mánadagur 17. februar 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Tekniskur leiðari til Magn
Magn sóknast eftir tekniskum leiðara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroy
ingar. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn
og deildar skrivstovur eru í Klaksvík og
á Tvøroyri. 11 service støðir bera Magn
navnið.
Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn,
og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya
størstu fyritøkum. Tilsamans eru vit 155
starvsfólk. Sí annars www.magn.fo.
Vit bjóða:
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv
í eini av Føroya størstu fyritøkum. Upp
gávurnar eru fjølbroyttar og umfata alt
frá leiðslu og menningaruppgávum til
tekniskt viðlíkahald.
Stórur dentur verður lagdur á væl skipað
fyribyrgjandi viðlíkahald og framhaldandi
tekniska menning av Magn. Her er vítt til
veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur
tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert
før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú
loysir tínar uppgávur væl. Av hesi orsøk
fært tú kappingarføra løn, góðan stuðul
og alla neyðuga upplæring og endurút
búgving.
Uppgávur í stuttum:
• Tekniska ábyrgd av øllum rakstrar
gøgnum felagsins
• Daglig leiðsla av teknisku deild hjá Magn
• Verkætlanarleiðsla
• Tekniskt arbeiði annars
Vit vænta:
• At tú hevur maskinmeistaraprógv ella
líknandi útbúgving
• At tú hevur leiðsluroyndir
• At tú er væl skipað/ur tá tú arbeiðir
• At tú ert fitt/ur í hondunum
• At tú hevur áræði, ert røkin og dugur
væl at arbeiða sjálvstøðugt
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• Skjótt er gott
• Gleði gevur megi
Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til
Kára Sigvardsen, rakstrarleiðara, á telefon
237430 ella á kari@magn.fo
Umsóknir skulu sendast til kari@magn.fo
innan 25. februar kl. 15.00
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo