Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tær hava gjørt vart við seg inni á Facebook vanga­mynd­ ini hjá Elin Vang. »ÁVARING...... Til øll for­ eld­ur at børnum, sum eiga FIFA 2014. Power points er lima­gjald, ein kann gjalda, so man kann keypa spælarar í FIFA, kostar 149,- um mdr. Vit eru púra tikin vid nøsini av hes­um, og hava funnid útav at sony network hevur trekt okkum fyri stóra upphædd, 5700 kr.«. Soleiðis skrivar Elin J. Vang klokkan umleið 20.00 miku­dagin. Og umleið ein tíma seinni svarar Marjun Sørensen aftur. »Elin, prøva og skriva ein teldu­post til tey og forklára tykk­um, tað gjørdu vit tá ið okkara lítlu sjeikar (av ávart, tí teir ikki vistu hvat teir gjørdu, og foreldrini ikki høv­du set kodu á) høvdu keypt til okkurt spæl inni á app store, vit fingu allan pen­ ingi­n aftur Vert at royna (for­ eldr­ini hava nú set kodu á)«. Elin Vang liggur ikki leingi á boð­unum, og svarar aftur. »Takk Marjun, eg havi longu skriva mail, men eftirfylgjandi blíva peng­ar vid at fara av, also í kvøld, hettar eru so stórar upp­ hædd­ir hvørja ferd, 745 kr, 747 kr, 525 kr, heilt vilt..... Og onki limagjald er eingongd so høgt..... Havi stongt kortid nú, so burdi tad stedga.« Síðani bjóðar ein annar inn við sínum royndum og vís­ir á at: »Sony og Apple er ikki sama firma, um tú sipar til app­store hjá Apple. Havi verið úti fyri tí sama og fekk allar pengarnar aftur frá Apple tá ið eg greiddi teim­um frá trupulleikanum. Veit ikki um Sony eru líka laga­lig­ir, men vert at royna. Forrestin, er tað Sony, ella EA Sport, ið framleiður Fifa- spøl­ini, sum fáa pengarnar tá ið man keypir inni í spæli­ num?«. Fólk skulu kenna vandan Marjun Sørensen greiðir frá, at hon hevði latið trý ára gamla sonin spælt við ein iPod. - Hann situr stillur og spæl­ir, og tað, sum vit ikki san­sa, er, at hann kann keypa seg víðari, um hann gerst fast­ur á einum level, sigur Marj­un Sørensen. Hetta ber til inni á App­ store, og tá sonurin bert er trý ára gamal, dugir hann ikki á at skyna, at pengar fara av kortinum hjá for­ eldrun­um, hvørja ferð hann keypir inni á Appstore. - Vit varnast so nakrar dag­ar seinni, at tríggjar ferð­ ir fýrahundrað og nakr­ar krónur eru farnar av korti­ num við bara fáum minutt­ um ímillum, sigur Marjun Søren­sen. Tey royndu so at skriva til App­store beinanvegin sama kvøld­ið, tey varnaðust hetta, og tey fingu skjótt svar. - Longu tá vit vóru uppi morgun­in eftir, lá svar í teldu­postinum. Har var sagt við vøkrum orðingum, at tey skuldu gjalda peningin aftur, men so máttu vit syrgja fyri, at fáa kotu setta á, so børnini ikki frameftir kundu keypa Áki Bertholdsen Foreldur er blivin raskari at seta børn í trygdarbelti í bilinum, og tað ásannar løg­regl­an eisini, tá ið kann­ing­ar regluliga verða gjørd­ar við skúlarnar í landi­num. Hósmorgunin kannaði løg­reglan bilar við skúlar í Havn, og har varð stað­ fest, at støðan var heilt góð, tí flestu børnini sótu í trygd­ar­belti. Men eitt, sum leyp í eygu­ni á løgregluni, var, at hóast børnini sótu í trygd­ar­belti, høvdu nógv teirra eisini skúlataskuna á ryggi­num. Og løgreglan ger vart við, at hóast børn sita í trygd­ar­belti, eru tey ikki trygg, tá ið tey samstundis sita við skúlataskuni á ryggi­num. - Tá ið tey hava skúla­ taskuna á rygginum, er høvd­ið rættiliga langt frá nakka­stútt­unum og tá eru tær ikki til nakra nyttu, skuldi ein samanstoytur verið Sostatt er ferðslu­trygd­ in hjá børnunum í vanda, helst mest tí, at foreldrini ikki hugsað um vandan, ið kann standast av, at tey sita við skúlataskuni á rygginum. Løgreglan hevur ikki givið bilførarum bót fyri hetta, men fýra bilførarar átalu fyri at lata børnini sita við skúlataskuni á ryggi­num. Men harafturat vóru onkr­ir einstakir bilførarar tikn­ir fyri at tosa í far­tele­ fon. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Mikudagin gjørdi løg­regl­ an ferðslu­kann­ingur, og tað rakti eina unga kvin­ nu serliga meint. Ferðslukanningarnar vórðu gjørdar inni í Eystur­oy, og har vórðu átta bil­førarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koy­ra ov skjótt, og tveir fingu bót. Men serliga ein bil­ førari varð hart raktur. Tað var ein ung kvinna, sum koyrdi 116 kilometrar um tíman á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80. Tað merkir, at hon missur koyrikortið. Men fer hon upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mán­aðir eru farnir og klár­ar royndina, fær hon tað aftur. Løgreglan sigur, at unga kvinnan hevur havt koyrikort í átta dagar, so hon fekk ikki nógva gleði av tí. Men av tí, at hon hevði havt koyrikortið so stutt, fekk hon koyriforboð á staðnum og mátti tískil seta bilin, tá ið hon varð tikin. Jón Klein Olsen, vara­ politi­kommiser­ur segði í gjár við Rás2, at tá ið eitt dømi sum hetta tekur seg upp, kann mann ivast í, hvussu stór nytta er í áhald­andi upplýsingini um ferðslu. aki@sosialurin.fo Foreldur seta børn í vanda Hevði koyri­ kort í átta dagar – og misti tað Ferðsla Børn, ið sita í trygdarbelti við skúlatasku á bakinum, eru ikki trygg Ferðsla Ung kvinna fekk koyriforboð á staðnum, har hon varð tikin Ávara móti internet spølum Netspæl Elin Vang við Norðskála og Marjun Sørensen av Eiði ávara báðar móti internetspølum, sum kunnu taka fólk fullkomiliga við nøsini. Eisini Jóhanna Vang í Kvívík hevur kent sviðan av tí sama Eyðun Klakstein Ein einføld trygdarskipan kann forða fyri, at tú ella børn­ini hjá tær av óvart koma at keypa spøl ella inni í spølum, sum verða brúkt á teldlum ella telefonum. Tað er skjótt at koma galið í býin, tí skipaninar og spølini á teldlum og snild­ fonum hjá Apple eru gjørd soleiðis, at tað skal verða einfalt og lætt at keypa. Tað vanliga er, at fólk gera sær ein profil á iTunes, sum er stóri marknaðurin hjá Apple, og umvegis hend­ an profil keypa spøl, appir ella forrit. Eitt gjaldskort og loyniorð verða knýtt at iTunes profilinum, men tað kann gerast so lætt, at tað eisini ber til at keypa nógva vøru uttan stórvegis ávar­ ing­ar ella áminningar um loyniorð ella pinkotu. iPaddar og iPhones verða latin brúkarum við møgu­ leikan at keypa inni í spølum – sonevnt ”In app purchase”. Hetta verður vanliga brúkt, tá ið fólk taka ókeypis spøl nið­ur, men síðani kunnu keypa sær betri atgongd ella størri møguleikar inni í spæli­num. Og her er tað, at børn kunnu koma til at keypa fyri nógvar túsund krónur, áðr- enn foreldrini varnast. Nógv dømi er um, at hetta er hent. Børnini vita loyniorðið hjá for­eldrunum, ella foreldrini hjálpa børnunum at keypa okkurt spæl, og síðani lata gjalds­kortið verða hangandi at brúka víðari. Børnini, ið ivaleyst ikki vita betur, kunnu so key­pa inni í spølunum fyri at fáa meira burtur úr spæli­num. Men tað eru ikki spæli­peng­ ar, tey brúka, men veruligar krónur og oyru. Soleiðis steðgar tú Netspæl Tú kanst við einum loyniorði forða fyri, at børnini keypa spøl ella keypa inni í spølum á teldlinum ella snildfonini