Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Tað vóru spyrjihugaðir ung­ dóms­tinglimir, sum seinna­ partin settu løgmanni og landsstýrisfólkum ófrá­boð­ aðar fyrispurningar. Og har vóru fyrispurningar av øllum handaslag. Har vóru fyrispurningar, sum snúðu seg um ferða­ætl­ anina hjá Smyrli, har vóru fyrispurningar um tunn­il til Suðuroyar og har vóru fyrispurningar um Klaks­vík­ ar sjúkrahús. Serliga spurningurin um Klaksvíkar sjúkrahús var nær­gangandi, tí spyrjarin vildi vita, um tað ikki var nóg mikið við tveimum sjúkra­ húsum í landinum, ser­liga tá hugsað verður um stuttu far­leiðina, ið nú er millum norðurøkið og mið­staðar­ økið. Eisini varð spurt um Fountinhúsið, sum er í um­ búna. Eisini var spurt um, nær roknast kann við, at ein tunnil verður bygdur mill­um Suðuroynna og mið­staðar­ økið, og til tað var svarað, at tað verður í »okkara tíð«, sum ein av ungdómstinglimunum vildi vita. Tað vóru heilir 24 fyri­ spurn­ingar settir teimum sjey landsstýrisfólkunum og løgmanni, og ein spurningur var, hví so nógv var sett av til tunlar í mun til tey meira bleytu virðini. Til tað svaraði løgmaður, at beint í løtuni fylti tunn­ ilstosið rættiliga nógv, men hann helt, at tað eisini vóru pengar settir av til ellisheim og røktarheim. Fáar viðmerkingar Eitt, sum eyðkendi hesa runduna var, at ung­dóms­ ting­limirnir ikki høvdu stór­an áhuga í at gera við­ merk­ingar til teir settu fyri­ spurningarnar. Bert í einstøkum førum vórðu viðmerkingar gjørdar. Annars sýndi hesin fundurin aftur, hvussu væl fyri okkara ungdómur er, tá tað kemur til samfelagslig viðurskifti, og tað nýttu politikararnir eisini høvi til at viðmerkja. Tað vóru sum nevnt heil­ ir 24 fyrispurningar settir seinnapartin, og tí dró tað eisini eitt sindur út við tíð­ ini. Hálvan tíma longri tók tingfundurin enn upp­runa­ liga ætlað. Men ungdómarnir høvdu fingið nógv burtur úr hesum ungdómstingi, tí allir, vit hava hitt hesar báðar dag­ arnar, ungdómstingið hevur vart, siga seg verða vorðnar munandi klókari. Tað er nú eisini væntandi, tí tað er neyvan hugsandi, at 15-16 ára gomul eru væl bevandraðí tingarbeiðinum. Eitt, sum tú legi til merkis, var, at sami spyrjari gekk aftur í fleiri førum. Um tað er tí, at summi ikki halda seg til skal vera ósagt, men onkur setti fram tríggjar spurn­ingar. Alt i alt tó eitt upplivilsi fyri teir 32 næmingarnar, sum hava tikið lut í ung­dóms­ tinginum. Og sum Annika Olsen segði, so er tað meira sjáldan, at síggja so nógvar kvinnur manna løgtingið. Spyrjihugaður ungdómur Seinnapartin týsdagin vóru ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk á skránni í ungdómstinginum Áhugin fyri at lurta eftir ungdómstinginum var stórur