Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Týsdagin fylti heimsins størsta sosiala netverk, Face­ book, ið hevur meira enn eina milliard brúkarar, 10 ár. Upprunin til Facebook er at finna á Harvard læru­ stovninum í USA, har Mark Zuckerberg og hini, ið vóru við til at stovna netverkið, vóru lesandi. Í fyrsta um­ fari var Facebook eitt innan­ hýsis net hjá Harvard, men hug­skotið var so gott, at tað spjaddi seg til onnur uni­versi­ tet, og síðani til al­menningin kring allan heimin. Hans Kárason Mikkelsen gekk á Harvard University, tá Facebook fyrstu ferð fór í luftina tann 4. februar 2004. Hann las búskaparfrøði og støddfrøði á Harvard, og slakar tvær vikur eftir, at The Facebook, sum tað nevndist tá, varð alment, skrásetti hann seg á netverkinum. Hann gjørdist tí fyrsti før­ oyingurin á Facebook. Í byrjanini vóru tað bert fólk við teldupostbústøðum, ið endaðu við harvard.edu, sum kundu skráseta seg á Face­book. Webadressan var harvard.thefacebook.com. Stutt aftaná lat Facebook upp fyri lesandi á Yale University og øðrum lærustovnum við. Nú víðagitni Mark Zuck­er­ berg, sum stovnaði The Face­ book, búði í sama bygningi á Harvard sum Hans Kárason Mikkelsen fyrsta árið. – Sum fyrstaársnæmingur á Harvard búði eg í Straus Hall í Harvard Yard. Í einari aðrari uppgongd í sama bygn­ingi búði stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg. Hesum fann eg seinni útav. Til stuttleika kann eg nevna, at ein vinmaður fortaldi mær, at hann hevði sæð Zuckerberg til eina av mínum framløgum á Harvard, sum snúði seg um eitt frítíðarítriv, sigur Hans Kárason Mikkelsen. Í sama flokki sum Zuckerberg – Eg kom ongantíð at kenna Mark Zuckerberg, sum gekk á sama árgangi sum eg, og eg kann heldur ikki minnast at hava hitt hann. Hinvegin kom eg at kenna Eduardo Saverin, ið var næsti maður Zuckerberg, og sum millum annað er por­ tretter­aður í filminum The Social Network. Í dag er okk­ ara vinarband umvegis Face­ book, sigur Hans Kárason Mikkelsen. Hans Kárason Mikkelsen, sum í dag eigur og rekur KT-fyritøkuna Menning.fo, minnist Facebook sum eina rættiliga einfalda tænastu í byrjanini. – Fólk høvdu eina vanga­ mynd, men tað var onki news­ feed; tvs. ongin savnandi síða. Tískil mátti tú surfa runt á ymsu profilunum fyri at kunna teg um, hvat vinirnir fingust við. Hinvegin bar til at síggja, hvørji fak tú hevði til felags við onnur. Tað var skjótt og ómakaleyst at finna vinir, ið tóku somu fak sum ein sjálvur og harvið finna lesivinfólk, sigur Hans Kárason Mikkelsen. Hann minnist eisini aft­ur á eina stuttliga funku, sum upprunaliga var við í tæn­ astuni. – Í byrjanini kundi man visualisera alt netverkið á Facebook, tvs. síggja hvør var knýttur at hvørjum í ein­ um skýggi av prikkum og linjum, har prikkarnir vóru persónar og linjurnar vóru vinarbondini. Tí var lætt at síggja, hvørjar tær ymsu klikurnar vóru. Tað vóru jú ikki meir enn eini 6.000 fólk á Facebook í byrjanini, sigur Hans Kárason Mikkelsen. Halda saman á Facebook Hans Kárason Mikkelsen sig­ ur, at Facebook hevur havt stóran týdning fyri seg, bæði privat og professionelt. – Eg havi gott samband við fleiri frá mínum árgangi á Harvard. Eg havi í fleiri umførum havt vitjan úr USA, líkamikið um eg havi verið í Føroyum ella aðrastaðni í Evropa. Og sjálvur havi eg verið í USA aftur og vitjað, sein­ast í 2010. Og tað er part­ vís Facebook at takka, tí tað er so ómakaleyst at halda vinarbondini viðlíka, sigur Hans Kárason Mikkelsen, sum fer aftur til USA at lesa. – Tá unnustan er liðug við sín kandidat í sálarfrøði, flyta vit til Boston í USA, har eg fari at lesa búskaparfrøði aftur á Harvard. Og hetta verður sjálvandi annonserað á Facebook, soleiðis at vit kunnu knýta bond við fleiri fólk kring Harvard, eins og at halda fast við føroysku røturnar, meðan vit eru burtur, sigur Hans Kárason Mikkelsen at enda. eydun@sosialurin.fo Fyrsti føroyingur á Facebook Facebook – Hans Kára Mikkelsen gekk á Harvard University, tá ið Facebook fyri fystu ferð fór í luftina har fyri júst 10 árum síðani. Hann skrásetti seg slakar tvær vikur seinni og gjørdist fyrsti føroyingurin á Facebook TÍÐINDI Stovnarin av Facebook - Mark Zuckerberg Kári Mikkelsen