hósdagur 30. januar 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Okkurt má henda
Við undantikið av tveimum fiskiskipum eru øll arbeiðsplássini í Sandoynni í tænastuvinnuni. Líkt er tó til, at
flakavirkið í Skopun fer at lata upp aftur. Vinnufelagið í oynni er bjartskygt, men ásannar, at bjartskygnið
er treytað av, at okkurt munagott má henda at leggja lunnar undir meira framleiðsluvinnu í oynni
Ingolf S. Olsen Mynd: Álvur Haraldsen
Tema: Vøkstur í Sandoynni
arbeiðspláss umborð
á línuskipinum
Sandshavinum og 6-8
umborð á trolaranum
Eysturbúgvanum.
Tað eru einastu
framleiðsluarbeiðs
pláss í Sandoynni, ið
koma Fríða Nolsøe,
næstformanni í
Sandoyar Sýslu Vinnufelag, til hugs.
Flakavirkið í Skopun, Sandoy Seafood,
lat aftur fyrr í vetur, og við tí hvurvu eini 60
arbeiðspláss. Gamaní var lítið virksemi har
seinastu tíðina, men stongsulin var kortini ein
dyggur smeitur.
– Flakavirkið var lívæðrin í oynni, og
øll oyggin, ikki minst vit í tænastuvinnuni,
merkja avleiðigarnar av, at virkið er stongt,
sigur Fríði Nolsøe.
Góð tíðindi
Tí fegnast hann eisni um nýggjastu tíðindini,
at Delta Seafood í Suðuroy, sum eigur Sandoy
Seafood, hevur ætlanir um at lata virkið í
Skopun upp aftur. Á Delta Seafood vátta tey
eisini, at tey arbeiða við ætlanum um at lata
virkið upp aftur.
– Eg seti øgiliga stóran prís upp á, at
teir vilja blíva við at royna, sjálvt um vit øll
vita, at tann fiskivinnan, sum er tengd at
botnfiskiskapinum undir Føroyum, bestemt
ikki er nakað gullnám júst nú, sigur Fríði
Nolsøe.
Hann vísir á, at Sandoyggin als ikki er
sloppin upp í part, hvørki á sjónum ella á
landi, í teimum vinnunum, ið veruliga vinna
pening í Føroyum í hesum tíðum, alivinnan og
uppsjóvarvinnan.
– Vit í oynni hava leingi strongt á at fáa
Sandsvág góðkenda sum aliøki. Fyrr kundi
hetta ikki gerast vegna smittuvanda, tí
Lívfiskastøðin í Skopum skuldi verjast. Vit
hava tó fingið at vita, at tey atlitini ikki eru
nøkur forðing longur, men enn er onki er
hent. Eg vóni bara, at Johan Dahl nú fer at
bera skjótt at og lýsa Sandsvág sum aliøki,
sigur Fríði Nolsøe.
Alivinnan og lógarverkið í sambandi
við hana er umsitingarøki hjá Johan Dahl,
landsstýrismanni í vinnumálum, og hann
sigur, at bæði Sandsvág og Skúvoyarfjørður
longu vórðu góðkend sum aliøki, tá alilógin
var tillagað í fjør.
– Tað er bara sjálv útbjóðingin, ið manglar,
og fólk frá aliumsitingini arbeiða við fullari
ferð við at gera klárt at bjóða út. Eg vænti, at
tað arbeiðið verður liðugt innan einar tveir
mánaðir, sigur Johan Dahl.
Hetta eru góð tíðindi fyri fólk og vinnu í
oynni, og Fríði Nolsøe heldur, at tað eisini á
øðrum vinnuøkjum er grundarlag fyri øktum
virksemi, eitt nú í ferðavinnuni. Sandoyggin
er eitt eftirspurt ferðamál hjá turistum, men
væl meira eigur at kunna gerast, so meira fæst
burtur úr, heldur næstformaðurin í Sandoyar
Sýslu Vinnufelag.
Tunnil má til
Hann er grundleggjandi bjartskygdur og
vónríkur. Men tað er eitt men, og tað er aftur
vendandi spurningurin um fast samband við
meginøkið.
– Vit mugu ikki hugsa undirsjóvartunnilin
inn í alt her suðuri, tí tað er eisini eitt lív,
áðrenn hann kemur. Men tað skerst ikki
burtur, at hann hevur skund, tí sum gongdin
er nú, flyta bæði fólk og vinna av oynni. Tað er
sera tungt at fáa endarnar at røkka saman, og
sum vinnurekandi í tænastuvinnuni er oftast
neyðugt at vera í fleiri vinnum í senn fyri at
kunna klára seg, staðfestir Fríði Nolsøe, sum
tó leggur dent á, at tænastu- og handilsvinnan
er fjølbroytt og blómandi í oynni.
– Har eru vit væl við, tú fært alt tað, sum tú
hevur brúk fyri, her í oynni, sigur hann.
Sjálvur er Fríði Nolsøe, sum er útbúgvin
maskinsmiður, í fleiri vinnum. Við felagi
sínum Multitænastan rekur hann timbur
handil og handverkaravirksemi, og afturat
hesum rekur hann Magn-støðina á Sandi.
14
Vakstrarætlan Sandoy hevur staðið á
odda fyri at endurstovna Sandoyar Sýslu
Vinnufelag. Felagið skipar fyri regluligum
tiltøkum – eina ferð um mánaðin – fyri
limunum, har høvi er hoyra fyrilestrar og
kjakast um vinnulív og vinnulívsmøguleikar
í oynni. Næsta tiltak verður 8. februar,
tá Regin W. Dalsgaard, formaður í
Vinnuframa (fyrr Vinnuframagrunninum),
fer at halda fyrilestur um íverksetan
Fakta
– Hjá nógvum er smátt býtt, eitt nú hjá
handverkarum, og tí er ofta neyðugt at
vera í fleiri vinnum her suðuri fyri at fáa
endarnar at røkka saman, sigur Fríði Nolsøe,
næstformaður í Sandoyar Sýslu Vinnufelag