Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Ein 36 ára gamal maður var mikudagin ákærdur fyri at hava framleitt minst 64 skunk­plantur, umframt 18, ið vórðu brúktar. Eisini vórðu onnur for­ hold í ákærunum, eitt nú 269 gramm av skunki, umframt 93 gramm somuleiðis av skunki. Og sum eitt kuriosium var mamma at hesum 36 ára gamla eisini ákærd fyri at hava hjálpt til í hesi hassj­ plan­tagu. Hon vísti tó aftur upp á tað kraftigasta, at hava havt nakað sum helst at gera við hesa hassj- ella skunk­ plantagu. 36 ára gamli maðurin helt lít­ið um rættarskipanina og segði, at tað var sjefákærin, sum var bæði inkompetent og ódugnalig, og at hon ikki orkaði gronina í sær. Og tað var orsøkin til, at hann og serliga mamman vóru stødd í rættinum mikudagin. Hann játtaði at hava plantað tær 64 planturnar og at hann hevði brúkt tær 18, sum talan var um. Men har endaði eisini semjan millum ákæra og ákærda. Tí meðan ákærin vildi vera við, at hvør planta kundi geva upp í 46 gramm av hassji, svór ákærdi upp á, at tað var brennandi lygn, og at tað í mesta lagi fekst 10-14 gramm burtur úr hvørj­ari plantu. Hann kundi tí als ikki góð­ taka, at tær 64 planturnar kundu menna 2.044 gramm av skunki. Samlaði upp á fræ Ákærdi maðurin segði, at hann av fyrstan tíð hevði plantagu­na í kjallaranum, men so hevði mamma hans­ ara bjóðað honum at smíða sær eitt kamar uppi á lofti­ num. Hann so gjørdi, og tá tað var komið so mikið langt, vórðu planturnar saman við so nógvum øðrum flutt upp á loftið. Tað var tá, at hann heystaði tær 18 planturnar. Saman við hinum plantu­ num vórðu eisini funnin 219 hampfræ, sum sagt var, at ákærdi maðurin æt­laði at brúka til at planta skunk­ plant­ur. Seinni noktaði tann ákærdi fyri, at hetta var enda­málið til frænum, og tað var útilokandi hansara stóri áhugi fyri frænum, sum fekk hann at samla fræ. Hann greiddi víðari frá, at hann plantaði vanliga eitt stað millum 20 og 24 plantur, men­um hann til dømis plant­ aði 24, komu bert 18 til 20 plant­ur undan. Hann játtaði at hava út­ vegað alla útgerð til fram­ leiðslu­na. Men hann noktaði fyri at hava sagt við mammu sína, at um politiið kom á gátt, skuldi hann taka alla ábyrgd. At enda upplýsti ákærdi, at tað kostar 250 kronur at key­pa eitt gramm av hassj á svarta marknaðinum. Kendi einki til málið Mamman var sum nevnt ákærd sum viðsek í málinum um hassjplantaguna. Men hon noktaði upp á tað harð­ as­ta. Hon segði, at hon hevði bjóð­að soninum at innrætta sær eitt rúm uppi á loftinum til hann og dóttir hansara. Hon segði eisini, at hon fleiri ferðir hvi verið uppi í kamarinum, men hevði ikki varn­ast nakað sum helst. Hon segði seg einki hava havt yvirhøvur við sakina at gera. Og hon hevði sum nevnt verið uppi á loftinum fleiri ferðir uttan at varnast nak­að. Til tað skoytti ákærdi mað­urin upp í, at hann hevði hongt eitt forhang fyri og ann­ars stillað pappeskjur fyri, so eingin skuldi síggja nak­að. Mamman segði tó, at um onkur legði ein joint í vind­ eygað­karmin, so tók hon hann og kundi so roykja hann eina viku ella tvær sein­ni. Hetta var enn eitt mál í teirri longu røð av málum um rús­evni og skunkplantur, sum ákæruvaldið førir í hes­ um døgum. Leo Poulsen Tann ákærdi greiddi frá, at hann hevði roynt at planta eina skunkplantu ella báðar tvær í 2008, men tað endaði við, at hann var tikin fyri hetta lógarbrot. Tá so møguleikin aftur beyðst frá desember 2012, fór hann aftur undir at gera sær eitt lítið laboratorium. Hann hevði nevnt hetta fyri einum øðrum, sum var flutt­ur inn í januar, men hes­in vildi einki hava við nakra hassjplantagu at gera yvir­høv­ur. Ákærdi hevi tí saman við ein­um øðrum ungum manni bygt sær eina plantagu á ova­s­ta­lofti í húsunum, har hann tá leigaði. Hann arbeiddi sum tim­bur­maður, og tí lá bæði væl fyri hjá honum at seta la­bo­rat­or­i­ið upp, eins og tað lá væl fyri at fáa hendur á til­fari. Hann hevði eisini sjálvur út­veg­að alt annað tilfar so sum ljósrør, hitamátarar og vift­ur. Ákærdi 26 ára gamli greid­di frá, at tað sást, at tað hevði verið ein plantaga har framm­an undan, og at hann gekk út frá, at undanfarni leig­ar­in mundi havt hana um hendi. Hann segði seg ikki vera so royndan í hassj fram­ leiðs­lu, men helt, at 100 gramm av skund góvu eini 10-12 gramm av hassji. Hann segði seg roykja rætti­liga nógv um tað mun­ di, eini fýra gramm um dag­ in, men at hann nú hevði mink­að tað niður í eina til tvær ferðir um vikuna. Hann var síðani byrjaður í læru sum timburmaður hjá einum ógvuliga for­ stáilig­um meistara. Politiið fann 11 skunkplantur Ein 26 ára gamal maður var fyri í Føroya rætti mikudagin ákærdur fyri at hava framleitt í minsta lagi 11 hassjplantur Móðir og sonur ákærd í sama máli Sum ein liður í hópinum av rættarmálum um euforiserandi evnir, hava tvey mál verið fyri í Føroya Rætti mikudagin, í øðrum vórðu móðir og sonur ákærd saman