Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Síðani 2003 hevur Jón Fríðrik Kjølbro verið dómari í Eystara Landsrætti. Eitt starv, sum hann hevur stór­ trivist í. Tí hugsaði hann ongan­tíð av álvara um tað, tá starv­ið sum danskur dómari í Evrope­iska Mannarættinda­ dóm­stóli­num varð lýst leyst. Men týskvøldið gjørdist al­menn­inginum kent, at hálvi kunoyingurin og hálvi klaksvíkingurin hevði fing­ ið nýtt og forkunnugt starv. In.fo staðfesti stutt og greitt: »Jón Kjølbro dómari í Stras­ burg«. Frammanundan var greitt, at 70 ára gamli danin Peer Lorenzen, sum hevur havt starvið seinastu 15 ár­ ini, takkaði fyri seg í Evro­ pe­iska Mannarættinda­dóm­ stóli­num, og nýggjur dómari skuldi setast. - Eg hevði ikki planlagt at søkja starvið. Eg havi stór­ trivist í Eystara Landsrætti. Og eg søkti heldur ikki starv­ ið í fyrstu atløgu, greiðir Jón Fríð­rik Kjølbro frá. Tað var í roynd og veru ikki fyrr enn starvið varð lýst leyst fyri aðru ferð, at hann sendi sína um­sókn avstað. - Kona mín og eg tosaðu ting­ini sera væl ígjøgnum, áðr­enn eg tók avgerðina. Tað var ikki fyrr enn starvið varð lýst leyst umaftur, at eg søkti, sigur Jón Fríðrik Kjøl­ bro. Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so er Jón giftur Guðruni, sum eisini er úr Føroyum. Tey hava tríggj­ ar synir, tveir teirra búgva heima. Tískil verður tað bara Jón sjálvur, sum í fyrstu at­ løgu flytir til Strasburg. Framíhjárættur og dreymastarv Jón viðgongur, at nýggja star­v­ið er helst mest krevj­ andi uppgávan, sum tú kanst fáa sum dómari. - Hetta verður avgjørt ein spennandi uppgáva og ein fantastisk avbjóðing. Eg síggi tað eisini sum ein framí­hjárætt, sigur Jón, sum nevnir starvið sum manna­ rætt­inda­dómari í Strasburg sum eitt av tveimum dreyma­størv­um. - Tað er hetta starvið og so starvið sum dómari í Hægsta Rætti, sigur Jón, sum inn til 2023 verður danskur manna­ rætt­indadómari í Stras­burg. Starv­ið verður nevniliga sett fyri níggju ár í senn. Nam við Strasburg undir starvsvenjing Jón Fríðrik Kjølbro byrjaði at lesa løgfrøði í seinnu helvt av áttatiárunum. Í 1992 var hann í starvsvenjing í danska løg­málaráðnum – og tá hevði hann óbeinleiðis tilknýti til Manna­rættindadómstólin í Stras­burg, har hann nú fer at starvast. - Ein av uppgávunum hjá mær, tá eg var í starvsvenjing, var at gera frágreiðingar og samandráttir av dómum sagd­ir í Mannarættinda­dóm­ stólinum í Strasburg. Manna­ gongd­ir­nar vóru so nógv øðr­vísi tá, dómarnir vóru færri og fólk vistu minni um manna­rættindadómstólin. Løg­málaráðið hevði sum upp­gávu at kunna um nýggj­ ar dómar, so eg gjørdi saman­ drátt­ir og frá­greið­ingar, sum vórðu sendir til dómarar og bý­rættir í Dan­mark. Í dag er tó alt at finna á netinum, fortelur Jón Fríð­rik Kjølbro, hvørs áhugi fyri manna­rætt­ indum av álvara varð kveikt­ ur tá. Eftir hetta starvaðist Jón í tvey ár hjá Sorinskrivaranum í Føroyum, áðrenn hann fekk eitt starv í lógardeildini hjá danska løgmálaráðnum. - Har skuldi eg arbeiða við mannarættindum, og tað havi eg gjørt líka síðani. Tað hevur ongantíð verið ein plan frá byrjan, men næstan alt, sum eg havi gjørt síðani eg varð liðugur at lesa, hevur ver­ið ein fyrireiking til hetta starv­ið, eg nú havi fingið. Alt, eg havi gjørt, kann bein­leið­is ella óbeinleiðis setast í samband við tað, eg nú skal, sigur nýggi danski mannarættindadómarin í Stras­burg, sum eisini eitt skifti hevur verið dómari i Før­oya Rætti. Ikki bara arbeiði Í 2005, tá Jón hevði verið dómari í Eystara Lands­rætti í tvey ár, var drúgv sam­ røða við hann í Sosiali­num, ið danin Brian Grone­mann, sum millum ann­að hevur undirvíst á Studenta­skúla­ num í Hoy­døl­u­m og á Fróð­ skap­ar­set­ur Føroya frá 2003 til 2005, gjørdi. Hann lýsti Jón Fríðrik Kjølbro soleiðis: »Jón Fríðrik Kjølbro er en mand med mange kasketter. Han er dommer, når han er på arbejde. Han er familiefar, når han er i hjemmet, og han er en stærkt engageret kirkens mand i fritiden. Han er dansker, men mest når han er på Færøerne; og han er færing, men mest når han er i Danmark. Så mange roll­ er ville gøre en dansker helt rundt på gulvet, men ikke en fær­ing«. Í dag sigur Jón, at hann ætl­ar sær framvegis at hava tíð til annað enn ar­beiði, nú hann er vorðin manna­rætt­ inda­dómari. - Eg havi altíð tikið mær tíð til annað enn arbeiði. Tað rokni eg eisini við, at eg fari at gera nú. Eg komi at taka mær stundir til tað, sum eg meti er vert at brúka tíð uppá, sigur Jón Kjølbro og nevnir fyrst og fremst familju­na og samkomuna. rolant@sosialurin.fo MANNA­RÆTTINDADÓMARI Fantastisk avbjóðing Sum starvslesandi undir løgfrøðilesnaðinum var ein av fyrstu uppgávunum at skriva samandráttir av dómum, sagdir í Mannarættinda­dómstólinum. Næstu níggju árini skal Jón Fríðrik Kjølbro sjálvur fella dómarnar, tí hann er nýggjur mannarættindadómari í Strasburg. - Alt, sum eg havi gjørt í mínari yrkisleið, hevur verið ein óbeinleiðis fyrireiking til nýggja starvið, sigur hann Soleiðis fekk hann starvið Jón søkti starvið sum danskur dómari í altjóða Mannarættinda­ dómstólinum í Strasburg aðru ferð, tað varð lýst leyst at søkja. Men mannagongdin við starvssetanina er nakað torgreiddari í mun til flest onnur størv. Tað er Dommer­ud­nævnelses­ rådet, sum telur fimm limir, sum við­ger allar starvsumsóknirnar. Tey velja so tríggjar umsøkjarar út, sum tey meta vera best skikkaðar. Hesar tríggjar umsóknirnar verða síðani latnar Ansættelsesudvalget at taka støðu til. Um hesi eru samd og halda, at talan er um skilagóðar umsóknir, verða tær sendar einum ráðgevandi pallborði, sum síðani hyggur øll nøvn, umsóknir, CV og annað ígjøgnum. So er tað danska stjórnin, sum sendur nøvnini til Evroparáðið, har ein serligur arbeiðsbólkur kallar tey innstillaðu til samrøðu í París. Eftir samrøðurnar ger arbeiðsbólkurin eitt tilmæli, sum síðani verður sent Evropatinginum. Og tað vórðu hesi, sum týsdagin greiddu atkvøðu og valdu Jón Fríðrik Kjølbro at vera danskur dómari í Mannarættinda­ dómstólinum í Strasburg.