hósdagur 30. januar 2014síða 64
Tekstur á síðuni
Team Rynkeby Føroyar I Súkkla til París
8
rutan
Ferðin niður
eftir móti Paris
Aksel Haraldsen
Dagurin gongur við at vakna tíðliga, kanska kl 6.
Eftir morgunmat kanni eg súkkluna. So er stutt
kunning um, hvat vit skulu vænta okkum tann dagin á
súkkluni. Vit súkkla einar 50 km til stuttan steðg. Har
fáa vit okkurt at eta og drekka. Hetta endurtakað vit 4
ferðir, so alt í alt súkkla vit einar 200 km hvønn dag.
Tá vit eru komin fram til hotelli vit skulu
gista á skulu vit flyta inn á kamari. So er
nátturði, ein hugnaløta og so til songar.
So hvørt sum vit nærkast Paris ger hitin meiri og meiri
um seg og tá er umráðandi at drekka nógv vatn.
Øll kunnu
luttaka á túrinum
Elmar Ósá
Sum útgangsstøði kunnu øll luttaka á túrinum til París. Er man í iva um heilsu
støðuna hjá einum sjálvum, so tosar man við sín lækna um hesi tingini. Man
skal byrja venjingina uml. 10 mðr áðrenn fari verður avstað og man venur millum
3-5 ferðir um vikuna. Serliga venjingin á súkkluni á teimum langu teinunum er
týdningarmikil, men eisini alternativ venjing, sum t.d styrkivenjing, renning og
svimjing er brúkbar. Vikuskiftið súkklar man túrar millum 100-200 km til longdar.
Á túrinum er størsta heilsu avbjóðingin tann at klára at sita á súkkluni
frá uml kl 8 á morgni til kl 16-17 um eftirmiddag. Allur kroppurin er
eymur og serliga varin má man vera í ikki at fáa sár í afturpartin.
Um man tekur venjingina og tilgongdina til túrin seriøst, og fylgir vejingar
programmum sum gjørd vera, ja so klárar man túrin uttan stórvegis trupulleikar.
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Team Rynkeby Føroar byrjar longu leiðina í Klaksvík, og súkkla 96 km
til Vaglið í Havn, áðrenn farið verður við Norrønu til Danmarkar
Rynkeby rutan
3. juli 2014 Klaksvík – Tórshavn, Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . uml. km. 96
5. juli 2014 Kruså, Danmark – Gross Wittensee, Tyskland . . . . . . . . uml. km. 73
6. juli 2014 Gross Wittensee – Bremen, Tyskland . . . . . . . . . . . . . . . uml. km. 194
7. juli 2014 Bremen – Enschede, Holland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . uml. km. 200
8. juli 2014 Enschede – Venlo – Genk, Belgia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . uml. km. 201
9. juli 2014 Genk – Huy – Rochehaut, Belgia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . uml. km. 178
10. juli 2014 Rochehaut – Reims - Château Thierry, Frakland . . . . . . uml. km. 193
11. juli 2014 Château Thierry – Eiffel Tower, Frakland . . . . . . . . . . . . uml. km. 95