Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 - 3. juni 2004 13 – Bindingar skapa proforma. Hevur tú avmarkingar, fært tú eisini avleiðingar. Við verandi bindingum um, at fiskurin skal bjóðast út og seljast í Føroyum, sleppur marknaðurin ikki at endurspegla seg, sigur Olaf Olsen, reiðari og nevndarlimur í Fiska- marknaði Føroya UPPBOÐSSØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Olaf Olsen, reiðari, hevur verið nevndarlimur í Fiska- marknaði Føroya, síðan marknaðurin sá dagsins ljós fyrst í nítiárunum. Hann hevur eisini verið nevndarformaður í felagn- um í fleiri ár og eri fram- vegis í nevndini, nú Óli Jacobsen er nevndarfor- maður. – Eg eri ikki so samdur við Árna Joensen, for- manni í Ráfiskaseljarafel- agnum, men taki hinvegin undir við tí, sum John Niel- sen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur um viður- skiftini. Skapa proforma Olaf sigur, at nevnd og leiðsla hava ongantíð ynskt sonevndu proforma-sølurn- ar, sum vit dagliga hoyra um, men hesar eru tvingað- ar inn á felagið við teimum politisku bindingunum, sum liggja á fiskasølu og fiskakeypi í Føroyum. – Bindingar skapa pro- forma, tá ið lítið fæst fyri fiskin. Í stuttum kann sig- ast, at hevur tú avmarking- ar, so fært tú eisini avleið- ingar. Við verandi binding- um um, at fiskurin skal bjóðast út og seljast í Føroyum, sleppur markn- aðurin ikki at endurspegla seg. Tí fært tú virðisbroyt- ingar. Reiðarin heldur, at sam- røðan, sum Sosialurin hevði við Árna Joensen leygardagin, byggir ov nógv á forhonds-treytir, t.v.s. treytir, sum ikki eru galdandi í dag. – Eg trúgvi ikki, tað verður nakað øðrvísi við eini nýggjari uppboðssølu, soleingi verandi bindingar eru á sølu og keypi av fiski. Olaf sigur, at verða broyt- ingar framdar, sum loyva útlendingum at bjóða uppá fiskin, sum boðin verður út í Føroyum, henda eisini broytingar við verandi upp- boðssølu. – Kemur ein nýggj upp- boðssøla sum við færri bindingum fer at virka bet- ur enn verandi, høvdu hesar broytingar eisini komið við Fi s k a m a r k a m a r k n a ð i Føroya. Reiðarin heldur tí, at Árni tosar um viðurskifti, sum ikki eru galdandi í dag. – Men verða hesi viður- skifti broytt, hava vit jú eina heilt aðra støðu og heilt aðrar møguleikar, leggur hann dent á. Fáa vit tvær uppboðs- sølur, heldur Olaf, at vit neyvan fara at hava tvær uppboðssølur leingi, tí tá fer onnur helst at halda uppat aftur, áðrenn langt um líður. Uttanlandssølur Olaf Olsen heldur tað vera spell, at marknaðarprísirnir á upsavørum skulu vera so lágir. – Tað er keðiligt, at tað ikki gongur betur hjá virkj- unum. Men er gongdin trupul hjá virkjunum, er hon tað so sanniliga eisini hjá skipunum, sum serliga fáa so lítlan prís fyri upsa. Reiðarin vísir á, at skip- ini klára seg ikki sum er. – Eg haldi ikki, at úrslitið av beinleiðis sølum uttan- lands, er serliga gott. Hetta er í hvussu er ikki tær royndir, vit hava. Okkara skip hava verið uttanlands nakrar ferðir, men tað er næstan ikki komið fyri, at hetta hevur loyst seg betur enn at leggja fiskin upp í Føroyum. Hann vísir á, at prísirnir á marknaðunum uttanlands vanliga er ógvuliga skift- andi, og tað kostar so sanni- liga eisini at landa og selja fiskin í øðrum landi. – Vit missa fiskidagar, og haraftrat kostar tað at sigla, sigur hann. Olaf Olsen sigur, at P/F Beta hevur ikki havt góðar royndir av at sigla av land- inum við fiskinum. – Tað hevur loyst seg bet- ur hjá felagnum at lagt fisk- in upp, koyrt hann í bingjur og sent hann av landinum, sigur reiðarin og nevndar- limurin í Fiskamarknaði Føroya. – Eg vænti, at hetta verður eitt trupult ár hjá partrolarunum. Um vit kunnu vænta tvingsilssølur, veldst um, hvussu væl skip- ini og reiðaríini eru konsolideraði, sigur Olaf Olsen, reiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er torført at gera sær eina veruliga mynd av upsaprísunum, tí nógvur fiskur verður keyptur á uppboðssølu, sum fer óvirkaður av landinum. Prísirnir eru tískil ikki eftir- farandi, tí í nógvum førum verður fiskurin keyptur av teimum somu, sum bjóða hann út. Síðan verður hann seldur av landinum. Olaf Olsen, reiðari, hel- dur, at miðalprísurin á upsa í løtuni liggur um 3,50-4 krónur fyri kilo, og tað er kanska eitt vet hægri, enn hann hevur verið. – Eg haldi, at prísurin var komin so langt niður, sum hann kundi koma, og tí er hann nú kvinkaður eitt pinkalítið sindur. Vit skulu helst eini 20 ár aftur í tíðina fyri at finna ein so lágan upsaprís, sum hann hevur verið nú í longri tíð. Reiðarin vísir á, at prís- urin á upsanum veldst eis- ini um støddina, og upsin hevur leingi verið ógvuliga smáur. Nógv reyðæti Hann sigur, at slagið plagdi at verða betur, tá ið skipini royndu á djúpari vatni, men hetta vísir seg ikki at gera nakran serligan mun nú. – Nú royna skipini van- liga á 200-250 favna dýpi, og her plagdu tey at fáa frægari slag. Kanska er slagið heldur frægari, men munurin er lítil. Olaf sigur, at nógv hevur verið til av smáum upsa og spurdur, hvar tann stóri fiskurin er, sigur hann, at tað hevur hann einki boð uppá. – Eg haldi, at fiskurin veksur eitt sindur seinni nú, enn hann hevur gjørt, tá ið umstøðurnar eru betur. Hinvegin siga teir, sum sigla við skipunum, at nógv reyðæti hevur verið at sæð seinastu tíðina í mun til fyrr í vetur, tá ið einki var at síggja. Vit kunnu tí vóna, at náttúruviðurskiftini aftur fara at laga seg sum fræg- ast, so fiskurin fær nóg mikið at eta. Trupult ár Reiðarin sigur, at trolararn- ir, Bakur og Stelkur, hava fingið umleið somu nøgd higartil í ár sum í fjør, men miðalprísurin hevur verið lægri í ár. Hann vísir á, at partrolar- ar partvís hava roynt eftir hvítum fiski, nú upsaprís- urin hevur verið so lágur, men hann ivast í, um hvíti fiskurin kompenserar fyri tað, skipini missa í upsan- um, tí nøgdirnar av upsa hava verið so stórar. – Hetta kann eydnast við- hvørt, men spurningurin er, hvat roynist í longdini, sig- ur reiðarin. Samanumtikið væntar Olaf, at hetta árið verður trupult hjá partrolaraflotan- um við áhaldandi lágum upsaprísum. – Eg vænti, at tað verða fleiri skip, sum ikki fáa endarnar at røkka. Spurdur, um hann væntar tvingsulssølur, sigur hann, at hetta veldst um, hvussu væl skip og reiðaríir eru konsoliderað tey árini, raksturin gekk betur. – Men tað er greitt, at við verandi gongd verður eing- in peningur spardur upp til íløgur í nýggj skip, sigur Olaf Olsen at enda. Avmarkingar skapa avleiðingar - Eg trúgvi ikki, tað verður nakað øðrvísi við eini nýggjari uppboðssølu, soleingi verandi bindingar eru á sølu og keypi av fiski, sigur Olaf Olsen, reiðari Eitt trupult ár hjá partrolarunum – Við verandi gongd verður eingin peningur spardur upp til íløgur í nýggj skip, sigur Olaf Olsen, reiðari Mynd: Vilmund Jacobsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá okkara góða kona, mamma, omma, langomma og olduromma Sanna við Garð doyði og varð jarðað. Tøkk fyri køkur, blómur, kransar og minnisgávur til Sambýlið á Heygnum. Ein serlig tøkk til heimasjúkrasystrar og starvsfólkið á Sambýlinum á Heygnum. Familjunnar vegna John Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona mín Maria Holm Marstein andaðist og varð jarðað. Tøkk til heimarøktina og til tykkum á Lágargarði, sum vísti henni kærleiksfulla umsorgan. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til barnalegurnar á Zarepta og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Hákun Tøkk Hjartaliga takka fyri sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Bette Nysted Hansen Leirvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum.Tøkk til Bjarna Bæk, dómpróst, Una Næs, prest og Sylverius Jacobsen fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar og gravarar.Tøkk til Missiónshúsið og øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina.Tøkk fyri uppringingar og blómur og kransar og tøkk øll tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Karl, Jógvan, Rasmus, Nella og Sverri Hesar hava fingið prógv sum heilsuhjálparar á Heilsuskúlanum á Tvøroyri. Aftast frá vinstru: Ása Holm Porkeri, Annika Justinussen Hoyvík, Jensina av Húsabrúgv Argir, Kristina Johansen Nólsoy, Ruth Berg Hvalba, Mary Hansen Miðvágur, Anna Maria Høgnisen Hósvík, Ása Brattaberg Vágur, Ingeborg Simonsen Hoyvík, Bergtóra Danielsen Saltangará, Svea Durhuus Vestmanna, Elken Simonsen Hvannasund, Mia Olsen Strendur, Elsuba Petersen Viðareiði og Sigrun Petersen Fuglafjørður. Fremst frá vinstru: Gudrun Jacobsen Sørvágur, Jacobina Niclasen Hvannasund, Elin Hansen Glyvrar, Berghild Olsen Trongisvágur og Katrin Olsen Eiði Heilsuhjálparar fingið prógv Barometrið, væl umtókta sendingin hjá Útvarpi Føroya, byrjaði aftur týsdagin 1. juni. Eins og undanfarin ár verður talan um lættar og undirhaldandi sendingar Ein kanning, sum bleiv gjørd í fjør, vísti, at Baro- metrið hevur flest lurtarar aftaná tíðindi hja Útvarpi Føroya. Eins og undanfarin ár verður talan um lættar og undirhaldandi sendingar. Á skránni verða firmakapp- ingar og aðrar spurnar- kappingar. Sum nakað nýtt verður nú eisini ringt til ávísar kendar persónar, sum lurtararnir sjálvir skulu tosa við og finna út av hvør hann ella hon er. Vertirnir á Barometrinum eru: Rúni Jákupsson og Bjarni Mohr, og reportarar eru: Kári Sólstein og Heri Jacobsen. Barometrið verður sent týsdag til fríggjadag frá kl. 15-17. Sent verður til fyrstu vikuna í september. Útvarp Føroya: Barometrið er byrjað aftur Reportararnir á Barometrinum, Kári Sólstein og Heri Jacobsen, við nýggja Opel Zafira OPC, sum P/F Meinhardt Arge hava sponsorerað til sendingina Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12