hósdagur 30. januar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Hallur Hansson er í skrivandi
stund AaB spælari, men tað
kann verða broytt, tá tú lesur
hetta. So óviss er støðan hjá
landsliðsspælaranum, sum
hevur eitt hálvt ár eftir av
sáttmálanum
við
danska
superligafelagið.
Støðan hjá Halli Hansson
tykist vera, at hann ikki er
sinnaður at verða partur av
AaB seinasta hálva árið av
sáttmálanum, um felagið
ongan áhuga hevur at leingja
samstarvið, ella geva honum
ein møguleika og spæltíð.
Um AaB ikki ynskir at
leingja sáttmálan, so er tað
eisini eitt tekin um, at teir
ikki hava ætlanir við før
oyska miðvallaranum. So er
eisini ilt at ímynda sær, at
hann fær nakað av spæltíð
komandi hálva árið.
Møguleikarnir
Tað tykjast í løtuni verða
fleiri møguleikar hjá Halli.
Ein mørguleiki er, at AaB
velur at leingja sáttmálan
við Hall, ella váttar at geva
honum ein møguleika at
vísa seg á vøllinum, so hann
kann prógva seg. Sáttmálin
verður ikki longdur í dag
ella í morgin, men tað kann
fyrikoma ein avtala millum
partarnar, har tað verður
gjørt greitt, at AaB ynskir at
geva Halli møguleikan.
Hallur hevur heilt víst
gjørt framstig í 2013, og
tað er ikki uttan orsøk, at
AaB hevur brúkt hann í
venjingardystunum higartil.
Um teir einki ætlaðu við
Halli, so var hann heldur
ikki partur av teimum dyst
unum.
Annar møguleiki er, at
Hallur fær longt sáttmálan
og verður útleigaður, so hann
kann fáa spæltíð. Her er eisini
møguligt, at sáttmálin ikki
verður longdur, men verður
útleigaður alíkavæl. Hetta er
ikki ein ynski støða hjá ein
um spælara, tí tá hevur hann
lítla og onga trygging.
Triði møguleikin er, at
Hallur verður loystur í sátt
málanum, og skiftir til før
oyskan fótbólt í fyribils eitt
hálvt ár.
Fýra føroyska feløg
Sosialurin og in.fo hava fleiri
ferðir sett Hall í samband
við fleiri føroysk feløg. Tað
er líkt til, at talan er um fýra
føroyskar møguleikar. Teir
eru Víkingur, EB/Streymur,
HB og B36.
Øll feløgini hava víst før
oyska landsliðsmiðvallara
num áhuga, men tað er fram
vegis ógreitt hvat skal til fyri,
at Hallur kemur til føroyskan
fótbólt.
Ekstra Blaðið skrivaði í
gjár, at Thomas Augustinus
sen, liðskipari og miðvallari
í AaB, møguliga er á veg til
norskan
fótbólt.
Soleiðis
kunnu tingini broytast. Tað
hevur helst áviskan á støð
una og møguleikarnar hjá
Halli í AaB.
Seinasti dagurin í flyt
ingarvindeyganum er mang
an hektiskur og tað verður
hann helst eisini hesaferð.
Líkt er til, at tað verður ikki
fyrr enn móti endanum av
flytingarveindeyganum, at
Hallur Hansson fær greiðu
á, hvar nærmasta fótbólts
framtíðin hjá honum er.
Møguleikarnir eru nógvir
og verða ávirkaðir nógvum
øðrum flytingum.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Framtíðin hjá Halli Hansson í AaB
hevur verið óviss í eina tíð, men
helst fær føroyski miðvallarin eina
avkláring áðrenn flytingarvindeygað
letur aftur í Danmark í kvøld
Nú fær Hallur
avkláring
Myndi: Álvur Haraldsen
Avkláring