týsdagur 11. februar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Mørk
Bjarni Djurholm var lands
stýrismaður í vinnumálum,
tá farið varð undir einskilj
ingina av Atlantic Airways.
Ein einskiljing, sum nú helst
verður bakkað aftur.
Men hóast støðuna, sum
nú er íkomin, so er Bjarni ikki
í iva um, at avgerðin um at
byrja einskiljingina var røtt.
– Eg eri sannførdur um, at
avgerðin var røtt, tá hon varð
tikin. Og tá uppskotið varð
lagt fyri tingi, haldi eg tað
bara var ein einstøk atkvøða
ímóti, so onnur vóru eisini
samd í hesum. Og hetta varð
heldur ikki tikið úr leysum
lofti. Hetta var eitt mál, sum
varð fyrireikað í eini 2-3 ár, og
hetta tíðarskeiðið høvdu
vit fleiri serfrøðingar
við í okkara fyri
reikingum.
– Í bakspeglinum kunnu
vit siga, at tað byrjaði at
ganga galið, tá einskiljingar
tilgongdin varð broytt. Ætl
anin varð allatíðina, at vit
skuldu selja 1/3 til smærri
íleggjarar. 1/3 skuldi seljast
til institutionellar íleggjarar
ella onnur flogfeløg, sum
kundu lyfta Atlantic framá,
og seinasti triðingurin skuldi
so vera blokerandi minnilut
in hjá landinum, har vit eitt
nú kundu tryggja, at felagið
framhaldandi kom at hava
heimstað í Føroyum.
– Beint undan evstamarki
varð hetta tó broytt, soleið
is at lógaruppskotið bert
fevndi um sølu av fyrsta trið
inginum. Men hinvegin løgdu
vit stóran dent á, at næsti
triðingurin skuldi seljast.
Og tað fingu íleggjarar eisini
greitt at vita, sigur Bjarni
Djurholm.
Tóm lyfti
– Tað skuldi tó vísa seg, at
politiski myndugleikin ikki
helt orð hesum viðvíkjandi.
Sjálvandi spældi tað inn,
at heimurin upplivdi eina
búskaparkreppu, og tí var
marknaðurin ikki longur
tann sami. Men eg haldi
kortini, at myndugleikin hev
ur gjørt ov lítið til at kanna,
hvør kundi verið áhugaður
í at keypa seinna triðingin.
Marknaðurin hevur stabili
serað seg síðani, men kortini
hevur einki verið gjørt fyri
at fremja seinna partin av
einskiljingini, og tað hevur
sett felagið í eina trupla
støðu.
– Ætlanin var allatíðina, at
ein einskiljing og børsnoter
ing skuldi styrkja felagið.
At Atlantic við hesum stigi
– og saman við loftferðslu
pakkanum hjá ES – fekk at
gongd til aðrar marknaðir
og møguleikar at menna seg.
Eg var frá byrjan sannførdur
um, at bleiv landið við at
eiga sínar tveir triðingar, so
kom hetta at merkja færri
handlar og harav lægri kurs
á partabrævinum.
Bæði undir Bjarna Djur
holm og seini Bjørt Sam
uelsen helt politiski mynd
ugleikin fast um sonevnda
armslength-prinsippið, har
myndugleikin
ikki
gjørdi
sær dælt av suverena meiri
lutanum, men tann parturin
er síðani broyttur. Í tveim
um førum hava smærri
partaeigararnir víst stóra
ónøgd um, at landsstýris
maðurin
hevur
trumfað
nevndarval ígjøgnum, og
ikki minst hevur størrsti
privati íleggjarin verið sera
hvassoraður, tí Johan Dahl
ikki hevur fylgt sonevndu
corporate governance-regl
unum, sum annars vóru frá
boðaðar virðisbrævamarkn
aðinum.
Álitið farið
Bjarni Djurholm er ikki ser
liga fegin um hesa støðu, men
hann sigur, at hetta er ein
avleiðing av, at einskiljingin
ikki varð framd fult og heilt.
– Tá tú hevur við eitt
børsskrásett felag at gera,
so eru nakrar aðrar spæli
reglur galdandi. Og eg havi
upplivað tað so, at politiski
myndugleikin hevur havt ilt
við at virða hesar. Sjálvandi
hava fólk – eisini politikarar
– loyvi til at hava sínar mein
ingar um Atlantic Airways.
Men tey eiga at vera varin við,
hvat sagt verður, tí har eru
nakrar spælireglur galdandi
fyri partabrævamarknaðin.
– Hetta hevur skapt ein
støðugan ófrið, og tað kann
felagið ikki liva við. Nú hevur
nevndin so eftir øllum at
døma sagt, at hendan ein
skiljingin má verða fuglur
ella fiskur. Og tá tað ikki
bleiv annað, so mátti tað
verða hitt, sigur Bjarni.
– Men tað merkir, at polit
iski myndugleikin hevur tik
ið íleggjararnar við nøsini.
Eitt tað truplasta hjá mær at
góðtaka í hesum er, at vit á
sinni fingu úti við 100 milli
ónir fyri partabrøvini, og at
hesi nú verða keypt aftur
fyri nógv minni. Sjálvandi
er nakað goldið í vinnings
býti, men stóri trupulleikin
er, at landið ikki helt orð
viðvíkjandi einskiljingartil
gongdini, sigur Bjarni Djur
holm, sum eisini viðgongur,
at hetta í ávísan mun hevur
skatt álitið á framtíðar før
oyskum einskiljingum.
– Tað verður í øllum før
um soleiðis, at verður nøk
ur almenn einskiljing framd
aftur, so má hendan fremjast
í einum høggi. Undir ongum
umstøðum kunnu vit í fram
tíðini gera ein lutvísa ein
skiljing, har restin er grundað
á lyfti frá politikarunum,
sigur Bjarni Djurholm.
TÍÐINDI
Dýr politisk lyfti
Atlantic Airways Tað kostar privatu íleggjarunum eina 20 milliónir, at teir trúðu tí, sum politiski myndugleikin
segði seg vilja. Ein herskin biti at svølgja, sigur táverandi landsstýrismaðurin við vinnumálum
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður