hósdagur 30. januar 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
2014 fer Statoil at bora tveir
leitibrunnar í føroyskum øki, og talan
verður um størstu einstøku verkætlan
og íløgu í føroyskari vinnusøgu.
Hendan verkætlan kemur at hava við
sær nógv virksemi í Føroyum. Ein
leyslig meting er, at tað fara at koma
2-300 milliónir krónur inn í føroyska
búskapin, millum annað tí føroysk
vinna fer at veita vørur og tænastur til
stóru oljufeløgini í sambandi við hesar
leitingar. So hóast olja enn ikki er funnin í
rakstrardyggum nøgdum, kastar leitivirk
semið munandi av sær til føroyska samfelagið.
Spírandi føroyska frálandavinnan hevur eisini
notið gott av hesum og hevur nú ment seg til
eina vinnu, sum bæði stendur seg í altjóða
kapping og kastar munandi av sær til føroyska
samfelagið.
Minni heft av oljuni
Vindmyllulundin í Húsahaga fer at trífalda
vindorkuna á føroyska el-kervinum, og vænt
andi fer vindorkan at standa fyri umleið 23%
av føroysku elorkuni, tá lundin verður tikin í
nýtslu.
Aling
Dugnaskapur hjá føroyskum alarum og
regluverk í heimsklassa hevur viðvirka til, at
føroyska alivinnan hevur ment seg til at vera
ein av berandi vinnunum í Føroyum. Royndir
verða nú gjørdar at ala á streymhørðum ali
økjum, umframt at arbeitt verður við at koma
út á opið havi við ringunum. Um hetta eydn
ast, sum eg vænti og vóni, so eru útlitini sera
bjørt fyri vinnuna komandi tíðum.
Skapandi vinnur vaksa
Eg vænti at skapandi vinnur, eitt nú tónleikur,
móti, filmur, matlist og so framvergis, fara í
nógv størri mun at gera seg galdandi í ár.
Talið av føroyingum, sum megna at liva av
síni skapandi list og sum sláa ígjøgnum uttan
landa, tykist mennast í hvørjum. Tað krevur
nógv av teimum kreativu fólkunum at gera
vart við seg úti í heimi. Tí er tað sera jaligt,
at eisini privat handilslig tiltøk síggjast, sum
hava til endamál at pallseta føroyskan tónleik
og aðra skapandi list uttanlanda, eitt nú Frigg-
festivalurin í Keypmannahavn í mai.
Íverksetan
Granskarasetrið skapar bestu karmar fyri
granskingargrundaðar íverksetarar.
Íverksetararhúsið hevur start-up kring um í
landinum, og nú eisini innan serstøk sats
ingarøki, seinast kreativar vinnur.
Nakrar kommunur taka av álvara upp á
seg at draga íverkstarar til sín, umframt bjóða
íverksetarum og verandi vinnuvirkjum karmar,
har møguleiki er fyri samvirkni millum fyri
tøkur. Tað kann væl henda, at eisini aðrar
kommun-ur síggja møguleikarnar í at stimbra
undir nýtt virksemi í sínum øki.
Satsingarøki
Oljuleitingar hava nógv at siga fyri føroyska
samfelagið, og tí hevur tað stóran týdning, at
oljufeløgini hava áhaldandi leitivirksemi. Til
tess krevst eitt miðvíst arbeiði frá føroysku
myndugleikunum, bæði í mun til at fyrireika
jarðfrøðiligt tilfar og við miðvísari marknað
arføring skapa áhuga hjá oljufeløgunum fyri
føroyska landgrunninum.
Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferða
fólkaland. Fortreytin fyri at økja um talið av
ferðandi til Føroya er, at fólk kenna til landið
og tær upplivingar, sum eru at fáa her. Tí er
neyðugt við eini effektivari og hollari mark
naðarføring av Føroyum.
Landsstýrið hevur valt at satsa meira mið
víst fyri at skapa vøkstur innan ferðavinnuna
í Føroyum. Ferðavinnan hevur seinastu tíðina
fingið munandi betri fortreytir fyri at røkka
málunum um vøkstur. Játtanin til Ferðaráðið
er tvífaldað og er nú 16,7 milliónir krónur,
ferðavinnuhagtøl verða nú aftur framleidd á
Hagstovuni og er ætlanin í næstum eisini at
broyta bygnaðin á Ferðaráðnum. Visit Faroe
Islands (Ferðaráðið) hevur gjørt eina nýggja
strategi, nýggja visjón og eitt nýtt brand fyri
Føroyar, sum tað verður arbeitt miðvíst eftir.
Málið er at ferðavinnan í Føroyum skal
tvífaldast og geva minst eina milliard krónur
í umsetningi í 2020. Mett verður at innkom
andi ferðavinnan í dag skapar uml. 400-500
ársverk. Mett verður vanliga, at ein millión
krónur í eyka ferðavinnuumsetningi skapar
1,5 arbeiðspláss innan ferðavinnuna. Røkka
vit málinum um at hava ein umsetning á eina
milliard krónur í 2020, merkir hetta sostatt
umleið 750 nýggj arbeiðspláss innan ferða
vinnuna.
Við nýggju fortreytunum, sum Visit Faroe
Islands hevur fingið at arbeiða undir, og tá
hugsað verður um potentialið, sum Føroyar
hava sum ferðavinnuland, verður hetta ikki
mett at vera eitt órealistiskt mál at røkka.
Kreativar vinnur
Skapandi vinnurnar gerast alt sjónligari í
Føroyum. Enn vita vit tó ikki, hvussu stórur
búskaparligi týdningurin er, og vit kenna ikki
potentialið. Meira enn helvtin av játtanini hjá
Vinnuframa er farin til skapandi vinnur. Tað
vísir okkum, at hetta eru vinnur, sum hava
serliga stóran áhuga millum íverksetarar, sum
síggja heimin sum sín marknað.
Breið semja er eisini um, at vit eiga at taka
ítøkilig stig fyri at menna skapandi vinnur,
sum politiskt ofta detta niðurímillum. Oftast,
tí tær ikki eru eintýðug vinna ella mentan,
men bæði. Besta dømi er helst filmsvinnan.
Í filmsframleiðslu renna allar listagreinir
saman, umframt hópin av øðrum avleiddum
virksemi. Filmur skapar tí stórt búskaparligt
og mentanarligt virksemi, hóast framleiðslan
sjálv, filmurin, sjáldan er nakað gullnám.
Vinnugransking og íverksetan
Samstarvið í granskarasetrinum iNOVA er
rættiliga komið í gongd. Og nú ræður um at
varðveita fokus á granskingartengdari vinnu
menning. Tað er umráðandi, at vit framhald
andi hava stórt fokus á granskingartengda
vinnumenning.
Ein stór satsing er føroyska luttøkan í ES-
granskingarsamstarvinum Horizon 2020, sum
skapar nógvar nýggjar spennandi møguleikar
fyri føroyskar fyritøkur. Bæði tær granskingar
tungu, men eisini aðrar smáar og miðalstórar
fyritøkur (SME), sum eru serliga høgt rað
festar í nýggju rammuskránni. Karmarnir fyri
íverksetarar verða bøttar. Tað skal bera til at
stovna íverksetarafeløg, har bara ein króna er í
stovnsfæi. Tað verður gjørt aðrastaðni
Elektrificering
Útbyggingin av varandi orkuframleiðsluni ger
tað eisini enn meira átrokandi at vit skjótast
gjørligt fáa sett gongd á eina elektrifisering
– tað er ein umlegging frá olju til elorku.
Um nakað veruliga skal henda í so máta,
er neyðugt við politiskum átøkum, ið flyta
brúkararnar yvir til grøna orkutøkni. Tað kann
millum annað vera til upphiting av húsum og
til flutning. Føroyar kunnu enn gerast fyrsta
landið, sum hevur eitt landsfevnandi net av
løðistøðum til el-bilar. Men skulu vit lata
okkum í føraratroyggjuna, so krevur tað ein
veruligan vilja frá øllum áhugapørtum.
Lívfeingisbúskapur
Lívfeingisbúskapur er høvuðssatsingarøkið í
norðurlendska samstarvinum undir íslendska
formannskapinum í Norðurlandaráðnum í
2014. Hetta passar sum fótur í hosu hjá okk
um, sum burturav liva av tí, sum náttúran
gevur.
Vit eiga at brúka høvið til at knýta øll tey
sambond, sum vit kunna, og til at seta gongd á
menning á fleiri vinnuligum økjum.
Vit skulu menna matvinnur.
Granskarasetrið iNOVA hevur ein royndarkøk,
ið er ætlaður at menna nýggjar matvørur, og
kann eisini seta gongd á hjá matíverksetarum.
Vit skulu vaksa um aliøkini. Og vit skulu
fáa meira burtur úr livandi tilfeinginum.
Brúka alt av fiskinum, og bara framleiða bestu
góðsku.
Í
Kronikk
Eitt spennandi ár fyri vinnuna
Fyri vinnuna verður 2014 eitt spennandi ár á
nógvum økjum. Eitt nú oljuvinnu, fyri grøna
orku, lívfeingisbúskapin og skapandi vinnur
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
størstu avbjóðingar í 2014
Fólk til vinnuna
Ein týðandi avbjóðing fyri stórar partar
av vinnuna er tørvurin á kvalifiseraðari
arbeiðsmegi. Tí arbeiðir Vinnumálaráðið
í løtuni við at endurskoða lóggávuna,
so at vit kunnu hava eina meira
smidliga skipan, sum loyvir vælútbún
um arbeiðsfólki inn í landið, tá tørvur
er. Hetta vil vera við til at økja um
virksemið og skapa búskaparvøkstur.
Fólkavøkstur yvirhøvur
Størsta avbjóðingin yvirhøvur er
framvegis at fáa útisetar at koma
heimaftur. Eisini mugu vit eggja
útlendingum at búseta seg í Føroyum.
Satsingarøkini, ið eru lýst aðrastaðni á
hesari síðuni, skulu skapa møguleikar
fyri nýggjum størvum, umframt at fólk
sjálvi kunnu skapa sær vinnur, eisini á
økjum sum vit als ikki hava hugsað um.
Atgongd til kapital
Fyri vøkstur í vinnuni er altavgerandi at
fáa atgongd til vakstrarfígging.