin er ein heilt annar. Tá ið eg so kom til Dan­mark, lá høvuðsdentur eitt heilt annað stað. Fokus var ikki á tær, og tískil skalt tú veru­ liga vísa nakað. Um ikki, so verður tú skorin burtur alt fyri eitt. Tað er framman­ und­an torført at sleppa gjøgn­um nálareygað, greiðir Viljormur frá og heldur, at tá hava føroy­ingar ov lætt við at siga »eg gevi bara upp og fari heimaftur«, tí har er alt so gott og lætt. – Vil man ikki geva tí nakað eyka, so vil man tað ikki nokk. Hevur verið heppin Sjálvur hevur Viljormur í Heiðunum Davidsen ongan­ tíð staðið í eini tílíkari støðu, har ið hann hevur umhugsað at givið skarvin yvir. Hann hev­ur verið so mikið heppin, tí allastaðni, har ið hann hev­ ur verið, hevur hann spælt nógvar dystir. – Eg havi ongantíð verið í eini støðu, har ið eg havi sitið uttan fyri tríggjar dystir á rað. Orsøkin til hetta er, at eg allatíðina havi prógvað mítt virði, at eg havi arbeitt hart, at eg havi lagt alla orku í at blivi betri og at eg havi havt ein hugsunarhátt, ið sig­ur, at eg eri tann besti á mín­um plássi. Uttanlands er alt kalt og kensluleyst, og teir leggja einki í teg upp á sama máta sum í Føroyum. Tá er lætt hjá okkum føroyingum at pakka og fara heim, fáa upp­ merk­semi og vera har, ið alt er trygt og gott, er Viljormur á ein­um máli um. Júst hetta hevur verið hansara drív­ megi á langa vegnum frá ung­dóms­fótbólti í OB og til yrkis­fótbólt í Vejle BK. Nýggj avbjóðing og nýtt land Tá ið FC Fyn vinnur upp­ flyt­ing í NordicBet í 2012, sam­stundis sum Viljormur í Heiðunum Davidsen skal venja seg við nýggja leiklutin sum pápi, stendur honum um boði at halda fram í felagnum. Ný­klakti familjupápin skal tó 50 prosent niður í løn, og hetta gongur hann ikki við til. Fíggjarliga grundarlagið skal vera í lagi, so nýklakta familjan kann fáa mat á borð­ ið og klæði á kroppin. FC Fyn er fíggjarliga illa fyri og skal spara. Endin er, at felagið fer á húsagang. Tískil eru góð ráð dýr hjá Viljormi. Hóast FC Fyn vinnur 2. Division, er Viljormur koyrdur troyttur. Fót­bólts­gleðin er burtur. Hann fær ikki játt­aðu lønina, og hann berj­ist ein harðan dyst um at fáa peningin. – Hetta var ein strævin tíð. Eg hevði onga fótbóltsgleði. Daman var í Føroyum, og eg føldi, at eg møtti upp til venj­ ing bara fyri at vera har. Alt koyrdi í ein ring, og hendan tíðin var ósunn. Svøvnur og kostur fór av sporinum, og eg var ikki glaður upp á sama máta. Eg hevði brúk fyri luft, greiðir Viljormur frá og legg­ ur afturat, at spæli­gleð­ina fann hann aftur í einum øðr­ um landi. Nakað inn í kappingina í Noreg fær Viljormur í Heiðunum Davidsen tilboð at koma til norska aðru deildar­ felagið FK Jerv. Felagið rót­ ast niðri í botninum, tá ið Viljormur legst afturat hóp­ inum, samstundis sum fel­ ag­ið styrkir seg við øðrum pro­fil­um. Kortini eydnast felag­num ikki at bjarga sær og niður­flytingin í 3. Division verð­ur veruleiki. – Í Noreg fekk eg eina nýggja avbjóðing, eitt nýtt land og eitt nýtt upplivilsi eftir nøk­ur ár í Danmark. Eg var koyrdur troyttur. Í FK Jerv fekk eg spæli­gleð­ina aftur, hugnan og stutt­leikan í fót­bólts­spæl­inum. Sjálvs­ álitið vaks. Hóast FK Jerv var botnlið, var alt upp á pláss. Felagið varð væl fíggj­ að, og felagið gjørdi alt fyri, at eg skuldi trívast. Mær noydd­ist ikki longur at renna eftir peningi og á vøll­inum fekk eg gleðina aft­ur, sigur Viljormur, hóast mong­um kann tykjast ørt, at ein fót­ bólts­leikari, ið bankar upp á før­oyska landsliðið, velur at um­boða eitt felag í norsku 2. Division. – Mítt mál rakk til 2. Division í Noreg, men tá ið vit so ikki sluppu undan niður­flyting, takkaði eg fyri meg. Eg fekk samband við FC Fredericia í NordicBet-deild­ ini, og har var eg í eitt hálvt ár. Profilur í Vejle Í FC Fredericia gekk gott, og tíðin fleyg avstað. Hóast Viljormur í Heiðunum Davidsen spældi, umhugsaði fel­ag­ið at skera hann burtur úr hóp­inum. Hópurin skuldi trimm­ast, og hann fór heim til Føroyar, meðan FC Fredericia fekk bilbugt við niður­skurðin. – Ímeðan bjóðar Vejle BK meg til royndarvenjing. Eg fái ein dag at leypa upp á, tí eg kann vísa meg fram í ein­um venjingardysti dagin eftir. Teir kunnu ikki bjóða mær ein sáttmála, men dagin eftir dystin tekur formaðurin meg til síðis og sigur, at teir kunnu bjóða mær ein hálvt ára sáttmála. Ein stutt upp­ ring­ing til Føroyar, og eg taki av, sigur Viljormur. Farskotið í Vejle ljóðaði. Í Vejle BK fær venjarin Tonny Hermansen skjótt álit á Viljormi, og felagið undir­ skrivar nýggjan sáttmála við Viljorm kappingarárið 2012/2013 út. Higartil hevur Viljormur leikt 16 dystir í Vejle BK, skorað mál og lagt upp til onnur mál. Pílurin peik­ar tískil rætta vegin og viður­kenningin er ein spildur­nýggjur sáttmáli, ið held­ur Viljorm í Vejle BK fram til 2016. – Eg havi ment meg nógv í 2013, og við nýggja sátt­mál­ anum havi eg sett mær nøkur mál, ið eg skal náa framyvir. Næsta hálva árið skal eg blíva ein profilur í Vejle BK. Ein pro­filur, ið skapar nógvar mál­gev­andi avleveringar, har ið eg hjálpi mínum við­leik­ arum at verða betri og upp á tann máta at hjálpa liðinum at vinna dystir og gerast ein kandi­datur at flyta upp í Superliga, greiður Viljormur frá og peikar á, at útlitini eru góð, at hesi mál verða borin á mál. – Nú veit eg, hvat eg skal arbeiða við. Eg skal millum annað náa ein fysiskan para­ metur, har ið eg skal renna millum 15-20 overlaps í ein­um dysti. Tá ið eg so komi til inn­ legg, er mín fysiski standur so mikið góður, og eg havi fingið so mikið av ilt upp í heil­an, at innleggið liggur júst har, ið tað skal. Soleiðis kann eg hjálpa liðinum. Á skúlabonki í Vejle Tíðin í Vejle BK er so mikið gev­andi, at Viljormur í Heiðunum Davidsen nærum følir seg aftur á einum skúla­ bonki. Hann fær allatíð nýggj­an lærdóm. Lærdóm, ið hann áður ikki var tilvitaður um. Lærdóm, ið ger hann til ein betri fótbóltsleikara. Lær­ dóm, ið ger hann tilvitandi um, hvat krevst at gera yrkis­fót­bólts­leikari og liva av sínum ítrivi. – Lat meg bara skera tað út í papp. Eg komi ikki sovandi til tað, tí eg havi rætt og slætt lagt alt um, harímillum kost og svøvn. Fyrr fangaði eg meg sjálvan ofta í at snýta. At eta ósunt, at sníkja meg ein túr úr í býin, men nú taki eg størri ábyrgd. Yvirfyri mær sjálv­um, yvirfyri familjuni og yvirfyri mínum dreymi. Eg eri eitt ítróttamenniskja burtur­av, og nú fari eg glaður til arbeiðis og á skúlabonkin at læra meira, sigur Viljormur og leggur afturat, at hetta, ið hann hevur funnið í Vejle BK, er orsøkin til, at hann ikki uppgevur dreymin. Nú gong­ ur lívið sum yrkisleikari upp í eina hægri eind. Eina hægri eind, ið hann kann taka við sær, tá ið hann eina ferð legg­ ur gaggurnar á hillina. Eitt B er gott Ungi føroyski lands­liðs­leik­ arin er ógvuliga fegin um nýggja sáttmálan í Vejle BK. Nú kann hann og lítla fam­ iljan føla seg trygg tvey ár fram, men harumframt hevur 2013 borðreitt við einum føstum plássi á føroyska lands­lið­num. Undir Brian Kerr sat Viljormur nógvar dystir á bonkinum uttan at sleppa inn, men undir Lars Olsen hevur hann tikið av og hev­ur vunnið fyrsta rættin til vinstra bakkpláss. – Eg eri stoltur at umboða landsliðið, hóast vit ofta tapa stórt. Landsliðið er eitt eyka vindeyga fyri meg at vísa øðrum, hvat eg kann. Har kann eg prógva, at eg megni at fylgja við teimum allar­bestu, sigur hann, með­ an hann heldur, at lands­lið­ið er ein møguleiki at meta seg sjálvan upp við heims­stjørn­ ur. – Eg hyggi eftir, hvat út­ lendskir tíðindamiðlar skriva um meg, og hvussu teir lýsa meg. Millum annað hildu týskir miðlar, at Viljormur herfyri í dysti móti Týsklandi leikti betri enn vinstri bakkur hjá Týsklandi, sum í hesum føri var Marcel Schmelzer úr Borussia Dortmund. – Týskir miðlar góvu mær eitt B, meðan hann (Marcel Schmelzer, blm.) fekk eitt C. Tað taki eg til mín, og tí brúki eg landsliðið, so fólk fáa eyguni upp fyri mær, tí vónandi er fólk harúti, ið kunnu fáa meg til eina størri evropeiska deild. Tí er mítt mál altíð at vera tann besti á før­oyska landsliðnum. Kaffikrússið er tómt, og eg fari at ragga mær aftur til Aarhus. Eg kann nú stað­ festa, at drongurin, ið bara er føroyingur og fór uttanlands sum 16 ára gamal, er vorðin vaksin. Ein maður, ið er til reiðar at leggja alla orku í lívið sum yrkisleikari og so rudd­iliga skumpa allan iva um tjóðskap og vantandi fót­ bólts­førleikar til viks. Eg eri stoltur at umboða landsliðið. Landsliðið er eitt eyka vindeyga fyri meg at vísa øðrum, hvat eg kann Mynd: Áki Leitisstein Hansen Fótbóltur