Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TEAM RYNKEBY FØROYAR I SÚKKLA TIL PARÍS 2 – Team Rynkeby Føroyar gevur okkum ein einastandandi møguleika at varpa ljós á og hjálpa børnum við krabbameini og familjum teirra. Tað er trupult at orða, hvussu takksom, vit eru, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Hon verður sjálv ein av teimum 35 í føroyska súkkluhópinum, sum í summar seta kós ímóti París. – Tað er altíð sera svárt, tá ein fær krabbamein, og ógvuliga meint rakar tað, tá børn gerast so álvarsama sjúk. Hóast útlitini tíbetur ofta eru góð, og alsamt gerast betri fyri at gerast frískur, so er tað altíð ein tung sálarlig byrða við ótta og angist fyri framtíðini. Og sjúkan kann eisini gerast ein álvarsamur fíggjarligur smeitur fyri familjuna. Tí eru vit ómetaliga fegin um, at stigtakararnir eru farnir undir hetta framúrskarandi tiltak at súkkla fyri at útvega pening, sigur Jansy sum kennir tað sum eina gávu at verða úttikin millum teir mongu umsøkjararnar at súkkla fyri at hjálpa sjúkum børnum. Hetta gevur arbeiði hennara enn størri meining. – Súkkluátakið er beinleiðis í tráð við andan í felagnum og kjarnuvirði okkara, sum millum annað eru opinleiki, hetta at seta fokus á sjúkuna, umsorgan fyri hvørjum øðrum og tað at samstarva og vera álítandi. Búmerki felagsins – heldin – er eitt gamalt føroysk hjálparamboð, sum varð nýtt til at gera tað lættari at lyfta og bera tungar hoybyrður. Heldin bæði knýtir saman og loysir eina byrðu aftur. Súkkluhópurin hjá Team Rynkeby Føroyar ímyndar tað sama – tá góð fólk taka seg saman um eitt jaligt átak, so gerst byrðan nógv lættari og tú kanst koma munandi longri fram á leið. Vit fegnast eisini um, at stigtakararnir ætla at hetta skal vera eitt afturvendandi summarátak, og tað kemur at hava stóra ávirkan á okkara møguleikar at lætta um byrðarnar hjá børnum við krabbameini og famljum teirra, sigur Jansy Gaardlykke. TEAM RYNKEBY FØROYAR GRUNNURIN Pengarnir, sum koma inn í sambandi við súklingina hjá Team Rynkeby Føroyar, fara óskerdir í ein serstakan grunn – Team Rynkeby Føroyar Grunnurin – oyramerktur at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra, og ein minni partur til danska Børnecanserfonden, sum stuðlar føroyskum børnum við krabbameini í Danmark. – Pengarnir fara at verða nýttir til at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra, eitt nú við at bøta um teirra umstøður á ymiskan hátt, at upp lýsa meira um krabba hjá børnum og stuðla gransking í viðgerðarhættum, sum bøta um møguleikarnar at gerast frískur, greiðir Jansy Gaardlykke frá. Føroyingar bera orð fyri at standa væl saman, tá savnast skal inn til valgerandi endamál. Hetta mugu vit, sum standa fyri hesi innsavningini til Krabbameinsfelagið, eisini ásanna. Tá súkklað verður til París, kunnu fyritøkur stuðla felagnum, og afturfyri fáa sítt búmerki á troyggjuna hjá súkklarunum. Hetta hevur gingið sera væl – nærum øll plássini á troyggjuni eru seld. Tá vit hava fyrireikað sms-kappingina um túrin til París, sum byrjar í dag, hava vit eisini møtt vælvild. Miðlahúsið hevur ókeypis tikið myndir, sett upp og loyvt okkum at lýsa uttan kostnað í Rás2. Prentmiðstøðin prentar fyri einki. Føroya Tele og Vodafone taka einki fyri sms'ini, sum verða send. Og Faroe Travel hevur latið vinningin. Tí fer hvørt oyra, sum kemur inn, til Krabbameinsfelagið. Eisini galladøgurðin á Hotel Føroyum 15. februar er reinur stuðul. Hotellið letur bæði mat og vín, og kokkar, tænarar og tey, sum framføra, arbeiða ókeypis. Aðrar fyritøkur, sum hava stuðlað væl, eru SMS og Poul Michelsen heilsøla. Stóra takk fyri tað! Fyrr ella seinni rakar krabbamein tey flestu okkara. Tað kann enda væl og tað kann enda illa – men bæði fyri sjúk og avvarðandi er gott at fáa hjálp og stuðul frá Krabbameinsfelagnum. Og – sum ein av persónligu søgunum á síðu 4 vísir: Viðvørt kann upplýsingin, sum felagið skipar fyri, bjarga fólki. Tí vóna vit, at fólk taka líka væl undir við innsavningini sum fyritøkurnar. Sendir tú eini sms-boð við orðinum Frakland til 1914, fara 25 krónur óskerdar til Krabbameinsfelagið. Jú fleiri sms, jú størri er stuðulin. Og jú størri er kjansurin fyri at vinna túrin til býanna bý. Frammanundan takk fyri undirtøkuna Súkkluátakið er í samsvari við okkara kjarnuvirði, sum millum annað eru at seta fokus á sjúkuna, at vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum og at samstarv, sigur dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke HETTA GER BYRÐUNA LÆTTARI AT BERA Hvørt oyra fer á rætta stað Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameins felagnum, sum sjálv súkklar við til París, og Jákup N. Olsen, formaður Krabbameinsfelagið er eitt áhugafelag, sum ráðgevur, hjálpir og arbeiðir fyri krabbameinssjúklingar og avvarðandi teirra. Felagið leggur stóran dent á upplýsing um krabbameinssjúkur og fyribyrging, stuðlar krabbasjúklingum og familjum teirra, arbeiðir fyri gransking og mótvegis myndugleikum og heilsuverki. Felagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkur eru limagjald og gávur frá einstaklingum, stovnum, fyritøkum og feløgum. Krabbameinsfelagið ynskir at skapa vón, ljós og lívsmót, tá fólk koma í ta truplu støðu at hava fingið staðfest krabbamein. Felagið ynskir at vísa tí sjúka og teim avvarðandi á lívsglottar og saman fáa hesar at víðkast mest møguligt. Tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar og ráðgevar við drúgvum royndum innan krabbameinsøkið starvast dagliga hjá felagnum. Tær vegleiða, hava telefonviðtalu, bjóða tær persónliga samtalu á ráðgevingarstovuni ella heima eins og samtalu við familju og avvarðandi. Tætt og gott samband er við bæði sjúkrahús, Almannaverkið, Hvíldarheimið og aðrar stovnar í og uttan fyri Føroyar. Umleið 50 sjálvboðin er knýtt at felagnum. Hesi gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði. Uttan tey sjálvbodnu var ikki møguligt hjá felagnum at røkka so víða. Felagið skipar fyri einari røð av tiltøkum, eitt nú samtalu bólkum, fyrilestrum, evnisdøgnum, rørsluskeið, hugna løtum v.m. Undir felagnum eru skipaðir ein røð av sjálv hjálpar bólkum, sum allir eru at finna á heimasíðuni Her ber eisini til at søkja um fíggjarligan stuðul úr Hjálpargrunninum hjá felagnum, um peningur er tøkur í grunninum. www.krabbamein.fo Um Krabba- meinsfelagið GRAFISK SNIÐGEVING OG UPPSETING: PÆTUR EYÐUNSSON JENSEN, SOSIALURIN