týsdagur 11. februar 2014síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
lestrarblaðið 2014
Eydna Skaale
Føroyska tilfeingið tvinnað saman við
handverki og list. Tað er í stuttum kjarnin í
nýggju serføroysku útbúgvingini.
- Hetta verður fulltíðarlesnaður við
36 tímum um vikuna, og útbúgvingin
gevur
rætt
til
fullan
lestrarstuðul
frá Studna. Hetta er tað, sum eitur
ein
»atstøðisútbúgving«.
Tað
er
ein
miðnámsskúlaútbúgving
við
denti
á
handverk. Vit hava avtalu við fleiri skúlar í
Íslandi, har møguleiki er at lesa víðari og til
dømis taka eina Bachelorútbúgving, greiðir
Jógvan Sørin Hansen, undirvísingarleiðari
á Tekniska Skúla í Havn, frá.
Nýggja útbúgvingin tekur tvey ár, og á
Tekniska Skúla hava tey serliga hugsað um
kvinnur, eldri enn 25 ár, sum málbólk til
hesa útbúgvingina. Men tó eru bæði menn
og kvinnur í øllum aldri vælkomin at søkja.
14 lesandi verða í fyrstu atløgu upptikin
til útbúgvingina, sum byrjar í august.
- Vónin er, at vit við hesum kunnu birta
upp undir skapandi hugin hjá fólki, so tey
fáa eina grundvitan um sjálvt handverkið
og øll liðini í framleiðsluni. Skúlagongdin
verður eftir ætlan skipað í modul, soleiðis,
at eitt modul snýr seg um skinn, eitt um
ull og tilvirking av ull – til dømis at kara,
spinna, tøva osv., eitt modul fer at snúgva
seg um fiskaskræðu og so framvegis, greiðir
Jógvan Sørin Hansen frá.
Stórur áhugi fyri at undirvísa
Tað vísir seg vera stórur áhugi fyri nýggju
útbúgvingini, sum skal royna at tvinna
søgu og nýhugsan saman.
- Vit hava havt samband við Ásu Hátún
og Nikolinu Beder, sum báðar eru yvir 80
ára gamlar og sum vita eina rúgvu um
føroyskt handverk og at tilvirka úr okkara
egna tilfeingi. Tær hava givið góð ráð í
samband við útbúgvingina. Harumframt
eru tað komnar hópin av fyrispurningum
frá fólki, ið fegin vilja undirvísa, soleiðis, at
vit fara at hava serfrøðingar at undirvísa
í øllum modulunum, vísir Jógvan Sørin á.
Endamálið er at menna eina nýggja
»nisjuframleiðsluvinnu«
innan
okkara
tilfeingi.
Nýggj
serføroysk
útbúgving
Á Tekniska skúla í Havn hava tey kastað
uppá til eina spildurnýggja útbúgving.
Talan er um eina útbúgving, sum tekur
støði í skapandi hugi og handverki - við
denti á sniðgeving innan ull, skinn og
fiskaskræðu – nevnd Tilvirkisatstøði
Fakta um útbúgvingina
Lærugreinar verða til dømis: Arvalæra/
frøði, Búfrøði (plantur og djór),
Plantulæra/frøði (litplantur), Føðslulæra
og Røkt/aling/hald.
Av praktiskum lærugreinum verða til
dømis: at veva, binda, bregda, tøva,
sniðgeva, mynsturmenna og gera
prýðisframleiðslu. Harumframt verður
ullvask, at royta, reinsa, nappa, karða
og spinna. Eisini verður garvað, rotað og
barkað skinn, og arbeitt verður eisini við
at framleiða vørur úr fiskaskræðu.
Umframt handaligu lærugreinarnar
verða eisini bókligar lærugreinar sum
føroyskt-C, Enskt-C, Støddfrøði-C,
Kunningartøkni-C, Myndlist-C
(billedkunst) og Stílmenning-C (stylist).
Fyri at byrja á Tilvirkisútbúgvingini er
kravið, at tú hevur lokið fráfaringarroynd
fólkaskúlans. Umsóknarfreistin er um
miðjan august, og umsóknarskjalið kann
longu nú heintast á heimasíðu skúlans -
www.tst.fo
Útbúgvingin gevur atgongd til víðari
lestur á »Myndlistaskólann í Reykjavík«,
»Tækniskólann í Reykjavík« og
»Verkmenntaskólann í Akureyri«.