týsdagur 11. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Jú, áhugin er sera stórur. Vit
hava eitt nú fingið umsóknir
úr Fiji, Malaysia, Sri Lanka,
Brasilia, USA og Nicaragua.
Tað sigur Bjørn Kunoy,
sum er ein av stigtakarunum
til serliga skeiðið um vísinda
lig og altjóðarættarlig atlit í
tilknýti til landgrunnin.
Bjørn
Kunoy
er
út
búgvin
í
løgfrøði
av
hægri
lærustovnum
í
Belgia og Fraklandi. Í síni
doktararitgerð
viðgjørdi
Bjørn Kunoy rættarreglur
nar í landgruns markna
málum uttanfyri 200 fjórð
ingar. Ritgerðin og verjan av
henni vakti ans, og verður
av fremstu serfrøðingum
í franska universitetsum
hvørvinum mett millum tær
allar bestu í fjør. Franska
vísindafelagið fyri altjóða
lóg hevur tilnevnt ritgerðina
hjá Bjørn Kunoy til serliga
Suzanne Bastid viðurkenn
ingina,
sum
á
hvørjum
ári verður latin til bestu
doktararitgerð innan altjóða
rætt. Bjørn Kunoy starvast
sum løgfrøðiligur ráðgevi á
Løgmansskrivstovuni.
Í summar skipar Bjørn
Kunoy, saman við Martin
V. Heinesen, fyri altjóða
summarskeiði á Fróðskap
arsetrinum. Martin V. Heine
sen
er
jarðfrøðingur
og
hevur síðani á sumri í 2012
verið limur í serligu Land
grunsnevndini hjá ST, sum
ásetir mørkini millum heim
sins lond. Ítøkiliga og við fak
ligum grundgevingum lýsir
nevndin, hvussu langt land
grunnurin hjá ymsu londu
num røkkur.
Afturat sær hava teir jarð
frøðingin Finn Mørk, sum
eisini telist millum skeiðs
haldararnar.
Samspæl
- Tað, sum vit serliga leggja
okkum eftir á skeiðnum er
samspælið millum tekniska
partin við jarðfrøðini og løg
frøðisliga partin. Hetta eru
faktorar, sum báðir hava sera
stóran týdning, tá markið
skal setast millum tvey ella
fleiri lond, sigur Martin V.
Heinesen.
- Vit halda hetta vera sera
spennandi arbeiði, og hava
eftirhondini
eisini
knýtt
sambond
við
fleiri
sera
áhugaverdar persónar innan
økið. Tí vilja vit fegnir skipa
fyri einum skeiði av slíkum
slag, sum vónandi eisini
kann vísa okkara universitet
og samfelag annars á ein
positivan hátt, sigur Martin
V. Heinesen.
Skeiðið,
ið
ber
heitið
Summer Academy on the
Continental Shelf (SACS)
verður hildið í samstarvi við
Fróðskaparsetrið. Tað strekk
ir seg yvir eina viku, frá 21.
til 28. juni, og endar við eini
próvtøku, ið er góðkend inn
an felags evropeisku útbúgv
ingarskipanina
og
gevur
ECTS-stig. Eftir ætlan skal
skeiði vera afturvendandi og
bjóðast fram hvørt summar.
Altjóða
Undirvísarar
á
hesum
summarskeiði eru dómar
ar í altjóða havrættardóm
stólinum í Hamburg, limir
í landgrunsnevndini og í
altjóða
havbotnsmyndug
leikanum hjá ST umframt
aðrar serfrøðingar í havrætti
og jarðvísundum við altjóða
royndum innan landgruns
rættindi og marknaseting.
Talan er sostatt um altjóða
serfrøði innan økið, sum í
summar verða undirvísarar
á Fróðskaparsetrinum.
Á skeiðnum verður giv
ið
innlit
í
grundarlagið
fyri altjóða rættindum á
landgrunninum,
luttakar
arnir fáa innlit í uppgávuna
og arbeiðið hjá landgruns
nevndini, og tey læra manna
gongdir fyri at áseta land
grunsmørk.
Pláss er fyri 25 luttakar
um og Sambært Bjørn Kunoy
og Martin V. Heinesen er al
tjóða áhugin sum nevnt
stórur, nú freistin at melda
til er úti leygardagin. Um
sóknir eru úr londum í fleiri
heimspørtum, men eisini
er ætlanin at fáa nakrar
føroyingar við. Fimm pláss
eru sett av til lesandi á
Fróðskaparsetrinum,
men
stigtakararnir vóna eisini, at
aðrir føroyingar vísa áhuga.
Oljufelagið
Statoil
hevur
stuðlað
summarskeiðnum
SACS.
Altjóða dámur yvir Setrinum
Dómarar í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg og limir í landsgrunsnevnd Sameindu
Tjóða verða millum undirvísarar á serligum summarskeiði á Fróðskaparsetrinum
Bjørn Kunoy, doktari í lóg við sergrein í landgrunsmarknamálum
Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur og limur
í serligu Landgrunsnevndini hjá ST