Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 19 · 14. februar 2014 2 VIKUSKIFTI Kærleiki Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Nú veit, eg at nógv hugsa »amerikanskt fjas hasin valentindagurin«, tí tað er serliga úr amerikanskum filmum, vit hava sæð tey senda kort og geva gávur til síni kæru. Men trúgv tí ella ei – Valentindagurin er ein europeisk siðvenja, sum av fyrst­ an tíð fekk fótafesti í Europa í 1300-tal­ inum, men siðvenjan mátti fara ein um­ veg til Amerika, áðrenn hon aftur kom á okkara leiðir. Valentinus, sum dagurin er upp­ kallaður eftir, var ein italienskur prestur, ið vígdi forelskað pør í loyndum, og sum bleiv dømdur til deyða fyri sínar gerðir. Áðrenn hann doyði, fekk hann tokka til dóttur fangavørðin og skrivaði henni eitt kærleiksbræv, sum hann undir­skrivaði »Tín Valentin«. Vit í Føroyum verða ikki líka undur­ díkt í reklamu um hendan dagin, sum tey verða aðrastaðni, men tað eru nakrar fyritøkur, sum gera meira burtur­úr. Ein av teimum er Hotel Hafnia, sum í nógv ár hevur bjóðað eina serliga Valentin matskrá – og ár er hon: hummara­suppa til forrætt, neytasneið til høvuðsrætt og sjokuláta fondant omaná. Blómuhandlarnir hava eyka nógvar rósur inni og selja oftani rósur saman við sjokulátu. Men vanligasti hátturin at halda Valentin er hóast alt at senda eitt kort til hann/hana, tú er góður við – og tað nýtist ikki at kosta tað stóra. Skriva nøkur kerlig orð á eitt pappír og yvirraska onkran, tú er góð við í dag. Har garð­urin er lægstur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Annika Johannessen, Tóm Rúm / Mynd: Heinesen Myndir klumman Í dag er dagurin, tá ið blómur, sjokuláta og reyð hjørtu í øllum formum selja best. Valentinus eitur dagurin og tað er í dag tú skal minnast til tey, sum tú er best við Í Degi&Viku fyri tveimum vikum síðan hevði banka­stjóri hug at lifra fyri ungdóminum við onkrum kontonavni, tá tíðindafólkið fylgdi og tosaði við eina nakað til árs komna og eina yngri damu, sum søgdu bankanum far­ væl í sambandi við at gjald verður lagt á at hava konto í bankanum. Tað var ikki serliga gjøgnum­hugsað, haldi eg. Tí tey eldru eiga bæði børn, barnabørn osfr., sum óivað verða ávirkað av og gera sum foreldrini. Harafturímóti er tað avbera gott at síggja, at fólk ikki eru bangin fyri at gera vart við seg á røttum staði. Tað ger munin, tí longu hálva aðru viku seinni bakkaði bankin nakað. Alt ov ofta sita vit í kaffistovuni ella við døgurðaborðið og eru um at sálast av fram­ lig­heitini og stórlætinum hjá bæði stovnum og fyritøkum. Hóast júst hendan nýggjasta broytingin hjá bankanum rakar allar aldursbólkar, so fekk hon meg tó at hugsa um støðuna hjá nógvum eldri og gomlum í dag, har flestu bankadeildir eru niðurlagdar og kassarnir fara saman veg hjá teimum, sum enn hava opið. Eg kenni eldri fólk á bygd, sum brúka nógva tíð at tosa í telefon við bankarnar. Hóast tey hava gjørt tað, sum tey kunnu við m.a. at hava lagt allar fastar flytingar í bankan, so noyðast tey viðhvørt at flyta pengar, kanska fyri eitt blómutyssi, einar brillur o.l. Umframt fleiri umstillingar og bíðitíð, skulu tey ofta enn einaferð lurta eftir áheit­anini frá bankafólkinum um at fáa sær banka heima. So oman á gjaldið fyri flyting­ ina, kemur rokningin fyri tele­fon­samrøðuna. Víst ger heimabanki lívið lættari. Men veruleikin er, at tað eru tey, sum ikki hava hann. Tað kann ikki vera at krevja ov nógv, at hesir – oftast eldru – borgarar fáa eins góða tænastu. Framtíðin verður óivað uttan pengar, sum vit kenna teir í dag. Seðlar og myntir fara burtur úr gerandisdegnum. Men hesir pengar eru enn í umfari, og tað áttu peninga­ stovnarnir at tikið til eftirtektar. Men tað gera teir ikki við at stongja kassarnar í deild­ unum, sum eftir eru. Og sum ikki einaferð, so eru tað tey eldru, sum kenna sviðan. Er tað so ringt at veita sínum kundum góða tænastu? Nei, tað kann tað ikki vera. Tað eru fyritøkur í Føroyum, sum koyra 100 kilometrar við vøru til tín fyri næstan tað sama, sum tað kostar at flyta upphædd á sama virði í bankanum. So tað snýr seg um rað­festing. Og tað er neyvan bankafólkið, sum ger flytingina ella situr við kassan, sum koppar nøkrum bankarakstri. So kanska skuldu leiðslurnar hugt at sær sjálvum og sínum íløgum og funnið sparingar har, og ikki bara leypa uppum, har garðurin er lægstur: siga teimum á gólvinum upp og straffa tey eldru. So segði hann... Her er stóri kærleiksdagurin – Tá ið tú lagar garð, kunnu allir steinar brúkast. Tað snýr seg bara at leggja teir rætt Tummas Frank Joensen í Skúvoy í viðmerking um, at Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum Simona Weihe tekning: jón tórur einarsson