Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Merkisdagar Gullbrúdleyp Leygardagin 15. februar hava hjúnini Eyđgerđ og John Lisberg  Sumba, gullbrúdleyp. Dagurin verđur hildin í Samkomu­hús­ inum frá kl. 13 til 17. Tey, sum vilja halda dagin saman viđ okkum, verđa vinarliga biđin um at siga frá á tlf. 370529 ella 581193, áđrenn 1. februar. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 15. februar hava Óli og Jonna Jacobsen, Klaksvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 15. februar giftast Kirstin Olsen, Strendur, og Jákup Fróði Olsen, Rituvík. Vígslan verður kl.12 í Kelduni í Skálabotni og veistlan verður kl. 16 fyri innbodnum í Bygdar­ húsinum á Strondum. Frá kl. 20 verður opið hús í Bygdar­ húsinum á Strondum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 15. februar hava hjúnini Erla og Julian Olsen, Vestmanna, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Missións­ húsinum í Vestmanna frá kl 17. Øll er hjartaliga vælkomin. Rubinbrúdleyp 25. februar hava Aslaig & Asbjørn Niclasen í Miðvági rubin­ brúdleyp og 1. mars verður Aslaig 75 ár. Merkisdagarnir verða hildnir í missiónshúsinum í Sørvági leygardagin 1. mars kl. 18:00. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 323044 seinast 20. februar. Brúdleyp Leygardagin 15. februar giftast í Craponne í Frankaríki, Bjalla Brynolfsdóttir Lamhauge úr Tórshavn og Remy Duhesme úr Craponne.Brúdleypið verður hildið fyri innbodnum. Brúdleypsadressa: Bjalla et Remy Duhesme, 1 rue Pere Louis de Galard. 69009 Lyon, France. Silvurbrúdleyp 22. mars kunnu Ruth og Sólbjørn Thomsen hátíðar­halda silvurbrúdleyp og hendan sama dag fyllir silvur­brúðgómurin 50 ár. Veitslan verður hildin í Dansifrøði 22. mars kl 19. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum hendan stóra dag vera vinarliga biðin um at boða frá áðrenn 1. mars á tlf. 31 67 55 ella 22 96 57 ella á teldupost ruththomsen@olivant.fo. Brúdleyp Mikudagin 16. apríl kl.14 giftast í Ebenezer, Angelie Helgadóttir í Gong, Tórshavn og Jerry Ugochukwu Nwobi, London. Veistlan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 18.30. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum vinarliga sigið frá á 255016 ella skriva teldupost til angelieandjerry@ gmail.com ádrenn tann 31. mars. 85 ára føðingardagur 16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár. Dag­ urin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í húsinum hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552 ella 512552 seinast 11. febr.   50 ára føðingardagar Týsdagin 11. februar verða tvíburðarnir Jórun og Marita Mortensen 50 ár. Dagurin verður hildin í Hovs skúla leygardagin 8. februar frá kl. 11-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.