hósdagur 13. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Magnus Tausen
Eygamálið síða 14
Ung
dóms
tingið
gevur vón
Torbjørn Jacobsen
Tíðargrein síða 15
Dahls
Varehus
Næstsíðsta hósdag bjóðaði Tjóð
veldi til tíðindafund, har tey løgdu
fram nøkur týdningarmikil mál fyri
fjølmiðlarnar, sum skuldu leggjast
fyri tingið.
Uppskotini snúgva seg um
ymsar broytingar í Stýriskipan
Føroya. Ein broyting er um fólkaat
kvøðu, annur um nýtt løgmansval
eftir hvørt løgtingsval – og um al
mennar nevndarhoyringar, meðan
tann triða broytingin snýr seg um
betri møguleikar um alment innlit.
Hetta er trý sera áhugaverd og
viðkomandi mál. Men tað tykist
kortini ikki, sum um Tjóðveldi hev
ur lagt serliga stórt arbeiði í fyrireik
ingarnar til málið. Tá Gunvør Balle
legði málið fyri tingið, greiddi hon
millum annað frá, at vóru hesi upp
skot galdandi lóg, so hevði ein fóka
atkvøða kunna steðgað málinum
um forskatting av pensjónunum.
Høgni Hoydal var eisini sera
frustreraður, tí tá hann kom á røð
arapallin, tímdi eingin at lurta eftir
honum – hann tosaði so at siga fyri
tómum tingsali.
Men tað er so nógv ,sum bendir
á, at tað ikki bara eru tey í Tjóðveldi,
sum var illa fyrireikað. Eisini sam
gongufólk, sum til dømis løgmaður
og Helgi Abrahamsen.
Eitt sindur pínligt er tað, at fram
søgufólk Tjóðveldisins nýtir júst
málið um forskatting sum dømi um,
hvat lógin kundi verið nýtt til. Tí í
grein 1 stk. 6 í uppsotinum stendur
soleiðis:
Uppskot til lóg um fíggjar-, løn
ar- og skattamál og lógir um út
inning av galdandi millummlanda
sáttmálum kunnu ikki leggjast til
fólkaatkvøðu.
Tað skjýtur grundgevingina hjá
Gunvør Balle niður. Eins og tað
heldur ikki bendir á væl fyrireikað
lógarsmíð hjá Tjóðveldi, at tey ikki
ein gang sjálvi kenna innihaldið og
avleiðingar av sínum egnu uppskot
um.
Men løgmaður og Helgi Abra
hamsen hava heldur ikki fyrireikað
seg upp á viðgerðina av uppskoti
num, tí báðir nevndu, at hendan
lógin kundi havt steðgað lækking
ini av blokkstuðlinum úr Danmark
í 2002.
Løgmaður segði soleiðis á Face
book mikudagin:
»Lat meg geva Tjóðveldi rætt í
einum. Um vit høvdu minniluta
verju í 2002, tá blokkurin varð skor
in í óðum verkum, so høvdu vit í dag
havt 634 mió kr meira á inntøkusíðu
landsins hvørt ár.«
Eitt sindur pínligt at síggja,
hvussu tilvildarligt lógararbeiði á
okkara høga tingi kann vera.
Lesa ikki síni egnu uppskot
Menn sum Castro, Mao og
Stalin høvdu verið flóvir, um
teir vistu, at í Føroyum ráða
borgarligir politikarar, sum
eru nógv raskari at tjóðar
taka, enn nakar kommunistur
úti í stóru við.
Bara mikudagin natio
naliseraðu
Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin priv
atar verkætlanir fyri fleiri
milliardir.
Fyrst steðgaðu teir priv
atiseringsprosessini
hjá
javnaðarmanninum Jóannes
Eidesgaard við Atlantsflog.
Og síðani privata prestisju
projektinum hjá Kára P. Høj
gaard og øðrum við Sandoy
ar- og Skálafjarðartunlinum.
Nú skal tað almenna eiga
flogfelagið einsamalt og tveir
undirsjóvartunlar fyri tvær
– kanska tríggjar milliardir,
um Heðin Mortensen skal
hava sín ringveg og tey á
Skálafjørðinum skulu hava
sínar kringvegir.
Tað sum er vert at merkja
sær er, at nú vit hava finigð
eitt sokallað borgarligt stýri,
sum hevur kvalifiseraðan
meiriluta – sum kann gera,
sum tí lystir uttan um allar
freistir og loypa viðgerðir um
í tinginum, so privatiserings
prosessin totalt steðgað.
Bankin er gloppin landi
num av hondum. Har vendst
ikki aftur.
Eingin vandi er fyri, at Før
oya Tele ella Posta verða priv
atiserað. Tí privatisering er
»yt« í borgarligu Føroyum.
Jóannes Eidesgaard fekk
kanska blóð upp á tonna, tá
hann privatiseraði Sosialin.
Kanska var tað tí, at hann
setti privatiseringsprosess
ina í gongd av almennum
stovnum.
Hjá løgmanni er øvugt.
Sama dag, sum hann fór úr
síni egnu fyritøku og inn
í heitu løgmansstovuna í
Tinganesi var skiftirætturin
eftir honum og fór avstað
fyri fyritøkuni. Onkur misti
nógvar milliónir.
Man sigur, at brent barn
ræðist eld. Kanska ikki so
løgið, at borgarligi Kaj Leo
og borgarligi Jørgen ræðast
privata initiativið.
Í øllum førum er nú ilt at
síggja, hvat vendir niður –
og hvat vendir upp. Í øllum
førum í føroyskum sokallað
um borgarligum politikki...
Stórur nationaliseringsdagur
Hetta síðsta árið, frá frá 1.
desember 2012 til 30. nov
ember í fjør, vaks fólkatalið
í Føroyum við 144 fólk. Vit
hava
gott
burðaravlop,
men framvegis er nett
ofráflyting.
Tað vísir ein uppgerð hjá
Hagstovuni.
Hesar 12 mánaðirnar
var burðaravlopið 244 fólk,
men hinvegin fluttu 100
fólk fleiri av landinum, enn
tað flutti til Føroyar.
Tann 30. november í fjør
var fólkatalið í Føroyum so
statt 48.267.
Hagstovan sigur, at
størsti fólkavøksturin var
í Tórshavnar økinum har
fólkatalið vaks 233. Í Norð
oyggjum vaks fólkatalið 18
fólk og í Vágum vaks tað
10 fólk. Í hinum økjunum
minkaði fólkatalið tilsam
ans 117 fólk.
– Orsøkin til fólkavøkst
urin er, at flytingin av land
inum er minkað so mikið,
at burðaravlopið í hesum
síðsta
tólvmánaðarskeið
inum var meira enn tvær
ferðir so stórt sum netto
flytingin av landinum, sigur
Hagstovan.
Vit gerast fleiri
í Føroyum
Løgið at tingfólk ikki lesa
málini, sum tey viðgera á tingi
Jóannes Eidesgaard dugdi nakað, sum hvørki Jørgen ella Kaj Leo duga: – At privatisera
almennar fyritøkur – tað sum teir borgarligu bara snakka um – og gera tað øvugta...!