Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 lestrarblaðið 2014 Búskaparfrøði nýggj útbúgving á Setrinum Sum nakað nýtt er Fróðskaparsetur Føroya farið undir at fyrireika eina útbúgving í tjóðarbúskaparfrøði. Jóannes Jacobsen, Ph.D í búskaparfrøði frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, er settur í starv frá 1. februar 2014, við tí fyri eyga at leggja útbúgvingina til rættis Eydna Skaale Í framtíðini verður møguligt at lesa enn eitt fak á Fróðskaparsetri Føroya. Nýggja linjan verður búskaparfrøði, men enn er leisturin ikki lagdur heilt fast fyri, hvussu útbúgvingin skal skipast. Í dag eru útbúgvingarnar, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar út, tvørfakligar. Tað vil siga, at tann lesandi fær eina breiða basisútbúgving við møguleika fyri at taka ein yvirbygning við tveimum fakum. Hendan tvørfakliga linjan er ein leistur, sum eisini verður brúkt­ur á lærdu háskúlunum í Roskilde og Ålborg. Har byrja útbúgvingarnar við einum ella tveimum basisárum, har tey lesandi hava fleri ymisk fak innan t.d. nátturuvísind, humaniora ella samfelagsfrøði. Alt eftir hvør basisútbúgvingin er, kunnu tey velja yvirbygningsfak á linjuni. Krevur sterkt fundament í matematikk og hagfrøði – Vit hava sum mál, at tey fyrstu árini skulu vera so góð, at okkara lesandi sleppa inn alla staðni at lesa víðari, sigur Jóannes Jacobsen. Tað kundi kanska verið upplagt at lagt útbúgvingina í búskaparfrøði til rættis á sama hátt sum hinar útbúgvingarnar á Setrinum. Hinvegin er búskaparfrøði kanska serlig í so máta, at tað er ein útbúgving, sum krevur eitt sera sterkt fundament innan matematikk, hagfrøði og mikroøkonomi – t.e. læran um, hvussu einstøku aktørarnir í búskapinum uppføra seg í búskaparliga umhvørvinum. Tí eru karmarnir rættiliga fastir frammanundan. – Tú brúkar matematikk og hagfrøði sum amboð til at skipa tínar greiningar. Tað er snøgt sagt ikki so nógv pláss til onnur fak enn búskaparligu fakini og amboðsfakini, um basisútbúgvingin skal geva teimum lesandi eitt ástøðiligt fundament, ið gevur teimum atgongd til onnur universitet, greiðir Jóannes Jacobsen frá. Gransking í føroyskum viðurskiftum Jóannes Jacobsen heldur, at bú­skap­ar­ frøðin er eitt gott ískoyti til hinar sam­ felags­frøðiligu útbúgvingarnar á Setrinum. – Fyrst og fremst ger hetta, at vit kunnu geva føroyingum ta nýggjastu vitanina innan samfelagsbúskaparliga økið - absorbera hana og brúka hana í Før­oy­um. Føroyar hava stórliga brúk fyri fólk­um, sum eru innaliga í tí búskaparliga hugs­ un­ar­háttinum. Útbúgvingin gevur eisini møgu­leika fyri at fáa eitt umhvørvi, har gransk­ing um føroyska búskapin kann vera framd. Eingin annar granskar í føroyskum viður­skiftum, so um vit skulu finna nýggja vitan um tað føroyska samfelagið, mugu vit gera tað sjálvi, sigur Jóannes Jacobsen. Hann vónar, at tey lesandi fáa møguleika fyri at gerast hjálparfólk í samband við gransk­ingarverkætlarnir í føroyskum viðurskiftum. Fáa brúk fyri undirvísarum uttanífrá Í løtuni eru tað Jóannes Jacobsen og Her­ man Oskarson, sum arbeiða við at byggja bú­skap­arligu deildina upp. Helst koma undir­vísarir uttanífrá, tá undirvísingin fer í gongd. – Tað er enn ikki greitt, hvussu nógvir undir­vísarir skulu finnast uttanífrá, men nógv eru í Føroyum, sum arbeiða bæði í tí almenna og tí privata. Tey sita í banku­num, á Gjaldstovuni, undirvísa á Handils­skúla­ num osv., sigur Jóannes Jacobsen. Ætlannin er, at tvey ella trý tey fyrstu ár­ini skulu kunna takast í Føroyum. Eft­ ir hetta er ein møguleiki, at Setrið hev­ur avtalur við nakrar ávísar lærdar há­skúl­ar um, at tey lesandi kunnu taka yvir­bygn­ing­ in hjá teimum. Ein annar møguleiki er, at tey gerast gestalesandi aðrastaðni, men eru knýtt at Fróðskaparsetrinum. Stutt um útbúgvingina Útbúgvingin í Búskaparfrøði undir Søgu- og samfelagsdeildini Væntandi hold á uml. 10 - 15 lesandi Útbúgving: Nationaløkonomi lík cand oecon og cand polit Undirvísingin verður í hølum hjá Søgu- og samfelagsdeildini í Bókbindaragøtu, Tórshavn Stutt um Jóannes Jacobsen Jóannes Jacobsen kemur úr einum starvi á CEBR á handilsháskúlanum CBS, sum er ein granskingardepil viðvíkjandi málum um búskaparvøkstur, nýmenning og produktivitet. Undan tí hevur hann starvast sum skrivari hjá Búskaparráðnum í seks ár frá 1999 til 2005. Hann er cand.oecon.- lærdur á Århus Universitet, hevur M.Sc. í búskapi úr London School of Economics og hann vardi sína ph.d. á Københavns Universitet í 2009 Myndir: Álvur Haraldsen