Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 6 VIKUSKIFTI Hvat er títt starv? Miðlateknikkari og vertur. Hvat er tað besta við starvinum? Allar tær smáu avbjóðingarnar í gerandiddegnum – og tær eru nógvar. Nervar dead-line teg? Ja og nei. Er tú til hund ella kettu? Hvørki. Hvønn tónleik dámar tær best? Fyri tað mesta Rock 'n' Roll, men mær dámar allan tónleik. Hvat ger teg í góðum lag? Láturin frá konuni og børnunum. Hvat ger tú í frítíðini? Hvat? Frítíð? Hvat er tað? Nei tvætl... Eg royni at gera mær kjallaran lidnan til brúks. Annars verður familjan raðfest ovarliga. Ferðast tú í egnum landi? Ja. Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini? Dasarí í sólini er akkurát eg. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Ikki nøkrum bestemtum, men mær dámar væl NCIS. Hvussu eru tínir matvanar? Eg ansi ov illa eftir hvat eg eti, tíverri. Hvat er tín lívrættur? Stokt ræst kjøt er eitt tað besta eg fái. Dámar tær at gera mat sjálvur? Ja, sera væl. Hvør bók liggur á náttborðinum? Beint nú »Home Recording for dummies«. Óføra skilagott uppskot hatta um hópgravir úti í Grøv. Tað hevur annað og meira uppi­borið enn bara gravartøng. Púra beint at gangnýta plássið, so meira byggilendi verður, nú fólkatalið minkar alla tíðina úr vøggu í grøv. Nógv tey flestu ræðast ein­ semi, ella heldur tað at vera einsa­møll. Tora ikki bara at vera saman við sær sjálvari ella sær sjálvum. Ókey, hjún í somu grøv. Grøv nummar 13 double up: grøv nummar 26. Og teir harðastu í náttar­lív­ inum í útjaðaranum fáa eina nýggja hóttan at spæla sær við: »heldur tú ikki kjaft boynt nú, endar tú twelve feet under!« Hatta við tveimum í somu grøv er tó ikki ein føroysk upp­ finning. Hatta er roynt fyrr, ofta fyrr, við fleiri enn einum í somu grøv. Aðra staðni brúka tey eisini somu grøv fleiri ferðir, kalla tað endurnýtslu, um tú vilt. Tá líkið hevur ligið har í 30 ár ella so, er tíðin farin, leigumálið uppsagt, onkur annar ella onkur onnur skal inn, ella niður. Upp við tí gamla, niður við tí nýggja. Í aldagamla jødiska kirkju­ garð­inum í Prag eru upp í tíggju grivin hvørt oman á annað, ikki tí, hvørki bigami ella polygami eru loyvd hjá jødunum í Prag, men tað er plásstrot afturímóti. Kirkju­garðurin er so gamal, at síðani tann fyrsta slapp at búgva har, er býurin vaksin í øll fýra borð. Tey livandi krevja eisini pláss. Kirkjugarðurin kann ikki víðkast uttan tann eina veg, niður­eftir. So hvørt tey, sum hava júst tað uppiborið, fara uppeftir, er pláss fyri einum afturat í neðra. Men, tíverri. Eg vil treyðugt, men eg noyðist. Tað gevur samvitskan mær Harrans boð um. So eg fari at drepa og jarða hatta annars frálíka hugskotið við cost benefit kirkjuhavum. Hví? Tí. Ja, hví? Tí Gud vil ikki. Eg havi oftari enn tvær ferðir hoyrt sendi­fólk Guds siga, at deyðin skilur hjún. Bara deyðin má høgga knútin á hjúnabandinum. So tað er at bróta Guds orð at lora deyð og farin hjún í sama hol. Til deyðin tykkum skilur merkir sjálvandi eisini, at so fara tey hvørt í sína grøv. Øll liggja sjálvandi í sínari grøv. Ikki í grøvini hjá øðrum. Felagsognin er hjúnabandins, sum deyðin slítur. Og meðan vit hava ta røttu og einastu grundlógina á knappa­ borðinum, so kemur ein staðilig ávaring afturat haðani. Vit hóma glíðibreytina har úti í kirkjugørðunum. Tá tvey lík av sama kyni glíða niður í somu grøv. Tað verður úrslitið. Boðað er frá hálku á glíðibreytini, og hon verður ikki saltað. Latið ei søguna doyggja, tí so verða Føroya søga og Danmarkar søga jarðaðar saman, í somu grøv, hvør oman á aðra. At grava sína egnu grøv verður dupultarbeiði. Tað ræður bara um at seta spakan, ella hakan, í, áðrenn frostið kemur í mai. Nú brúka gravarar gravkúgv at grava við, so tað gongur nokk tað heila kortini. Vit eru øll á gravarbakkanum, men ikki øll á tromini enn. Og hvussu verður við gravar­ friðinum, tá hjún skulu í somu grøv? Og kanska børnini við. Eina ferð byrjar seinasta ferðin, útferðin niður. Einki er púra vist uttan deyðin, amen í kirkjuni og regn í Føroy­um hvønn dag. Og EM-kappingin í handbólti hjá monnum er liðug. Danmark gjørdist nummar tvey. Dagsins heimaráð stendur á einum veggi beint við frítíðar­ skúlan á Christiania, Sølyst eitur hann (tey vóru ikki so alternativ, tá barnaparkeringin fekk navn.) Har stendur »Hash is trash from the Devils ass.« Helst skrivað fyri at ræða børnini. Og í Føroyum hava vit ongan brekpolitikk. Bara brekaðan politikk Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Jens Tummas Næs lagt til rættis: Leo Poulsen Dasarí í sólini er akkurát eg... Sigur Jens Tummas Næs, sum elskar ræst kjøt og at gera mat sjálvur. Hann lurtar mest eftir Rock 'n' Roll, men dámar næstan allan tónleik – og so hyggur hann ikki eftir nøkrum bestemtum í sjónvarpinum, men dámar væl NCIS Gravarófriður