týsdagur 4. februar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
– Vit eru ein viðleikari
hjá vinnulívinum í Føroyum.
Drívmegin er, at vit síggja
eina meining í tí, vit gera.
Diplomatiið
Hóast bersøgin og beint fram,
so hevur Jóhanna á Bergi
lagt seg eftir ikki at traðka
kundarnar á tærnar.
Ein orsøk er beinhørða
kappingin millum flutnings
fyritøkurnar. Ein onnur orsøk
er samansetta vinnulívið,
ið samstundis eru stóru
kundarnir.
– Vit eru til fyri kundarnar.
Vit tilpassa okkum tørvin, og
vit leggja okkara virksemi
eftir, hvar vørustreymurin
fer. Tí skulu vit ikki hava
sterkar meiningar um vinnu
lív, útbyggingar her ella
manglandi átøk har. Tú kanst
siga, at í somáta skulu vit
vera politisk korrekt, greiðir
Jóhanna á Bergi frá.
Avbjóðingar
Áðrenn Jóhanna á Bergi
kom til Faroe Ship var hon í
átta ár søluleiðari í JFK sam
takinum. Royndirnar, reto
rikkin og ikki minst áhugan
fyri fiskivinnuni hevur hon
tikið við sær inn í flutnings
vinnuna.
– Tað er ein sera spennandi
tíð fyri framman. Jú, botn
fiskurin er ein katastrofa
í løtuni. Men hinvegin eru
spennandi tíðir í alivinnuni
og uppsjóvarvinnuni. Ali
vinnan arbeiðir sera pro
fessionelt og miðvíst, og tað
er sera stuttligt at arbeiða
saman við hesi vinnuni. Og
gongdin í uppsjóvarvinnuni,
har alsamt meira verður
framleitt til matna, er fan
tastisk. Tað gevur eisini
okkum avbjóðingar, sigur
Jóhanna á Bergi.
Dømi um avbjóðingar er
feskur laksur til amerikanska
marknaðin. Avskipaður úr
Føroyum fríggjadag, førdur
víðari úr Immingham til
Heathrow, haðani hann verð
ur flogin vestur um hav og út
á amerikanska marknaðin
mánadag. Rutan endurtekur
seg við avskiping úr Føroyum
mánadag.
ES-boykottið á sild og
makrel hevur við sær aðrar
avbjóðingar.
– Eitt nú senda vit bingj
ur við uppsjóvarfiski til
Fjareystur umvegis Kanada,
tí einki má umskipast í ES-
havnum. Hetta eru neyð
loysnir, sum eru dýrar fyri
vinnulívið. Men tað skal bera
til, sigur Jóhanna á Bergi og
leggur afturat:
– Útflutningur er sum ein
á. Tað rennur ein ella annan
veg.
Sambært stjóranum er
myndin av rennandi ánni
góð at taka fram, tá forðingar
ella enntá boykott stinga seg
upp.
– Sum stjóri eri eg mest
sum altíð tøk, og tað vita
starvsfólkini og kundarnir.
Eg føli tað ikki stressandi, tí
eg veit at tey ringja ikki bara
til stuttleika, men tí at her er
okkurt, sum skal avgreiðast,
sigur Jóhanna á Bergi.
Jóhanna
og
maðurin
Eyðun á Bergi eru búsitandi
í Klaksvík. Maðurin siglir og
er tí burtur umleið helvtina
av árinum, tey hava tvey
børn á 10 og 13 ár og sjálv
koyrir Jóhanna til Havnar
til arbeiðis hvønn dag.
– Tað krevur eitt sera gott
bakland, og í somáta eru
foreldur og verforeldur ein
ótrúlig hjálp. Men arbeiðið
gerst við tíðini ein lívsstílur,
og tí fær man tingini at bera
til.
Søgan
23. februar er ein stórur
dagur í fyritøkuni. Tá hevði
gamla Skipafelagið fylt 95
ár. Dagurin kemur afturat
100 ára føðingardegnum hjá
Eimskip, sum var í januar.
– Her er talan um tvær
fyritøkur við eini sterkari
søgu. Báðar stovnaðar við
sama grundtanka um at
skapa nýggjar møguleikar
fyri ávíkavist føroyska og ís
lendska samfelagið. Tað eru
eisini virði, ið vit nú byggja
víðari á í Faroe Ship, sigur
Jóhanna á Bergi og leggur
afturat, at seinni í ár kemur
ætlandi út bók um virksemið
hjá Skipafelagnum.
Tá komið er út í juni
mánað hevur Jóhanna á
Bergi verið longri í hesum
starvinum
enn
nøkrum
øðrum. Og hon stórtrívist.
– Ja, eg eri helst eisini miljø
skadd. Eg hyggi eftir frísku
fruktini á handilshyllunum,
byggitilfari, pakningi og so
framvegis. Og eg hyggi eftir
bingjuni, ið stendur á havna
lagnum. Men tað geri eg, tí
hetta hevur mín áhuga, sigur
Jóhanna á Bergi, ársins leiðari
í privata vinnulívinum.
jonbrian@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
FAKTA
Dómsnevndin um Jóhannu á Bergi
• Jóhanna er ein sterkur leiðari, ið við sínum dugnaskapi
hevur tryggja fyritøkuni Faroe Ship støðug og góð
úrslit.
• Saman við starvsfólkunum finnur hon áhaldandi
nýggjar loysnir fyri at gera fyritøkuna virknari og at
betra um arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólkunum.
• Jóhanna er ein kveikjandi stjóri og dugir fyrimyndarliga
væl at vísa sínum starvsfólki álit og at hon virðismetir
teirra dugnaskap.
• Í verki hevur hon eisini víst, at hon setur tey sosialu
starvsfólkavirðini í hásæti.
Eftir hesum at døma ert tú líka blíð, røsk,
gevandi, umhugsin og nærverandi til arbeiðis,
sum tú ert í vinarskarðanum. Altíð úr at gera,
men altíð hin sama. Hjartaliga tillukku
– Nei, eg veit nú ikki, um eg altíð eri so nærverandi. Blíð
og røsk? Og nei, eg havi ikki tíð til alt, sigur Jóhanna
á Bergi flennandi, áðrenn hon leggur afturat, at ger
man tað, sum man tímir at gera, so gongur tað