týsdagur 11. februar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð yvir son og beigga okkara
Jóan Karl Høgnesen
Fríggjadagin hin 15. november
2013 andaðist bróðir okkara,
Jóan Karl Høgnesen, bert 59
ára gamal. Jóan Karl búði
tey seinastu 20 árini í suður
Onglandi, Newport, saman
við konu síni Mariu, sum
hann var giftur við í 18 ár.
Av og á kom hann heim at
vitja okkum, og serliga var
tað mammu okkara, ið hann
vildi síggja. Hann ringdi al
tíð til hennara 2 ferðir um
vikuna og búði hjá henni, tá
hann var her á klettinum.
Jóan Karl var næstelstur av
okkum 5 syskjum, og elstur
av beiggjunum. Jóan Karl
átti ein son , sum eitur Ingi.
Øll síni bestu ár var hann
sjómaður, hann byrjaði við
Stellu Karinu, tá hon kom í
1969, og seinni sigldi hann
nøkur ár við skipinum hjá
Samvinnufelganum ”Norð
alduni,” og við skipinum
”Kvikk”
hjá
Joensen
og
Olsen. Eina tíð róði hann út
við Havsbrún, sum Olgar
Andreasen førdi, og onkrum
øðrum báti eisini.
Í 1980 tók hann skipara
prógv, og fór út at sigla sum
stýrimaður í farmasigling,
Tað bleiv hansara lívsstarv.
Hann sigldi eina tíð við før
oyskum
farmaskipi
sum
stýrimaður, og seinni eisini
fleiri ár við donskum og
enskum farmaskipum, bæði
sum stýrimaður og eisini
sum skipari. Hann var stýri
maður hjá mær í 1986-1987,
vit sigldu í timecharter á
Miðjaðarhavinum, hann var
sera nærlagdur og trygg
ur á brúnni bæði við navi
geringini,
sjómannskapi
og serstakliga í samskifti á
enskum máli. Skemtingar
samur var hann sum fáur,
á sín egna hátt, og mangan
sótu vit í skellilátri, tá hann
greiddi frá onkrari stutt
ligari hending, ið honum
hevði verið fyri. Hann var
ein snillingur til at fáa eina
keðiliga søgu stuttliga, sam
stundis kundi hann sita
leingi álvarsligur og grunda
um dagsins viðurskiftir. Ong
antíð, nei, aldrin elvdi hann
til klandur, har hann var, og
vóru fólk ikki einig í onkrum
sjónarmiðum,
sum
tosað
varð um, valdi hann altíð at
vera neutralur, og ikki taka
part í nøkrum, men sat bert
og lurtaði til tosið var liðugt,
fyri síðan at venda aftur til
skemtunar. Hann elskaði at
undirhalda familjuni, og tað
dugdi hann eisini sera væl.
Hann kom heim at vitja
síðst í juli mánaða fyri sein
astu ferð. Týðiliga sá man á
honum, at hann var blivin
veikur, og at kreftirnar gingu
undan. Hann fekk staðfest
krabba fyri nøkrum árum
síðani, og so líðandi mergseyg
henda herviliga sjúkan alla
megi úr likami hansara, eins
og hendan sjúkan hevur gjørt
við so nógv onnur, at hann til
endans ikki kláraði meir og
andaðist tá hospitalinum í
Newport 15. november 2013.
Við hesum fáu orðum vilja
vit lýsa frið yvir okkara elsk
aða son og beigga.
Nú Gamla árskvøldið
nærkast, og farið brátt er
árið
vit flest øll merkja angan, og
gleðast øll til Várið
eg sakni mín bróður av
foldum er farin
í minninum stendur tú eftir
sum varðin
sum friðsælur fuglur var títt
eykennislyndi
tú aldrin til klandur
nakrantíð kyndið.
Hvíl í Friði
Mamma og syskini. Selma,
Sevilda, Sigmar, Kristian
Suni og Kjartan