Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 • hósdagur • 03. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Holland vann vænt- aða sigurin á føroyska fótbóltslandsliðnum, men talan gjørdist ongantíð um nakra eyðmýking, og hóast tungu fráveruna, so stóð nýskipaði mið- vøllurin royndina LANDSDYSTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Týskvøldið stóð føroyska fótbóltslandsliðið fyri einum av sínum allar størstu avbjóðingum nakr- an tíð. Gaman í var talan bara um venjingardyst, men við hollendsku mega- stjørnunum hinumegin miðlinjuna, er einki at taka seg aftur í, um onkur av føroysku leikarunum hevði hug at hveppast eitt sindur. Kluivert, van Nistelrooy, Davids og Cocu fyri bert at nevna nakrar, teljast allir millum virðismiklastu leik- ararnar í okkara heimsparti, og tá so føroyska liðið enn- tá var skert við avboðum frá millum øðrum báðum miðvallarmotorunum, vóru tað fleiri, sum høvdu alt annað enn góðar vónir undan dystinum. Óttin er burtur Í so máta mundi dysturin týskvøldið geva eitt greitt tekin um, hvussu langt føroyskur landsliðsfótbólt- ur í veruleikanum hevur flutt seg. Eftir at fleiri av leikarunum mugu sigast at hava heilt drúgvar royndir á altjóða pallinum, eins og yngru menninir meira ella minni eru uppvaksnir við at spæla móti komandi stór. Sjálvandi er virðingin fyri mótstøðuni til staðar – tað skuldi bara mangla. Men hon er ikki so ovurhonds stór, sum hon onkra tíð fyrr hevur verið, og kanska er tað einamest á áskoðarasíðuni, at hesin óttin fyri stórtapum og eyðmýkingum framvegis livir. Spælararnir hava í øllum førum ferð eftir ferð prógvað, at teir eru sína uppgávu vaksnir, og sum bæði nú- og fyrrverandi venjarin so ofta hava sagt, so kemur sensatiónin fyrr ella seinni. Hollendskt bóltflytarí Men fyri at koma aftur til dystin, so var tað ikki so ofta sjónligt, at hetta vóru nakrir av heimsins bestu leikarum, sum okkara vóru uppi ímóti. Fyrsta korterið ella har á leið tóktust okkara vera undir stórum trýsti, men tað er nú ikki so nógv meira enn tað, sum vit eru von við. Hesaferð kundi tó gingið galið, um ikki ein vinarligur sveisiskur linju- veri hevði vinkað van der Vaart rangstaddan, ella um Jákup Mikkelsen ikki hevði refleksbjargað royndini frá Cocu. Men nullið helt sær á talvuni, og so líðandi byrj- aði ferðin á hollendska spælinum at falla. Ein av orsøkunum til hetta mundi eisini vera, at føroyska liðið í nógvar mátar var sera væl skipað. Zonu-spælið í bæði verju og álopi riggaði nær- um perfekt, soleiðis at okk- ara í stóran mun stóðu rætt, heldur enn at skula renna eftir mótstøðuni, og tí gjørdist talan í longum løtum um hollendskt bólt- flytarí, sum sjáldan gjørdist veruliga vandamikið. Teir megnaðu nakrar ferðir at koma út á kantarnir, so- leiðis at innlegg spurdust burturúr, men har sýndu Óli og Poul, at teir eins væl og Kluivert og van Nist- elrooy kundu nýta ytru síð- una av høvdinum, og so spurdist ikki stórt meira burturúr. Soleiðis sum spælið nú lagaði seg, so tóktist tað greitt, at onkur góð detalja skuldi til, fyri at opna føroysku verjuna, og hesari stóð ungi van der Vaart fyri á hálva tímanum. Súni Olsen fekk ikki tacklað nóg væl, tá ungi Ajax-leikarin tók ímóti við rygginum móti málinum, og eftir at hava snarað gøtumannin av sær, langaði hann til, og tó at Jákup var nær við, so fekk hann ikki vart fyri stiklandi bóltinum. Stjørnusett B-lið Seinasta korterið av hálv- leikinum gekk aftur meira ella minni í tómgongd. Hollendingarnir tóktust framvegis hava hug at fáa eyðkenda passing-spælið at koyra, men partvíst var ferðin ov lág til, at hetta skuldi opna føroyska liðið, og partvíst lupu okkara ongantíð framav, soleiðis at liðið kundi yvirspælast Holland-Føroyar 3-0 (1-0): Góðkent avrik Vit kláraðu okkum væl Toftamaðurin í B36, Arnbjørn Danielsen, var týskvøldið við aftur á føroyska landsliðnum fyri fyrstu ferð í tvey ár, og hann var væl nøgdur við føroyska avrikið LANDSLIÐSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mikumorgunin fingu vit umvegis fartelefonina fat- ur á Arnbjørn Danielsen, tá ið hann saman við rest- ini av landsliðshópinum stóð í bíðirøð á flogvøllin- um í Geneve at fáa sítt viðføri innskrivað. Stórt upplivilsi Spurdur um hvussu tað var at verða aftur á føroyska landsliðnum, sigur Arn- bjørn Danielsen: - Tað er altíð stuttligt at verða á landsliðnum, og tá ið mótstøðuliðið er Holland, er talan um eitt satt upp- livilsi, sigur toftamaðurin, ið var á høgra bakki frá fyrsta bríksli. – Eg haldi eisini, at tá ið man spælir ímóti einum so sterkum liði sum Hollandi við so nógvum heimsstjørnum, so ræður tað um at njóta løt- una, sigur Arnbjørn Dani- elsen, sum gjørdist rættu- liga bilsin, tá ið hann frætti, at hann var úttikin. Um sjálvan dystin sigur Arnbjørn, at teir vóru fyri- reikaðir upp á, at hollend- ingarnir vóru øgiliga sterk- ir, og tí var tað umráðandi hjá føroyingunum at verða væl skipaðir í verjupartin- um. - Eg haldi, at vit klár- aðu okkum væl, serliga fyri steðgin. Tó mistu vit luft- ina í byrjanini av seinna hálvleiki, tá ið teir senda eitt heilt nýtt og úthvílt lið á vøllin, sigur Arnbjørn og leggur afturat, at eftir hans- ara tykki var "b-liðið" hjá Hollandi betur enn "a-lið- ið". - Eg haldi til dømis, at álopsparið eftir steðgin (Roy Makaay og Pierre van Hooijdonk blðm.), komu betur frá tí enn Ruud van Nistelrooy og Patrik Klui- vert gjørdu tað í fyrra hálv- leiki. Hann heldur, at høvdu hollendingarnir ikki skift alt liðið út í steðgin- um, er væl møguligt, at úr- slitið hjá okkum hevði ver- ið enn betur. Tá ið vit spyrja Arn- bjørn, um man hugsar um, hvørjir leikararnir eru á mótstøðuliðnum, sigur hann: – Undan dystinum, tá ið man heilsar upp á mótstøðuleikararnar, bítur tú sjálvsagt merki í, at tað eru menn sum van Nistel- rooy, Kluivert, Stam og Davids, sum tú skal dystast við, men tá ið dysturin er farin í gongd, hugsar tú ikki um tað, sigur B36- leikarin at enda. Rógvi Jacobsen, sum týskvøldið leikti sín dyst nummar 25 á føroyska landsliðn- um, helt hollendska landsliðið verða nógv tað besta liðið, ið hann nakrantíð hevur leikt ímóti LANDSLIÐSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Klaksvíkingurin sigur í telefonini úr Sveis, at eftir hansara tykki var ikki so nógv at gera, tí hollendska liðið var so mikið sterkt. Nógv rennarí Rógvi, ið sum vant leikt í vinstra borði á miðvøllin- um, sigur: – Eg haldi, at vit kanska kundu staðið eitt sindur longur frammi á vøllinum, tí av tí at vit stóðu so aftarlaga, fingu vit als ikki skapt nakað frammi á vøllinum, tí tað var so langt niðan. Men teir eru øgiliga sterkir, og tí eru vit trýstir. Tað merkti so eisini, at tað hjá okkum gjørdist talan um rættuliga nógv rennarí uttan bólt, og tað merkist í beinunum í dag, sigur Rógvi Jacob- sen. Sjálvur heldur Rógvi Jacobsen, at saknurin var stórur í eitt nú Julian Johnsson og Fróða Benja- minsen á miðvøllinum, men hann sigur tó, at teir nýggju menninir komu stak væl frá uppgávuni. Klaksvíkingurin í HB sigur eisini, at talan var um eitt stórt upplivilsi at leika móti hollendsku stjørnunum. – Tað eru kend nøvn, ið vit spældu ímóti, og tað er einki at ivast í, at hatta er nógv tað besta liðið, ið eg nakrantíð havi spælt ímóti. Tó haldi eg ikki, at vit vóru so nógv trýstir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki stóð nógv á, sigur Rógvi Jacob- sen, sum heldur dystin verða eina góða roynd undan dystinum móti Fraklandi í heyst. Góð roynd til dystin móti Fraklandi uppi á vøllinum. Til seinna hálvleik vóru stórar broytingar at síggja á hollendska liðnum. Broyt- ingar av tí slagnum, sum ofta verða skuldsettar fyri at oyðileggja venjingar- dystir. Dick Advocaat skifti nevnliga tíggju av ellivu leikarum út í steðginum, og einasti av teimum yvirliv- andi – Michael Reiziger – var eisini skiftur út eftir góðum korteri, soleiðis at Holland eftir steðgin mest av øllum spældi við tí, sum má rópast eitt B-lið. B-lið ella ikki, so gjørdi hetta ikki føroysku uppgáv- una lættari á nakran hátt. Og tað sigur eisini nakað um hollendsku styrkina, at menn sum Seedorf, Over- mars, Zenden og Makaay vóru at finna á sonevndu B-liðnum. Ikki minst tóktist tað skapa nakað væl meira av ferð, at Seedorf nú var tann, sum skipaði hollendska spælið. Hann er kanska ikki ein eins eyðsýndur einstak- lingur sum van der Vaart er tað, men hinvegin megnaði hann í nógv størri mun at seta ferð á bóltflytingarnar, og fleiri ferðir vóru okkara um ein háls, tá Milan leik- arin tagaði føroysku verj- una upp við neyvu sendingum sínum. Andrew kundi selt seg Og tað gav eisini at bíta seks minuttir eftir steðgin, tá Seedorf sendi Overmars avstað, soleiðis at hesin kundi leggja flatt til Makaay, men undan hesum hevði Andrew av Fløtum givið stjørnunum ein ord- ans skelk. Føroyar høvdu valla havt tað, sum líktist einum veru- liga gjøgnumspældum álopi allan dystin, og sum so var heldur ikki talan um nakran møguleika, tá Andr- ew fekk bóltin eftir fýra minuttum. Bouma mundi heldur ikki varnast vandan, tá hann bara skermaði einsamalla álopsmannin inn eftir vøllinum, men hann fekk annað at síggja. Onkra staðni millum 25 og 30 metrar úr málinum høgdi havnarmaðurin til, og sat skotið bara ein hálvan sentimetur lægri, so høvdu Føroyar javna. Ístaðin kundi ein spraklandi Waterraus í hollendska málinum gleðiliga staðfesta, at bólt- urin brast niður í svørðin fáar sentimetrar uttan fyri strikuna, og so slapp Hol- land undan ringastu eyð- mýkingini. Veruliga eitt skot av tí slagnum, sum kann selja ein leikara, og so er spurningurin, hvørt onn- ur og størri feløg enn Frem- ad Amager fáa hug at síggja skotstyrkina hjá Andrew eftir hetta. Fáar minuttir eftir hevði Makaay sum sagt økt um leiðsluna, og tá Overmars so við eitt sindur av hepni fekk eitt avrættað skot í føroysku meskarnar, var sigurin av álvara staðfestur. Sokallaða B-ketan spældi seg eisini til fleiri aðrar møguleikar, og serliga See- dorf mundi ynskja Jens Martin langt burtur, men málverjin, sum nú aftur hevur topphúgvuna á høvd- inum, gav fleiri dømi um, at hann framvegis er maður fyri at verja málið, tá al- tjóða uppgávurnar standa á skránni. Týdningarmiklar royndir Og sum dysturin leið, so fekk seinni hálvleikurin eisini skapið av tí fyrra, tá talan í stóran mun gjørdist um bóltflytarí. Hetta gav eisini føroysku venjarunum høvi til at seta nakrar ungar leikarar við fáum royndum inn á vøllin. Her kundi tað kanska tykj- ast heldur keðiligt, at Vagn- ur og Pauli ikki fingu meira tíð enn tað sama á vøllin- um, men hinvegin var hetta eisini skilligt. Bæði tí venj- ararnir helst vildu halda John sum bindingarlið inni á vøllinum í dystinum longst gjørligt, og tí tað ikki varð hildið ráðiligt at gera nakrar broytingar í verjupartinum, har tað var mest upplagt at seta Vagn inn. Saman við Kára fingu teir báðir tó sín fyrsta landsdyst, og bara tað at vera við í hesum gevur so í øllum førum nakrar royndir, sum teir vónandi fáa gagn av seinni. Í øllum førum vita teir, at tú doyrt ikki, fyri tað um mega- stjørnur eru á mótstøðuliðnum, og bara vissan um hetta kann vera við at taka ringastu nervar- nar burtur, tá teir næstu ferð skulu í altjóða eldin, og tað kanska standa týdningarmikil stig á skránni. Samanlagt vóru teir í øllum førum við til at vinna føroyingum eitt úrslit, sum vit kanska ikki skulu vera beinleiðis errin av, men sum vit í øllum førum onga orsøk hava at skammast um. So tykist spurningurin bara vera, hvørt hollendsku miðlarnir fara at vera eins blíðir við sínar leikarar, tá avrikið skal vigast. Tað er í øllum førum einki at ivast í, at ætlanin var at fáa ein trivaligan sigur burturúr dystinum, og gjarna við bæði Kluivert og van Nistelrooy millum mál- skjúttarnar, men hesir dreymarnir vórðu so kortini av ongum. Einsamalli framherjin hjá føroyingum, Andrew av Fløtum, var bert sentimetrar frá at javna til 1-1 við einum dreymahøggi úr 30 metra fjarstøðu savnsmynd Holland-Føroyar 3-0 (1-0) Vinardystur, leiktur í Lausanne, Sveis 1-0: Rafael van der Vaart, 30 2-0: Roy Makaay, 51 3-0: Marc Overmars, 59 Holland: Edwin van der Saar (Roland Waterrues, 46.) – Michael Reiziger (Arjen Robben, 62.), Jaap Stam (John Heitinga, 46.), Wilfried Bouma (Frank de Boer, 46.), Giovanni Van Bronckhorst (Boudewijn Zenden, 46.) – Wesley Sneijder (Andey van der Meyde, 46), Philip Cocu (Paul Bosvelt, 46.), Rafael van der Vaart (Clarence Seedorf, 46.), Edgar Dav- ids (Marc Overmars, 46.) – Ruud van Nistelrooy (Pierre van Hooijdonk, 46.), Patrick Kluivert (Roy Makaay, 46.) Føroyar: Jákup Mikkelsen (Jens Martin Knudsen, 46.) – Arnbjørn Danielsen (Jónhard Frederiksberg, 62.), Óli Johannsen, Pól Thorsteinsson, Súni Olsen – Jákup á Borg, Atli Danielsen (Kári Nielsen, 65.), John Petersen (Pauli G. Hansen, 80.), Jann Ingi Pet- ersen, Rógvi Jacobsen (Vagnur M. Mortensen, 90) – Andrew av Fløtum (Hjalgrím Elttør, 62.) Gult kort: Arnbjørn Danielsen, 11 Dómarabólkur úr Sveis FAKTA UM DYSTIN Skálamaðurin, Pauli Hansen h.m., slapp fyri fyrstu ferð at royna seg á føroyska landsliðnum í dystinum móti hollendsku stjørnunum C M Y K 14 Nr. 103 - 3. juni 2004 15