Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 19 · 14. februar 2014 4 VIKUSKIFTI Sjónleikur Niels Uni Dam nud@sosialurin.fo Marjun Syderbø Kjelnæs er við tíð­ ini vorðin ein av okkara fremstu og virkn­astu rit­høvundum. Serliga inn­ an ung­dóms­bókmentir hevur Marjun víst serstøk evni, og var m.a. í upp­ skoti til Barna­bóka­virðisløn Norður­ landa­ráðs­ins í fjør, fyri bókina, »Spor í sandinum«. Henda bók hevur áður vunnið norðurlendsku barnabókmenta­ virðis­lønina hjá skúlabókavørðum. Nakað heilt annað Marjun hevur roynt seg bæði við yrk­ inga­søvnum, stuttsøgum og søgum. At hon nú roynir hon seg við einum leik­ verki, vísir hvussu fjøltáttað lista­fólk Marjun er. Men hetta er nakað annað enn bøkurnar, har Marjun sjálv sleppur at seta síðsta punktum. – Ja, hetta er heilt øðrvísið enn ein bók, har sum eg bestemmi alt. Her má alt, sum eg vil forklára, liggja í replikk­inum, man sleppur ikki at skriva rundanum. Sjálvt um eg upp­runaliga skrivaði eina rúgvu av regivið­merking­ um, so visti eg eisini, at tær eru tað fyrsta ein leikstjóri koyrur burt. Tí strik­aði eg sjálv tær flestu aftur. Tað skal ikki vera lætt Leikurin Tóm Rúm er fyrsta leikverkið hjá Marjuni, og tí ein heilt serlig av­ bjóð­ing. Men Marjun ræðist ikki avbjóð­ingar: – Mær dámar at prøva meg sjálva av. Ikki at gera tað alt ov lætt, og hetta hevur ikki verið lætt. Koyrd til hús Í byrjanini var Marjun við til venjingar­ nar, og hevði havt ein dreym um at sleppa at sita við til allar venjingar, men so bleiv ikki. Royndi leikstjórin Eyðun Johannesen, valdi eftir nakrar venj­ingar at biðja Marjuna halda seg burt­ur. Hon flennur at hesum nú, og sigur, at hon var frætørð í fyrstuni, men hevur við tíðini skilt, hví leikstjórin valdi at gera so. – Tað órógvaði ov nógv, at hava rit­ høvundin sitandi har. Serliga leikararnir komu ofta at spyja, hvat eg hevði hugsa við ymiskum. So, tá eg vandi meg við tankan, so skilti eg leikstjóran, men tað var ikki lætt at sita heima og krossa fingrar og vóna, at tey fóru mín veg, sigur Marjun. Tá hon so slapp aftur at hyggja eitt sindur seinni í prossessini, so var fyrsta kenslan, at tey vóru farin heilt skeivan veg, og hon mátti hugsa seg væl um, tá hon gav viðmerkingar, og bara vísa tað allar viktigasta. Mediteraði Tað er eyðsýnt, at Marjun hevur havt torført við at venja seg við, at skula samstarva við onnur í skapanini av einum listaverki, og hetta er hon eisini tilvita um: – Eg havi roynt at meditera, og vant meg við tankan, at eg ikki bestemmi. Eg var og hugdi at leikinum nú fyrr í vikuni, og endiliga loysnaði tað. Eg kundi royna at uppliva tað sum ein eyg­leiðari. Góðtaka, at hetta eru orð, ið eg havi sett saman, og sum tey brúka. Men hon vigongur eisini, at hon er ræðslusligin fyri frumframførsluni leygar­kvøldið, og at hon ristist bara við tankan um hana. Í sambandi við, at leikurin hevur frum­fram­førslu leygarkvøldið, kemur hann eisini út í bók, ið Sprotin gevur út. Ræðandi ikki at Nú leygarkvøldið er frumsýning av leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya. Hetta er nýskrivaður leikur eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. ið telist millum okkara bestu yngru rithøvundar. Marjun sigur sjálv, at hon ristist við tankan og er ræðslusligin fyri frumframførsluni bestemma sjálv Ein listarlig samanrenning Tóm Rúm: yrkislistafólk við serliga góðum dygdum. Leikurin er ein samanrenning av leikritinum hjá Marjun Syderbø Kjelnæs og tónleikinum hjá Trónda Bogasyni. Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs og tónasmiðurin Tróndur Bogason eru millum tey føroysku listafólkini, ið hava fingið møguleika at menna seg og sítt talent og sína list, við at hava fingið játtað 3 ára starvslønir frá Mentannargrunni Landsins. Marjun fekk sína í 2009, meðan Tróndur fekk sína í 2010. Bæði hava tey nógv at vísa á tey trý árini, tey hava fingið starvslønir og eru góð umboð fyri føroyska list í Føroyum og úti í heimi. Nú kunnu tey upplivast saman í hesum stórsligna leiki. mynd: Heinesen Myndir