Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Silvurbrúdleyp 22. mars kunnu Ruth og Sólbjørn Thomsen hátíðar­ halda silvurbrúdleyp og hendan sama dag fyllir silvur­ brúðgómurin 50 ár. Veitslan verður hildin í Dansifrøði 22. mars kl 19. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum hendan stóra dag vera vinarliga biðin um at boða frá áðrenn 1. mars á tlf. 31 67 55 ella 22 96 57 ella á teldupost ruththomsen@olivant.fo. 90 ára føðingardagur 5. februar  verður Anna Thomsen, Saltangará, 90 ár. Dagurin verður hildin í Sjókafeini 8. februar millum  kl 18 og  21. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur 16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár. Dag­ urin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í húsinum hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552 ella 512552 seinast 11. febr.   80 ára føðingardagur 7. februar fyllir Asta Abrahamsen, Klaksvík 80 ár, í tí sambandi verður opið hús leygardagin 8. februar í hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík (gomlu Heygabúðini) frá kl. 11 til kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur 6. februar verður Elisabeth Pearce, Tvøroyri, 60 ár. Tey, ið vilja gleða Elisabeth, eru hjartaliga vælkomin í Fylking leygardagin 8. februar frá kl. 12-18. 50 ára føðingardagar Týsdagin 11. februar verða tvíburðarnir Jórun og Marita Mortensen 50 ár. Dagurin verður hildin í Hovs skúla leygardagin 8. februar frá kl. 11-17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 15. februar hava hjúnini Eyđgerđ og John Lisberg  Sumba, gullbrúdleyp. Dagurin verđur hildin í Samkomu­hús­ inum frá kl. 13 til 17. Tey, sum vilja halda dagin saman viđ okkum, verđa vinarliga biđin um at siga frá á tlf. 370529 ella 581193, áđrenn 1. februar. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 15. februar hava Óli og Jonna Jacobsen, Klaksvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 15. februar giftast Kirstin Olsen, Strendur, og Jákup Fróði Olsen, Rituvík. Vígslan verður kl.12 í Kelduni í Skálabotni og veitslan verður kl.16 fyri innbodnum í Bygdar­ húsinum á Strondum. Frá kl. 20 verður opið hús í Bygdar­ húsinum á Strondum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 15. februar hava hjúnini Erla og Julian Olsen, Vestmanna, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Missións­ húsinum í Vestmanna frá kl 17. Øll er hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 15. februar giftast í Craponne í Frankaríki, Bjalla Brynolfsdóttir Lamhauge úr Tórshavn og Remy Duhesme úr Craponne.Brúdleypið verður hildið fyri innbodnum. Brúdleypsadressa: Bjalla et Remy Duhesme, 1 rue Pere Louis de Galard. 69009 Lyon, France. 90 ára føðingardagur Leyðardagin 8. februar verður Símun Pauli Poulsen Fugla­fjørður 90 ár. Dagurðin verður hildin saman við familjini Poul Andrias 25 ára starvsdag 1. februar 2014 eru 25 ár liðin, síðan Poul Andrias Joensen kom í starv hjá IRF. Hann byrjaði sum deildarleiðari í 1989 og sum tekniskur stjóri í 1992 og stjóri 1997. Á hugnaløtu á IRF fríggjamorgunin ynskti nevndarformaðurin Árni Jacobsen, honum tillukku við degnum, handaði blómur og gávukort og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr. Merkisdagar