Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 lestrarblaðið 2014 Eydna Skaale Tað týdningarmesta er ikki at kunna vísa eitt vakurt prógv fult av 12-tølum. Tað týdningarmesta er hinvegin at kenna fólk, at hava eitt sterkt netverk og at kunna vísa á viðkomandi arbeiðsroyndir. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd í sambandi við, at tað er trupult er at finna starv eftir loknan lesnað. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at tú ikki skalt stremba eftir at fáa eitt gott prógv. Megnar tú bæði fáa góð próvtøl og samstundis hava eitt viðkomandi lestrar­ starv, er tað sjálvandi best. Men kanningar vísa, at skalt tú velja annað, so gevur tað betri starvsmøguleikar, um tú hevur havt eitt viðkomandi lestrarstarv og hevur knýtt eitt gott netverk. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd mill­ um fleiri enn 3000 dimmitantar og kandidat­ søkjandi í Danmark. Kann­ingin er gjørd fyri »Akademikernes Centralorganisation« Hugsa út um kassan Men eisini aðrar kanningar vísa tað sama. Tað er netverkið, ið tryggjar tær starvið eftir lesnað. Ein kanning hjá Djøf, sum er eitt fakfelag fyri akademikarar, vísti, at 55% av teirra limum hava fingið starv eftir loknan lesnað ígjøgnum netverkið. Og hetta netverkið verður serliga skapt ígjøgnum viðkomandi lestrarstørv. Men tað kann tó eisini vera torført at finna tað góða, viðkomandi lestrarstarvið. Og tí er tað serliga týdningarmikið at hugsa taktiskt, meðan tú ert undir útbúgving. Tú skalt skapa tær eitt gott cv, skapa tær eitt gott netverk, samstundis sum prógvið skal vera í lagið. Ætlar tú tær at starvast í Føroyum, er tað tí snilt at royna at knýta eitt netverk her heima og nýta feriurnar til viðkomandi lestrarstørv, heldur enn bert at hugna tær við vinunum. Akademikernes Centralorganisation við­mælir harumframt, at lesandi ikki bara hugsa um, hvat starv tey kunnu fáa, tá tey verða liðug, men at tey í størri mun hugsa, hvat fyri starv, tey kunnu skapa sær, tá tey eru liðug. – Tað snýr seg um at hugsa út um sið­ bundna kassan, at tora at byrja sína egnu fyritøku og at síggja arbeiðsmøguleikar innan nýggjar vinnur, heldur Akademikernes Centralorganisation. eydna@sosialurin.fo Kanningar vísa, at tað hevur sera stóran týdning, hvat lestrarstarv, tú hevur. Tað er har, tú fært knýtt eitt netverk, sum kann tryggja tær rætta starvið eftir lokna útbúgving • Eitt viðkomandi lestrarstarv minkar um vandan fyri arbeiðsloysi eftir loknan lesnað. • Lesandi, sum byrja at søkja um arbeiði, áðrenn tey eru liðug at lesa, hava størri møguleika at fáa lestrarstav, enn tey, ið byrja at søkja eftir loknan lesnað. • Tað ávirkar ikki starvsmøguleikarnar, at tann lesandi drálar við útbúgvingini, um talan bert er um tvey ár ella minni. • Góð próvtøl og ikki-lestrar-viðkomandi lestrar­ størv bøta ikki um møguleikan at finna starv eftir loknan lesnað. Fast Food støð og barrstørv geva tær altso ikki nakran fyrimun. • Hvørki praktikk ella skiftislesnaður uttanlands bøta um møguleikan at finna starv eftir loknan lesnað, uttan so, at tann lesandi hevur eina greiða ætlan við, hvussu royndirnar kunnu nýtast. • Nýútbúgvin, ið hugsa øðrvísi og tora at søkja størv, har einki starv sýnist vera, hava fyrimun í kappingini um størvini. Hetta sigur kanningin í stuttum: Rætta lestrar­starvið kann vera avgerandi