Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 4 VIKUSKIFTI Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Millum teirra, sum um góða viku skulu umboða Føroyar í HM í inniróðri er 46 ára gamli havnarmaðurin, Toni R. Dam, sum kappast í tungvekt í bólkinum fyri menn millum 40 og 49 ára aldur. Eitt er, at Toni við hesum hevur rokk­ið einum marknasteini, sum fáum er unt. Annað er, at skuldi Toni lurta eftir tí, sum læknarnir hava sagt honum sein­astu 30 árini, so skuldi hann ikki so mikið sum droymt um, at hann nakran tíð skuldi kappast millum tey fremstu í heim­inum. Ferðsluóhapp oyðilegði knæið Søgan hjá Toni byrjar, tá hann – eins og so nógvir aðrir dreingir – koyrdi á motocross. – Eg var 16 ára gamal, tá eg var partur av einum ferðsluóhappið. Tað var alt fyri eitt greitt, at knæið var illa farið, men eg kom tó hampuliga væl fyri meg. – Eg hevði altíð verið væl fyri, og eg kom skjótt fyri meg. Gaman í argaði knæið eitt sindur viðhvørt, men ikki verri enn so, at at eg kundi liva við tí. Men tað skuldi vísa seg, at hesin skaðin skuldi argað meg nógv restina av lív­ inum. Fyrstu stóru ábendingina um hetta fekk Toni, tá hann nøkur ár seinni royndi at gera dreym sín til veruleika. Dreym­urin var at verða partur av danska Jægerkorpset, sum er tiltikin sereind innan danska herin. – Eg gjørdist partur av herinum, og tað endaði eisini við, at eg slapp til upptøkuroynd hjá Jægerkorpset. Vit vóru komnir í helvt, tá knæið ikki ork­ aði meira, og eg hevði einki annað val enn at gevast. – Eg noktaði at geva skarvin yvir, og árið eftir royndi eg aftur. Flutti til Dan­ markar eitt ár áðrenn byrja varð. Tað árið fekk eg almannaveiting í Danmark og vandi hvønn dag, umframt at eg tók ymisk skeiðir, ið kundi lætta um upp­ tøkuroyndina. Hesa ferð restaðu ikki meira enn einir 8-9 dagar av samlaðu upptøkuroyndini, tá søgan endurtók seg. Eg noyddist at gevast, og fyri meg var hetta eitt stórt tap. Ikki tí, eg havi fingið ótrúliga nógvar upplivingar í her­ inum, har eg m.a. havi verði á danska lands­liðnum í 5-kamp, kappingum í stórum parti av heiminum og eisini ver­ið í USA á skeiði sum snigskjútti. Men eg náddi ikki málinum, sum eg hevði sett mær, og tað var ein herskin biti, sigur Toni. Læknadómurin Sjálvur dylur hann ikki fyri, at sjálvs­ álitið og sjálvsvirðingin hevði fingið ein frammaná, tá leiðin gekk aftur til klett­ ar­nar. Miseydnaða royndin at sleppa í elitu­deildina hjá danska her­inum hevði sett síni fótatraðk, og heldur enn støð­ ugt at treiskast, valdi Toni nú at søkja sær læknahjálp. – Tað knirkaði framvegis í knæ­num, og vónin var sjálvandi, at megnaði eg ikki at vinna á hesum sjálvur, so máttu lækn­arnir hjálpa mær. Boðini á landssjúkrahúsinum vóru tó greið. Skaðin var ov gamal. Knæið ov illa farið, og tí var einki, sum teir kundu gera. Hetta var tó ikki nakað, sum Toni vildi góðtaka. Hann leitaði sær sjálvur til viðurkenda Gildhøj-klinikkin í Dan­mark, har ein av fremstu skurð­ lækn­unum á okkara leiðum, Peter Angermann, stóð fyri kanningunum. Har hava tey við hepnari hond bjargað yrkis­leiðini hjá fleiri ítrótta- fólkum, men Toni fingu tey tó ikki hjálpt. – Svarið var ikki tað, sum eg vónaði. Eg var ov gamal, og læknaráðini vóru, at eg mátti góðtaka, at mín tíð var farin. Eg mátti sláa meg til tols við eini til­ veru, har eg væl kundi ganga, men at renna og hoppa sum annar unglingi, skuldi eg ikki rokna við. Hjálpin var í grannalagnum Tá neyðin er størst, er hjálpin næst, verð­ur tikið til, og hetta var so sanniliga eis­ini støðan hjá Toni. Hóast hann ongan hug hevði at geva skarvin yvir, so tóktist hetta vónleyst, men lagnan og tilvildin komu brádliga við eini hjálpandi hond. – Tað hendi tað stuttliga, at Jákup Midjord flutti niðan á gøtuna, har eg sjálv­ur búgvi. Vit báðir eru uppvaksnir í sama grannalagið niðri í býnum, so vit kend­ust hampuliga væl. Hann hevði sjálv­andi nomið sær útbúgving sum fingu fingurin Toni R. Dam noktaði at geva skarvin yvir, tá fleiri serfrøðingar annars høvdu felt greiðan dóm. Treiskni, motivatión og eitt skump rætta vegin frá lagnuni broyttu alt, og nú gongur leiðin til Boston, har havnarmaðurin skal kappast móti heimsins bestu innirógvarum Læknarnir