Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 lestrarblaðið 2014 Hví fórt tú við AFS, heldur enn at taka seinasta skúlaárið her í Føroyum? Eg havi altíð viljað farið til Japan fyrr ella seinni, og eg havi altíð havt ein áhuga fyri Japanskari mentan, so tað kendist logiskt at brúka eitt ár í Japan. Annars valdi eg eisini Niðurlond og U.S.A. sum annað og triðja val. Av tí, at eg vildi taka skúlaárið í Japan, hugsaði eg ikki so nógv um skúlaárið í Føroyum; men eg byrjaði í 10'inda, tí eg ikki skuldi fara til Japan fyrr enn í mars! Ivaðist tú í nøkrum, tá tú skuldi avstað? Tað er jú sera langt at fara – og sera leingi.. Eg var meira spentur enn nakað annað. Eg hugsaði ikki so nógv um at fara frá familju og vinum, men eg sakni eisini Føroyar. Nú er trupulleikin bara, um eg fari at sakna Japan, tá ið eg komi heim aftur... Hvat segði familjan til, at tú skuldi fara so langt? Mamma helt, at eg fór at velja eitt land í Europa, so sjálvandi var hon nokk so bekymrað, tá eg valdi Japan - eitt land, sum hevur so nógvar jarðskjálvtar. Eg haldi ikki, at beiggjarnir hava hugsað so nógv um, hvussu langt tað er ímillum Føroyar og Japan; men teir eru eisini so smáir... Hvussu hevði tú tað, tann dagin tú skuldi avstað? Spentur. Tað var spell at fara, men tað var spennandi at fara til eitt nýtt land í eitt ár. Eg hugsaði nokk um, at tað fór at vera ein uppliving. Hvussu var at koma til Japan? Eg, ein annar føroyingur og seks danskarar fóru frá Keypmannahavn til Wien og so til Tokyo. Fyrst skuldu vit hittast við øllum AFS'arunum, men eg var ringur av jet lag og høvuðpínu og orkaði ikki at hitta tey øll. Men eg deildi kamar við einum avstraliara og einum frá Costa Rica. Tað var spennandi at síggja bambustrøini, sum vóru har, og eg tók smekkfult av myndum á mínum iPad. Vit fóru so til sonevnda "Orientation Camp", har eg og hini, sum eisini skuldu til Nagoya umráðið í Japan, royndu ymsar siðir. Til dømis fóru vit í "Onsen", har tú fert nakin í bað... Ikki ordiliga nakað fyri meg.. Hvussu eru japanarar í mun til føroyingar? Japanarar eru ikki heilt sum føroyingar. Ja, eg var í einum toki nú ein dagin, og ein gomul kona kom til mín og bað meg at binda mínar lissur. Japanarar eru orduliga respektfullir, og tey heilsa altíð øllum við einum smíli. Tey taka eisini skúlatingini seriøst. Sum til dømis tá mínir vinir frá "bukatsu"(eitt frítíðarítriv) gera skúlating í skúlanum heilt til klokkan 20... Hvussu er Japanski skúlin í mun til Føroyska skúlan? Gott nokk skalt tú bukka, hvørja ferð lærarin kemur inn, annars er skúlin í Japan líka larmutur, sum hann er í Føroyum. Skúlin er frá kl. 9 til kl. 15, og tímarnir eru 50 min. hvør, við 10 min. fríkorteri ímillum. Øll hava eisini frítíðarítriv, og flokkurin hjá mær tekur frítíðarítrivið øgiliga seriøst; baseballdreingirnir og kurvabóltfólkini venja um morgunin, áðrenn skúlin byrjar! Eisini leygardagar. So í tíminum eru tey antin troytt ella larmut. Hvørjum flokki gongur tú í Japan? 10. flokki ella studentaskúla? 2. flokki á Studentarskúlanum. Tað er eitt sindur flóvisilgt at siga teimum, at eg enn eigi at ganga í 10'inda :) Hvussu er við málinum? Tá eg kom til Japan dugdi eg... einki. Eg vildi gjarna læra meg málið, men bókin, sum AFS gav okkum fyri at lesa uppá, var heldur vánalig, so tað tók mær tíð, áðrenn eg lærdi Hiragana (teirra alfabet), Katakana (fyri útlendsk nøvn) og tað lættasta, Kanji (Kinesisk tekn, sum gera tað lættari at lesa, hóast tað er heldur trupult at læra og skriva). Hvørjir eru størstu munirnir á tínum lívi við Norðskála og tínum lívi í Japan? Jú, eg eri noyddur at vera meiri respektfullur, sum t.d. ikki at eta úti, blaka skrell (har eru næstan eingi ruskíløt, so tú mást bera skrellið við tær) og eg kann ikki ordiliga gera tað, sum eg vil. Tað er tó spennandi at liva í einum býi við stórum bygningum og bilum og alt hatta har. Mær dámar tó ikki, at eg skal koyra í bussi í eitt korter, toki í ein hálvan tíma og so fara við skúlabussinum aftur í 40 min. bara fyri at koma til skúlan. Eru nakrir japanarar, sum vita nakað um Føroyar? Jú, tveir hava hoyrt um Føroyar ígjøgnum fótbólt, og eg var á eini summarlegu hjá AFS, og ein av leiðarunum kendi ein føroyskan drong, sum hevði verið í Japan fyri nøkrum árum síðani; hon var heldur kløkk, tá hon hoyrdi, at eg og hin føroyingurin vóru úr Føroyum. Hevur tú fingið japanskar vinir, ella fylgist tú mest við øðrum AFS’arum? Bæði og. Sum eg segði, so hava tey í flokkinum og frítíðarítrivinum ikki so nógva tíð, so hóast eg fylgist við teimum, nýti eg eisini tíð saman við øðrum AFS'arum Hvat hava verið bestu upplivingarnar? Tað er torført at velja, men tá ið eg fekk mítt grøna belti í Shorinji'inium kendi eg, at eg hevði klárað nakað. Eg fór eisini til Kyoto, ein heldur loftkendur býur, og Tokyo, har fólk eru allastaðni. Hvat hava verið ringastu upplivingarnar? Venjingin var orduliga torfør, haldi eg. Har vóru tíðir eg bara vildi geva upp, og eg føldi meg til ampa fyri hini. Málið var eisini ringt, tí eg dugdi einki, og eg føldi, at eg mátti kempa fyri at læra tað. Annars var eg eisini steðgaður av politi'inum, bara tí at eg var ein stórur hvítur drongur, sum súkklaði... Ein heldur racistisk uppliving, haldi eg, og eg bleiv nokk so bangin... Hvat hevur tú lært? Eg haldi, at eg nú veit, hvussu fólk arbeiða í Japan, hvussu tey eru, og hvussu øðrvísi alt er. Eg føli eisini, at eg havi fingið nógv betur tol enn fyrr, og at eg eri minni smæðin, og føli meg sterkari. Eg angri ikki, at eg valdi at fara til Japan. Nú skalt tú skjótt heimaftur til Føroya, hvat ætlar tú tær at gera, tá tú kemur heim? Eg haldi, at eg fari í studentaskúla í august, men eftirsum eg komi heim aftur í februar, fari eg sikkurt at fáa mær okkurt arbeiði. Kanska eisini læra meg meira japanskt. Hvørji ráð vilt tú geva teimum, sum ivast í, um tey skulu fara avstað við AFS? Royn at læra teg í hvussu so í er eitt sindur av málinum, áðrenn tú fert. So ert tú betri fyrireikaður, og kanst kanska soleiðis vísa fyri hinum, at tú ert áhuga/ur í at læra um mentanina og málið hjá teimum. Magnus við Streym Eitt ár í Japan við AFS Myndir: Privatmyndir hja Magnusi við Streym