týsdagur 11. februar 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lestrarblaðið 2014
2
Hentar
heimasíður:
Altjóða skrivstovan: www.ask.fo
Meginfelag Føroyskra Studenta: www.mfs.fo
Mentamálaráðið: www.mmr.fo
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark:
www.radgevingin.dk
Yrkisdepilin: www.yrkisdepilin.fo
Hvat skal eg lesa:
Uddannelsesguiden: www.ug.dk
Karrierevejviser: www.karrierevejviser.dk
Les og lær (Føroysk Heimasíða í gerð):
www.les.fo
Pengaviðurskifti:
Studni: www.studul.fo
Taks: www.taks.fo
SU: www.su.dk
SAAS: www.saas.gov.uk/student_support/
special_circumstances/postgrad_list.htm
Lestur uttanfyri Norðurlond:
Ucas: www.ucas.co.uk
Ansa: www.ansa.no
Bústaður í Danmark:
Boligportal: www.boligportal.fo
Samband til Føroya:
Vit velja Føroyar: www.vitvelja.fo
Vinnuhúsið: www.leinkjan.fo
Stuðul til granskingarverkætlanir:
www.gransking.fo
Omanfyri 2500 føroyingar eru í løtuni undir hægri útbúgving
bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er annað árið á tað, at talið
av hægri lesandi fer upp um 2500.
Tað er kul at útbúgva seg.
Tað hevur leingi verið tosað um, at vit noyðast at satsa uppá
útbúgvingar í Føroyum. Vit mugu menna møguleikarnar, og
vit mugu fáa tey ungu at støðast, so tey ikki rýma beint eftir
miðnám. Tí um tey fara, koma tey ikki aftur, vísa tølini.
Men tað hendir veruliga nakað á skúla- og
útbúgvingarøkinum í Føroyum.
Setrið hevur fingið fleiri útbúgvingar á skrá, fjarlestrar
møguleikar vinda alsamt meiri uppá seg, miðnámstilboð til
nøkur teirra, ið hava serligar avbjóðingar eru vorðin veruleiki,
og bæði landspolitiskt og kommunalpolitiskt eru fleiri átøk
antin longu sett í verk – ella eru tey á veg.
Og øll hesi átøkini geva eisini úrslit, tí vit síggja á tølunum frá
Studna, at tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum lesa í Føroyum.
Tað er ikki bara kul at útbúgva seg – tað vísir seg, at tað eisini
er kul at útbúgva seg í Føroyum! Og fyri okkara samfelag, sum
bløðir ungdóm, er tað kul, at tilmælini verða tikin í álvara, og at
átøkini tykjast gera mun.
Tølini siga tó greitt, at avbjóðingin framvegis er at fáa fleiri
konufólk at lesa her heima, tí av teimum, sum fara av
landinum, er størsti parturin framvegis kvinnur.
Og tað er serliga tær, okkum tørvar.
Men hóast tað enn er nakað eftir á mál,
so eru vit ávegis. Og tað er kul.
Lestrarblaðið 12. februar 2014
Eyðkablað
við Sosialinum
Redaktør:
Eydna Skaale
Blaðfólk:
Barbara Holm
Eydna Skaale
Jón Brian Hvidtfeldt
Marjun Dalsgaard
Rannvá Gaard Fossaberg
Rólant Waag Dam
Umbróting/snið:
Pætur Eyðunsson Jensen
Jón Tórður Einarsson
Myndamaður: Álvur Haraldsen
Lýsingafólk: Eyðun Samuelsen
lestrarblaðið2014
Eydna
Skaale
Í Føroyum er tað kul at lesa