hósdagur 30. januar 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Frá fyrsta degi tóku fólk úr øllum landinum so væl
móti Deplinum í Skálavík, at tørvur beinanvegin var
á at byggja út. Umframt at teljast millum størstu
privatu arbeiðsplássini í Sandoynni, dregur hann eisini
nógv fólk til oynna til gleði fyri handilsvinnuna
Ingolf S. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen
að var eldsálin, kendi skiparin
og reiðarin Eiler Jacobsen sáli,
ið tók stig til at byggja Depilin
í Skálavík, haðani hann var
ættaður. Hetta var hansara
dreymur, sum hann vildi fremja
í verki, og tað eydnaðist eisini
Eileri Jacobsen at fáa vissu fyri, at
verkætlanin fór at blíva framd, tí
byggjaríið var komið væl áleiðis,
tá hann andaðist í 2010.
í mai 2011 lat Depilin so hurðarnar upp, og
tað var við ikki sørt av spenningi, at hjúnini
Rúna og Heðin Lamhauge fóru til verka sum
depilsleiðarar.
– Ja, vit vóru nervøs at fara í gongd og
hugsaðu nógv um, um nakað fólk mundi
fara at tíma at koma til Skálavíkar og brúka
Depilin. Sjálv eru vit bæði úr Havn, so vit
dugdu ikki so væl at ímynda okkum, hvussu
tað fór at verða. Men eftirspurningurin var har
beinanvegin, sigur Rúna Lamhauge.
Spennandi avbjóðing
At reka ein slíkan depil við hotellvirksemi
og útleigan til stór tiltøk umframt egin til
tøk var púra fremmant fyri tey bæði. Fá ár
frammanundan, í 2008, vóru tey flutt heim
aftur úr Noregi, har tey høvdu búð, og Heðin
Lamhauge undirvísti á Føroya Handilsskúla
í Havn – tað ger hann enn. Hon var mest
heimagangandi við teimum fimm børnunum,
sum í dag eru 4, 6, 10, 12 og 14 ár, men arbeiddi
tó eitt sindur við hárfríðkan, sum er hennara
útbúgving.
Tey eru bæði virkin samkomufólk og
tann vegin var Heðin Lamhauge komin í
nevndina fyri Grunnin Immanuel, sum bygdi
og eigur Depilin. Tey hildu verkætlanina vera
so spennandi, at tey gjørdu av at søkja sum
depilsleiðarar.
– Tað hevur gingið væl, men vit hava eisini
nógv gott fólk afturat okkum, sigur hon.
Umleið tíggju fólk starvast fast í Deplinum.
Eini hjún í Skopun, Kristvør og Eivind Kolden,
eru samskiparar – næstu fólk eftir Rúnu og
Heðin Lamhauge. Umframt hesi arbeiða fleiri
onnur við at stákast, servera og vaska upp í
sambandi við aktivitetirnar í húsinum.
Sostatt er Depilin í Skálavík eisini eitt hitt
størsta privata arbeiðsplássið í Sandoynni,
umframt at hann dregur nógv fólk í oynna, og
hesum fær ikki minst handilslívið gleði av.
Neyðugt at byggja út
Tað var skjótt greitt fyri depilsleiðararnar, at
seingjarkapasiteturin var alt ov lítil í mun til
stóra eftirspurningin frá stórum bólkum at
leiga seg inn í Depilin.
– Fyrsta árið løgdu vit okkum eftir at byggja
virksemið upp, og næsta árið var ongin ivi
um, at vit høvdu alt ov fá seingjarpláss. Tá
høvdu vit 12 kømur við til samans 36 seingjar
plássum. Tað var í heilum, at vit máttu runt í
oynni at leiga summarhús at húsa fólki, sum
ikki rúmaðust á sjálvum Deplinum, greiðir
Rúna Lamhauge frá.
Avgerð var tí tikin um at byggja eina stóra
kamarslon afturat, og hon var klár at taka í
nýtslu í fjør summar. Nú eru 25 kømur við
plássi til 95 – 100 fólk.
– Tað eru øll sløg av bólkum og ferðaløgum,
ið vilja sleppa higar. Fyritøkur koma higar at
hava skeið ella starvsfólkahugna, fakfeløg,
samkomur og onnur koma og hugna sær, hava
evnisdagar ella annað og so ikki at gloyma hin
vanliga føroyska familjan. Til dømis er tað
blivið populert at koma her at halda stórar
rundar føðingardagar. So verður øll familjan
boðin við, og øll gista. Tað plagar at vera stak
hugnaligt, sigur Rúna Lamhauge.
Eitt annað væl umtókt tiltak í Deplinum
er Leikalundin, sum er eitt aktivitetstilboð
fyri børn hvønn mikudag, og Super Sunnu
dagarnir, sum eisini eru fyri barnafamiljur.
Í Deplinum er eisini Gallan, ið er einasta
almenna matstaðið í Sandoynni, og sum er
vorðið eitt møtistað í oynni. Í vikuskiftinum
letur Gallan upp aftur eftir vetrarsteðgin.
Samanumtikin er Depilin í Skálavík hóast
fjarskotin fyri mong vorðin ein savningardepil
ikki bara fyri sandoyingar, men fyri allar
føroyingar.
Tað er Grunnurin Immanuel, sum
eigur Depilin í Skálavík.
Virðisgrundarlagið er soleiðis orðað:
Visiónin hjá Grunninum Immanuel er,
at Depilin skal vera eitt spennandi
og mennandi stað, ið gevur styrk
og íblástur til alt menniskjað.
Virðini vit ynskja skulu eyðkenna Depilin:
• Fevnandi og sonn
• Náttúrligar og ektaðar relatónir
í og út frá Deplinum
• Stórsinni & takksemi – lívið
er størsta gávan
• Nýhugsan – Depil fyri virkir & stovnar,
ferðavinnu, kirkjur og samkomur
Fakta
Tema: Vøkstur í Sandoynni
Depilin í Skálavík
– ein sólskinssøga
T
Ómálaða lonin er nýggi tilbygningurin við
kømrum, sum varð tikin í nýtslu seinasta
summar. Nú eru 95-100 seingjarpláss
í Deplinum móti 36 áðrenn tilbyggingina
Rúna og Heðin Lamhauge kendu onki til at reka
gistingarhús ella deplar sum Depilin í Skálvík,
men tey hava havt eina hepna hond við rakstr
inum, síðani Depilin lat upp í mai 2011. Í tí dagliga
er tað mest Rúna, sum hevur ábyrgdina, tí Heðin
arbeiðir sum lærari á Handilsskúlanum í Havn