Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 nr. 1 I 31. januar 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum að hevur verið friðarligt kring Jørgen Holme, sum brádliga ein gráan mánadag í november í fjør setti seg í tann tá glóð­heita stjórastólin í føroyska tjóðar­ flogfelagnum. Hann skuldi fylla stólin eftir karismatiska stjóran síðstu 18 árini, ið leygarkvøldið frammanundan varð koyrdur til hús við løn í tvey ár. – Vit hava tørv á at fáa frísk eygu at leiða felagið. Vit ynskja broytingar í felagið. Felagið er komið hartil, at vit skulu leggja eina nýggja strategi, segði nevndarformaðurin Niels Mortensen um grundgevingina fyri brádliga stjóraskiftinum. – Eg skal fyrst læra Atlantsflog at kenna, áðrenn eg fari at tosa um framtíðina, segði ein erligur og eyðmjúkur Jørgen Holme, tá hann fyrstu ferð hitti føroysku fjølmiðlarnar. Nýggja strategiin letur framvegis bíða eftir sær. Og tað hevur eina orsøk, sambært nýggja stjóranum, sum tó sigur seg skilja vaksandi ótolni eftir nýggju strategiini: – Ja, tað geri eg fyri sovítt. Men skal tílíkt strategiarbeiði gerast ordiliga, so tekur tað tíð, argumenterar Jørgen Holme. Eftir góðar tveir mánaðir í stórastólinum er hann nú til reiðar at fara undir arbeiðið. – Ja, nú fara vit ígongd. Strategiarbeiðið byrjar hálvan februar, og so koyra vit á til tíðliga í summar. Arbeiðið skal vera liðugt um miðjan juni, og tá skulu vit hava eina nýggja strategi fyri felagið, svarar Jørgen Holme. Sambært stjóranum er talan um eitt rúgvusmikið arbeiði, sum í breiðum týdningi fevnir um alla organisatiónina. Aðalfundurin Jørgen Holme ger greitt, at arbeiðið kann ikki fremjast í verki, uttan fullan stuðul frá nevndini. Í samband við stjóraskiftið í november segði landsstýrismaðurin í vinnumálum seg stuðla nevndini í síni avgerð. – Eg gangi út frá, at nevndin í Atlantsflog hevur gjørt sær nakrar tankar um ta strategi, sum man nú vil leggja fyri felagið saman við nýggja stjóranum. Eg havi valt nevndina, og sjálvandi stuðli eg nevndini í hennara avgerð, segði Johan Dahl tá. Landsstýrismaðurin segði seg ikki hava fingið útgreinað, hvat liggur í nýggju strategiini. – Nei, tað havi eg ikki. Men eg gangi út frá, at leiðslan hevur eina góða kunning um hetta til partaeigararnar á næsta aðalfundi, segði Johan Dahl við Sosialin í samband við stjóra­ skiftið. Men longu nú stendur greitt, at strategiin verður ikki liðug at leggja fyri aðalfundin í Atlantsflog, sum verður 3. apríl. – Nei, vísandi til okkara tíðarætlan stendur greitt, at arbeiðið verður ikki liðugt til aðalfundin, staðfestir Jørgen Holme. Hjálpin At hjálpa sær við strategiarbeiðnum hevur Jørgen Holme leitað sær hjálp úr Skandinavia. Ráðgevingarfyritøkan Quartz+Co við skrivstovum í Keypmannahavn, Oslo og Stockholm hevur fingið uppgávuna at hjálpa føroyska tjóðarflogfelagnum fram móti nýggju strategiini. – Eg eri sannførdur um, at fyritøkan hevur nakrar góðar førleikar og sterk amboð til at leiða okkum skjótt og gott ígjøgnum tilgongdina, sigur Jørgen Holme. Argumentini fyri at velja júst Quartz-Co til uppgávuna eru, sambært stjóranum, teirra royndir á økinum, eisini innan flogferðslu. – Júst hendan fyritøkan hevur teir førleikar, ið okkum tørvar til okkara strategiarbeiði, argumenterar Jørgen Holme, uttan tó at útgreina hetta nærri. Quartz+Co fær ein aktivan leiklut í allari tilgongdini at orða nýggja strategi. – Slíkt kostar pengar. Men eg eri sann­ førdur um, at pengarnir eru væl útgivnir, sigur Jørgen Holme. Hóast spurdur fleiri ferðir, so vil stjórin í Atlantsflog ikki upplýsa, hvat strategiarbeiðið og tænasturnar frá Quartz+Co koma at kosta Atlantsflog. Jørgen Holme tvíheldur tó um, at pengarnir eru væl útgivnir. Strategi Eins og hann hevur verið síðani fyrsta dag í stjórastólinum, so er Jørgen Holme framvegis varin, tá spurningarnir nærkast innihaldinum í strategiini. – Yvirskipað skulu vit orða strategisku málini fyri næstu trý til fimm árini. Vit skulu styrkja grundarlagið fyri positivu menningini av okkara virksemi. Vit skulu styrkja okkara kappingarevni og eisini skal sjálv organisatiónin styrkjast, sigur Jørgen Holme. Aftanfyri hesar yvirskipaðu orðingar liggja eisini meira ítøkilig viðurskifti. – Sjálvandi skulu vit avklára spurningar um okkara rutunet, okkara charterflúgving og um okkara flota av flogførum og tyrlum. Men tú fært meg ikki at útgreina hetta nærri. Tað er partur av strategiarbeiðnum, sum nú fer ígongd, sigur Jørgen Holme. Saman við strategiini verður gjørd ein virkisætlan fyri, hvussu arbeiðið skal fremjast í verki. – Tað verður alt gjørt næstu mánaðirnar, sigur Jørgen Holme, sum leggur dent á týdningin av at Atlantsflog styrkir sítt kappingarevni. – Eg sigi ikki, at vit ikki eru kappingarfør í dag. Men vit skulu styrkja okkara støðu á hesum øki, sigur Jørgen Holme. Atlantsflog hevur vanliga orðað nøkur fokusøki fyri hvørt árið. Í fjør var millum annað fokus á lægri eindarkostnað, felagið skuldi vaksa um kappingarevnini og eisini skuldi inntøkugrundarlagið styrkjast, eitt nú við inntøkum frá charterflúgving. Jørgen Holme ynskir ikki at gera stórvegis viðmerkingar til, í hvønn mun nýggja strategiin byggir á tær ætlanir fyri felagið, sum undanfarna leiðsla setti út í kortið. – Vit hyggja tilfarið ígjøgnum á ein góðan og struktureraðan hátt, svarar Jørgen Holme stutt. Brúkarin Ein støðug atfinning móti einasta loftvegis veitara á Føroyaleiðini er prísstøðið. Tað er ov dýrt at flúgva. Jørgen Holme hevur hoyrt kritikkin. – Jú, eg havi noterað mær sjónarmiðini, sum bæði snúgva seg um prísstøðið og saman­ seting av prísunum, staðfestir Jørgen Holme og heldur fram. – Hesi viðurskifti eru sjálvandi partur av strategiarbeiðnum. Vit fara at hyggja at prís­ støði og hvussu prísirnir eru settir saman, sigur Jørgen Holme. Men forstjórin kann tó ikki lova bíligari ferðaseðlar. Eisini tað svarið má bíða, til strategiarbeiðið er liðugt. Stjórin hevur tó ein greiðan boðskap, ið hann fegin vil fortelja: – Tað, sum hevur størstan týdning í øllum okkara arbeiði er, at Atlantsflog framhaldandi mennir seg til at tæna Føroya fólki, vinnu­ lívinum og føroyska samfelagnum, sigur Jørgen Holme. Vakuum Nýggja strategiin letur sum nevnt bíða eftir sær. Eins og høvuðseigarin má føroyski brúkarin bíða til hálvan juni, áðrenn arbeiðið er liðugt. – Eg vóni, at fólk skilja støðuna. Sum nýggjur stjóri havi eg brúk fyri at koma inn í fyri­tøkuna. Eg skal lenda og eg skal læra. Sam­stundis sum strategiarbeiðið verður gjørt, mugu vit hava fokus á dagliga raksturin av felag­num. Men arbeiðið skal gerast, og tað verð­ur liðugt hálvan juni, sigur Jørgen Holme. Høvuðsargumentið fyri stjóraskiftinum í Atlantsflog var tørvurin á nýggjari strategi. Við nýggjum skipara í stýrihúsinum stendur føroyska tjóðarflogfelagið framvegis á fráfaringarbreytini, men nú verður farið á flog og strategiin orðað, lovar Jørgen Holme, sum leitar sær hjálp hjá skandinaviskum konsulentum Jón Brian Hvidtfeldt Mynd: Álvur Haraldsen T Holme klárur til fráferð