hósdagur 3. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 103 - 3. juni 2004
Tað gingu knappliga
fimm ár frá tí, at HB
miðvallarin fyrstu
ferð royndi seg, og
inntil hann sum tann
24. rakk fjórðings
hundrað
landsdystum
LANDSLIÐSHAGTØL
Jóannes Hansen
Talið á landsliðsspælarum
og talið á dystum, sum
einstøku spælararnir hava
umboðað Føroyar fjølgast.
Í summar verða tað sekstan
ár síðani fyrsta altjóða
skrásetta landsdystin. Týs-
kvøldið vórðu tríggir nýgg-
ir spælarar á liðnum. Teir
vóru Pauli Hansen av Skála
og Kári Nielsen og Vagnur
Mohr Mortensen úr HB.
Nú er talið á landsliðs-
spælarum komið upp á 89.
Flestar landsdystir hevur
Óli Johannesen spælt. Lið-
formaðurin var týskvøldið
á landsliðnum fyri 65. ferð.
Jens Martin Knudsen klatr-
aði í 2. hálvleiki upp á 61,
og teir næstu í røðini eru
Julian Johnsson (56) og
Allan Mørkøre (54). John
Petersen var ímóti Hollandi
fyri 53. ferð á landsliðnum,
og harvið eru útlitini góð
hjá John fyri, at hann í vin-
ardystinum ímóti Malta fer
at leggja seg upp á síðuna
av Allani Mørkøre, sum
ikki longur er á landsliðn-
um.
Rógvi Jacobsen var týs-
kvøldið fyri 25. ferð á
landsliðnum. Fyrsti lands-
dysturin hjá honum var 18.
august í 1999. Ta ferðina
loysti hann fimm minuttir
undan
leikloki
Julian
Johnsson av. Tá umboðaði
Rógvi barndómsfelagið í
Klaksvík. Tvey tey seinastu
árini hevur Rógvi verið
fastur maður á liðnum.
Rógvi er 24. føroyski
spælarin, sum hevur spælt
25 landsdystir. Rógvi hevur
ikki umboðað onnur feløg
enn KÍ og HB á landsliðn-
um. Fyri stuttum ljóðaði, at
KR í Reykjavík hevði spurt
seg fyri hjá HB, um tað bar
til at keypa Rógva Jacob-
sen. Sosialurin hevði tíð-
indini frá íslendska Mor-
gunblaðnum. Leiðslan í HB
segði avgjørd, at teir einki
tilboð høvdu fingið upp á
Rógva, og landsliðsspælar-
in segði seg sjálvur einki
vita um hetta.
Seinni hevur Sosialurin
fingið staðfest bæði í Før-
oyum og úr Íslandi, at HB
leiðslan segði ósatt, tá ið
teir vístu tíðindunum aftur.
KR hevi bjóðað upp á
Rógva. Men spælarin frætti
ikki um hetta, fyrrenn tíð-
indini vóru um at koma
fram í Sosialinum.
Sjálvur
hevur
Rógvi
Jacobsen sagt, at meðan
hann er í handverkaralæru
hevur hann ikki havt ætl-
anir um at fara uttanlands at
spæla fótbólt. Í fjør var
Rógvi tó saman við Jákupi
á Borg og royndarvandi í
Herfølge.
Rógvi hevði silvurbrúdleyp
Tølini siga, at tað eru
feløgini, ið eru best
fyri, sum eiga flestu
spælararnar á lands-
liðnum, sum hesa
ferð var umboðað av
væl fleiri úr heimligu
kappingini, enn tað
hava verið nógvu tær
undanfarnu ferðirnar
FELØGINI OG
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað skal síggjast aftur á
landsliðnum, hvussu feløg-
ini og harvið spælararnir
standa seg í landskapping-
ini. Hetta sjónarmiðið hev-
ur verið at hoyrt nú í vár.
Eftir stríðið ímóti holl-
endsku heimsstjørnunum
ber til at kanna eftir, hvussu
tað stendur til við hesum.
Fyrsta staðfestingin er, at
hesa ferð var býtið millum
útisetar og spælarar úr
heimligu kappingini øðr-
vísi, enn tað hevur verið
seinastu árini. Spælararnir
úr heimligu kappingini
vóru fleiri, enn teir hava
verið, og útisetarnir vóru
færri, enn teir hava verið.
Hetta komst ikki av, at
landsliðsvenjarin ikki vildi
hava útisetar við til Sveis. Í
fyrsta umfari boðsendi
hann trimum úr Íslandi,
sum seinni góvu avboð, og
so gav Johan B. Hansen
eisini avboð. Hesir fýra
vóru saman við teimum
trimum úr Fremad Amager
útisetaumboð ímóti Holl-
andi, og Jákup á Borg um-
boðaði eisini útlendskt fel-
ag ímóti Hollandi.
Tað vil altso siga, at av
teimum upprunaligu átjan
vóru átta útisetar. Tá ferða-
lagið fór avstað, vóru úti-
setarnir fýra.
Tá ið teir bestu geva
avboð, verða teir, sum
standa næstir í røðini, boð-
sendir. Næstan eingir úti-
setar vóru eftir at senda boð
eftir. Tann einasti, sum var
tøkur, var Christian Lam-
hauge Holst í Lyngby, sum
venjarin ikki tykist halda
vera nóg væl fyri. Christian
er kanska tann útisetin, sum
venjarin kennir støðuna
best hjá. Hann spælir í
Lyngby, har Henrik Larsen
hevur sína dagligu gongd.
Jón
Rói
Jacobsen
og
Christian Høgni Jacobsen
eru skaddir, og Ingi Højsted
í Arsenal er ikki komin so
mikið fyri seg eftir skaða,
at hann verður mettur at
hava førleikan at spæla á
landsliðnum.
Tey bestu eiga flest
At tað barst fleiri útisetum
frá at vera við ber við sær,
at tað ber betri til at taka
fepurin av, hvussu sam-
bandið er millum støðuna í
landskappingini og um-
boðanina á landsliðnum,
enn tað sjáldan hevur gjørt.
Spurningurin er altso,
hvørji feløg teir fjúrtan úr
heimligu kappingini, sum
vóru við í Sveis, umboð-
aðu, og hvussu hetta sam-
svarar við støðuna í lands-
kappingini.
Vit
skulu
hyggja eitt sindur nærri at
hesum. Men tað er skjótt at
staðfesta, at tað eru tey
bestu feløgini, sum eiga
flestar landsliðsspælarar.
Tað er eisini skjótt at stað-
festa, at tey feløgini, sum
tað ikki hilnast so væl hjá í
landskappingini, eiga ongar
landsliðsspælarar.
Trý feløg í bestu deildini
áttu ongan í Sveis. Tey eru
B68, ÍF og EB/Streymur.
Hesi trý feløgini eru niðast
á støðutalvuni. Í fjør var
B68 eina best umboðað á
landsliðnum. Tá vóru teir
við í kappingini um FM.
Nú eru teir í hinum endan-
um. Tað eru teir eitt nú, tí
landsliðsspælararnir
eru
burtur.
Skála hevur verið fríski
íblásturin í landskappingini
í fimm teimum fyrstu um-
førunum. HB er næstovast,
og so er stutt millum næstu
feløgini, sum eru B36, VB
og NSÍ, og so koma GÍ og
KÍ.
Skála átti tveir av teimum
átjan í Sveis, HB og B36
áttu tríggjar í part, KÍ átti
tveir, og NSÍ og GÍ áttu ein
í part. Harafturat var ein
spælari úr næstbestu deild-
ini - liðformaðurin Óli
Johannesen úr TB.
Tað er skjótt at staðfesta,
at tað eru tey bestu feløgini,
sum eiga umboðini á lands-
liðnum. Kanska kundi ver-
ið víst á, at millum teir
fyrstu ellivu var eingin frá
oddaliðnum. Kortini var tað
ikki so undarligt. Í nógv
teimum flestu førunum
liggur leiðin á landsliðið
umvegis beinkin. Jónhard
Frederiksberg
hevði
frammanundan spælt eina
fer á landsliðnum, og Pauli
Hansen er spildurnýggjur í
landsliðshøpi. Teir vóru
boðsendir hesa ferð, tí tað
hevur gingið væl hjá Skála
og teimum í landskapping-
ini. Um tað framvegis fer at
ganga væl hjá teimum og
Skála, so er tað einki at
ivast í, at teir fara at taka
seg uppaftur longri inn í
landsliðshitan.
HB og B36 vóru tey av
føroysku feløgunum, sum
vóru best umboðað í Sveis.
Men tað var munur á
umboðanini hjá teimum.
Meðan B36 var umboðað
av trimum sera royndum
spælarum, so var HB um-
boðað av rættuliga ungum
og óroyndum monnum.
John Petersen er 32 ára
gamalur og spældi fyri 53.
ferð á landsliðnum, Pól
Thorsteinsson er 30 og
spældi landsdyst nummar
32, og Arnbjørn Danielsen
er 30 ára gamalur og var
fyri 8. ferð á landsliðnum.
Rógvi Jacobsen var bæði
elsti og mest royndi HB
maðurin á landsliðnum
hesa ferð. Hann er 25 ára
gamalur, og hann hevur
verið 25 ferðir á landsliðn-
um. Kári Nielsen er 23, og
Vagnur Mohr Mortesen,
sum man vera einasti før-
oyski
landsliðsspælarin
higartil, sum ongantíð hev-
ur nortið við bóltin!, er 21.
Teir báðir síðstnevndu vóru
týskvøldið fyri fyrstu ferð á
landsliðnum.
Tað hevur ikki hilnast so
væl hjá KÍ. Men harfyri er
eingin orsøk at geva Jákupi
Mikkelsen
sekkin
sum
landsliðsspælara, og tey
munnu neyvan vera mong,
sum eru av tí áskoðan, at
Atli Danielsen ikki higartil
í ár hevur víst, at hann er
nátúrligt val. Ivi hevur
viðhvørt verið um, um tað
fór at bera til hjá Óla
Johannesen at varðveita
landsliðsstøðið, tá ið hann
dagliga spælir í 2. deild. Óli
spældi týskvøldið fyri 65.
ferð á landsliðnum. Tí er
tað sjálvsagt, at tað ikki
nýtist Óla á sama hátt sum
ungum spælarum í lands-
kappingini at prógva sítt
støði. Tað er á landsliðnum,
at hann skal spæla seg av.
Tað gjørdi hann ikki týs-
kvøldið.
Skála orduliga á landsliðskortið
Jonhard Frederiksberg umboðaði saman við Paula Hansen oddaliðið Skála á føroyska
landsliðnum týskvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16
17