hósdagur 30. januar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
á eg fór í holtur við hesa vakstrar
ætlanina, hugsaði eg, at vit bara
skuldu roynt at fingið Coca Cola
ella onkra sovorðna globala risa
fyritøku at sett seg niður í Sand
oynni, so var uppgávan líkasum
loyst.
Soleiðis sigur Katrin Petersen,
samskipari á Vakstrarætlanini
Sandoy. Tað er eitt gott ár síðani,
hon spenti seg fyri vakstrarætlanina, og nógv
er longu hent síðani tá.
Tó at útsøgnin um Coca Cola sjálvandi er
skemt, so er hon sprottin úr eini ásannan av
veruligu fortreytunum fyri at skapa vøkstur
í einum lokalsamfelag, sum í áravís hevur
barst móti gongdini við fyritøkum, ið lata
aftur, fækkandi arbeiðsplássum og minkandi
fólkatali:
– Tað hevur stóran týdning at hava størri
arbeiðspláss. Og her eru ætlanir í gongd
av ymsum slag. Roynt verður at fáa gongd
á aftur flakavirkið í Skopun, men eisini
eru aðrir planir, bæði innan framleiðslu og
tænastu. Vakstrarætlanin er við í onkrum av
ætlanunum. Fyri okkum er tað týdningar
mikið, at arbeiðsmøguleikarnir her eisini
tiltala fólk við hægri útbúgvingum og ikki
minst kvinnur, sigur Katrin Petersen, sum
tó ikki enn fær komið nærri inn á ítøkiligu
ætlanirnar.
Umstøður til ung
Men nógv og trygg arbeiðspláss er ikki nóg
mikið. Siðani vakstrarætlanin fór av bakka
stokki hevur hon havt nógvar fundir við hópin
av fólki umboðandi millum annað vinnulív,
handilslív, almennar stovnar og arbeiðspláss í
oynni og aðra staðir í landinum, og við bæði
kommunalpolitikarar og landspolitikarar.
Og hon og Fríhild Winther, ið er forkvinna í
stýrinum fyri Vakstrarætlan Sandoy hava verið
ein túr í Noregi at kunna seg um, hvussu smá
samfeløg har bera seg at at venda afturgongd
til framgongd.
– Eg var serliga imponerað av oynni
Lovund, har nakrar eldsálir, ið høvdu verið
útisetar í fleiri ár, fluttu heim aftur og settu
ferð á eina menning, sum er heilt fantastisk.
Teir høvdu garvill hugskot, sum teir hildu fast
um og ikki sleptu hóast mótgang at byrja við,
og teir fingu alt fólkið við sær. Tá hetta byrjaði,
búðu niðanfyri 300 fólk á oynni, nú búgva
omanfyri 400, og har eru 14 vinnufyritøkur,
sigur Katrin Petersen frá.
– Ein niðurstøða, sum vit hava gjørt okkum
hetta fyrsta árið, sum verkætlanin hevur koyrt,
er, at tað er neyðugt at fáa fatur á ungum fólki,
um tað er íverksetan og virkisfýsni, ein vil
hava. Og fyri at fáa fatur á teimum, er neyðugt
við góðum umstøðum bæði við dagstovna
tilboðum, skúlum og fjølbroyttum tilboðum
til børn og ung og sanniliga eisini okkurt
stuttligt til tey vaksnu, fyri at tey skulu trívast
og tíma at vera her. Tí mugu vit eisini hugsa
nógv um hetta og ikki bara um vinnukarmar
og arbeiðspláss, sigur Katrin Petersen.
Men tá tað ítøkiliga snýr seg um vinnuna,
er íverksetan eitt loysunarorð fyri vøkstri
umframt eitt ella fleiri stór arbeiðspláss,
heldur hon.
Ómálað lørift
Í heyst var skipað fyri einum íverksetara
vikuskifti undir leiðslu av Rana Nolsøe frá
Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Góð undirtøka
var, og luttakararnir høvdu eina rúgvu av
hugskotum, sum arbeitt var við í bólkum alt
vikuskiftið. Sunnukvøld valdi ein dómsnevnd
ein vinnara.
– Tað var eitt hugskot um eina elektroniska
ansingarskipan til eldri fólk, ein, ið auto
matiskt kundi geva boð um óhapp ella sjúku.
Eg veit, at tað enn er gongd í arbeiðnum við tí
hugskotinum, sigur Katrin Petersen.
Eisini nevnir hon eitt útisetakvøld um
jóltíðir, har eisini nógvir ungir sandoyingar,
sum eru fluttir av oynni, møttu upp at hoyra
og kjakast um møguleikar hjá ungum at skapa
sær eina framtíð í oynni.
– Tað var ein fínur fundur, og eg haldi, at
ein genta lýsti støðuna sera væl, tá tað brast úr
henni: »Her er jú næstan bara ómálað lørift«,
sigur Katrin Petersen frá.
Hon leggur dent á, at nógvir møguleikar
eru at menna vinnur, ið longu eru rótfestar
í oynni, millum annað ferðavinnuna og
landbúnaðin.
– Úti í heimi er í løtuni ein sera stórur
áhugi fyri norðurlendskum upprunamati.
Hetta er eitt slag av mótaráki, ið vit eiga at
gera okkum dælt av, tí her hava vit sanniliga
nógv at bjóða, staðfestir samskiparin av
vakstrarætlanini.
Tunnil má ikki forða
Sandoyartunnilin hevur seinastu árini ligið
ovast á ynskilistanum hjá flestu sandoyingum,
í øllum førum teimum, ið hoyrast best, men
í hálvársfrágreiðingini, sum Katrin Petersen
skrivaði til landsstýrið í summar, stendur
onki um tunnilin uttan tað, at hon skrivar,
at hon hevur verið og hildið eitt upplegg fyri
tunnilsbólkinum hjá Løgtinginum um evnið.
– Ein vakstrarætlan fyri Sandoynna má
ikki vera fullkomiliga bundin av, nær ein
tunnil kemur. Um hann so verður samtyktur
í morgin, ganga jú nógv ár, áðrenn hann er
liðugur, og vit kunnu ikki bara seta okkum at
bíða. Tað er jú sera umráðandi, at nakað verð
ur gjørt nú fyri at venda fráflyting til tilflyting
og svartskygni ti bjartskygni, sigur Katrin
Petersen.
Samskiparin leggur áherðslu á, at eisini
hon raðfestir eitt tunnilssamband við megin
økið høgt, tó at tað ikki fyllir nógv í hálvárs
frágreiðingini.
– Eg samanberi tað sambandið við eitt
nú vanliga veganetið, el-netið ella í nýggjari
tíð internetið. Tá 80 prosent av fólkinum er
bundið saman í slíkum infrakervum ber ikki
til at argumentera fyri, at tey seinastu 20
prosentini ikki skulu upp í. Sjálvandi skulu vit
hava tunnilin, og vónandi kemur hann skjótt,
sigur hon.
– Størsti skaðin við øllum hesum er, at allir
sandoyingar fyri nøkrum árum síðani hildu,
at tunnilin tá fór at koma skjótt. Tað fingu teir
lyfti um. Tað er, sum alt steðgaði upp, tá tað
so gjørdist greitt, at hann ikki kom kortini. Vit
mugu koma víðari har frá, tí tað er so øgiliga
nógv annað at arbeiða og berjast fyri, meðan
vit enn eru bundin av sjóvegis sambandinum.
Millum annað hevur tað stóran týdning alla
tíðina at streingja á at fáa betrað ferðaætlanina
hjá Teistanum, so hon í minsta lagi hóskar til
arbeiðstíðirnar hjá teimum flestu av okkara
nógvu pendlarum, ið hvønn gerandisdag
mugu um Skopunarfjørð, sigur Katrin
Petersen.
Tað er eisini púra vist, at Skopunarfjørður
framhaldandi fer at skilja Sandoynna frá
meginøkinum tey trý árini, ið eftir eru av
Vakstrarætlan Sandoy.
Tað er gott, men ikki nóg mikið við einum ella fáum persónum at ganga á odda – øll ella tey flestu mugu
eisini vilja tað sama, um tað skal eydnast at lyfta eitt heilt lokalsamfelag sum tað í Sandoynni upp.
Tað heldur Katrin Petersen, samskipari á Vakstrarætlanini Sandoy. Tað hevur stóran týdning at fáa
undirsjóvartunnil til meginøkið, men tað ber ikki til at seta seg hendur í favn at bíða eftir tí, heldur hon
Ingolf S. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen
T
Vinnulívið
ein fortreyt
fyri vøkstri
Endamálið við Vakstrarætlanini Sandoy er
at venda fólkafráflytingini, ið hevur merkt
oynna seinastu árini, til fólkatilflyting.
Vakstrarætlanin fór formliga í gongd
1. januar 2013 við Katrini Petersen sum
samskipara og skal eftir ætlan vara
í til samans fýra ár. Vakstrarætlanin
kostar 520.000 krónur um árið, sum
eru fíggjaðar við 400.000 krónum
um árið á løgtingsfíggjarlógini og við
120.000 krónum um árið frá teimum
fýra kommununum í Sandoynni.
Tema: Vøkstur í Sandoynni
Fakta