hósdagur 6. februar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 16 · 7. februar 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánadagin fór Rás2 í luftina við
nýggjum konsepti. Ein partur av dag
føringini var, at Rás2 hevur fingið nýtt
ljóð. Nýggjar jinglur eru gjørdar til
sendiflatuna, og gomlu jinglurnar, sum
hava tænt fyri seg, eru lagdar til viks.
Áður hevur Rás2 fingið sínar
jinglur framleiddar í bæði London
og Keypmannahavn, men hesaferð
varð leitað heim at framleiða nýggju
jinglurnar.
Tónleikarin og framleiðarin Niclas
Johannesen hevur staðið fyri fram
leiðsluni.
– Jinglur kunnu vera ótrúliga stutt
ligar og spennandi at gera. Størsta
fyritreytin fyri, at tað eydnast, er at tú
onkursvegna fangar og skilir, hvat mót
takarin – í hesum føri Rás 2 – fegin vil,
at tónleikurin skal boða og innihalda,
sigur Niclas Johannesen.
– Sostatt er tað týðandi at finna
fram til, hvørjar tankar móttakarin
hevur gjørt sær um stíl, huglag, tempo,
ljóðmynd og so framvegis, áðrenn farið
verður í gongd. Jú betri fatan mót
takarin hevur av, hvat tað er hann ella
hon vilja hava, tess lættari er tað hjá
mær at arbeiða meg fram til eitt úrslit,
ið báðir partar vónandi kunnu vera
glaðir fyri, sigur hann.
Koyra bara á
Arbeiðið at gea sjálvar jinglurnar fer
ikki í gongd, fyrr enn Niclas hevur eina
fatan av, hvat kundin vil hava.
– Tá komið er hartil, verður skrivað
og innspælt intuitiv og óanalytisk. Vit
koyra bara á í fulldrøn, inntil okkurt er,
ið ljóðar av onkrum, sum eg haldi, at
onnur eiga at sleppa at hoyra. Eru fólk
positiv, er tað sum oftast ein spurningur
um at gera onkrar smærri rættingar.
Kanska vit skulu hava meiri buldur
ella eina eitt sindur døkkar kenslu,
minni guitar og so víðari, sigur Niclas
Johannesen.
– Er móttakarin hinvegin ivasamur,
er oftast líka so lætt at byrja heilt av
nýggjum, heldur enn at royna at pjøssa
upp á eitt hugskot, sum kanska ongantíð
av álvara fer at raka plett, sigur hann.
Nýggju jinglurnar hjá Niclasi
Johannesen kunnu hoyrast hvønn dag
á Rás2.
Erligari á
Facebook!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Mikkjal G. Hansen, SIC / Mynd: Eija Mäkivuot
klumman
– Jinglur kunnu vera ótrúliga stuttligar og spennandi
at gera. Størsta fyritreytin fyri, at tað eydnast, er
at tú onkursvegna fangar og skilir, hvat móttakarin
fegin vil, at tónleikurin skal boða og innihalda, sigur
Niclas Johannesnen, ið hevur gjørt nýtt ljóð til Rás2
Í dag, tá ið eg skrivi hetta, eru 10 ár liðin,
síðani Facebook var stovnað.
10 ár síðani studenturin Mark Zuckerberg
fekk hugskotið til ein sosialan miðil, ið skuldi
broyta heimin.
Ella hvussu er tað – hevur Facebook
broytt heimin?
Ein fyrilestrahaldari, eg hoyrdi fyri
stuttum, helt, at alt hetta tosið um, at sosialir
miðlar broyta heimin er yvirdrivið. »Eitt sum
veruliga broytti heimin, var wc-kumman –
har kunnu vit tosa um heimsbroytingar«,
helt hann.
Fyri meg hevur Facebook broytt nógv –
kanska ikki allan heimin, men lívið er vorðið
lættari.
Sum systur, dóttur og vinkona er tað lætt
at seta seg í samband við familju og vinir
um allan knøttin. Tey eru bert eitt klikk
burtur. At finna fólk til eina grein – at fáa sín
boðskap út – at seta ein bólk á stovn – alt er
so sára einkult við Facebook.
Men eg kenni meg eisini aftur í teimum
lýsingum, sum siga at Facebook ger fólk
ólukkulig. Tí tá vit nú hava møguleikan at
leggja myndir og tekst út til okkara vinir, so
er tað sjálvandi ikki tað negativa í okkara
lívi, vit velja at vísa, men heldur tað lukku
liga og væleydnaða. Hvat so um vit ikki
eru so lukkulig – um vit sita í sofuni ein
sunnudag í náttklæðum við einari hálvetnari
pitsa og ØLL onnur eru úti og skoyta, á
konsert, vitja vinir ella á kafe. Tá hevur man
faktiskt hug at blaka Facebook út gjøgnum
vindeygað!
Eg skrivaði einaferð fyri nøkrum árum
síðani eitt status, sum ljóðaði: »Um nakar av
tykkum Facebook vinum er góður við meg,
so kunnu tit gjarna siga tað í dag«. Eg hevði
fingið eini sera torfør boð og hevði brúk fyri
kærleika. Og gitið, um eg ikki fekk tað – í
hópatali! Men samstundis vóru nógv eisini
ógvuliga bangin um meg, tí tey vóru so óvon
við at síggja eitt negativt status.
Um tað er nakað, eg ynski fyri tey kom
andi 10 Facebook árini, so er tað meira
erligheit, og at kærleikin og nærleikin skal
verða líka stórur, sum hann er – í øllum
førum millum mínar FB-vinir!
So segði
hon...
Ræður um at finna
rætta huglagið
– Tað, sum kann gerast í dag, skal ikki
bíða til í morgin. So eg eri helst eitt
sindur av eini marru hjá fólki
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sum varð vald ársins leiðari
– Jú betri fatan móttakarin hevur av, hvat tað er hann ella hon vilja hava, tess lættari er tað hjá mær at arbeiða
meg fram til eitt úrslit, ið báðir partar vónandi kunnu vera glaðir fyri, sigur Niclas Johannesen
Inna
Törnroos