týsdagur 18. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ongantíð klappaðu fólk so
nógv og so leingi, sum tá
Vetrarmorgun vann.
Hetta eru orðini hjá film
leikstjóranum sjálvum, og
Sakaris Stórá er ikki í iva um,
at tað var tí, at fólk gleddust
um, at ein so lítil filmur kun
di vinna á teimum stóru.
- Hetta er stórt ikki bara
fyri okkum, men eisini fyri
hini, sum vóru har, tí tað vís
ir, at ein góður filmur ikki
nýtist at vera dýrur, sigur
hann. Filmleikstjórin er ikki
í iva um, at tað sum gjørdi,
at filmurin vann, var tann
nærleiki, sum leikararnir og
filmsleikstjórin hava megn
að at skapað.
Snýr seg um at
vera menniskja
Filmurin vetramorgum snýr
seg um vinalagið millum
tvær vinkonur, sum møgu
liga - møguliga ikki eru meira
enn vinkonur.
- Tað eru bara vit á films
holdinum, sum vita tað, men
endamálið við filminum er
ikki um tær eru samkyndar.
Filmurin snýr seg um at góð
taka seg sjálvan, og um tað
at vera menniskja. At tað er
í ordan at ivast í sínum sam
leika - ein trupulleiki, sum eg
trúgvi at nógv ung fólk stríð
ast við, sigur Sakaris.
Í teir einans 19 minuttir,
sum filmurin varir, megna
leikararnir og leikstjórin at
skapa eina løtu, har tú følir,
at tú kennir høvuðspersón
arnar. Inniliga sambandið
millum vinkonurnar verður
lýst, eins og hvussu vit
menniskju bera okkum at, tá
vit eru undir trýsti.
Vil skapa nærleika
Sum filmsleikstjóri leggur
Sakaris seg eftir at skapa
eina serliga orku og ein nær
leika í sínum filmum. Í sam
bandi
við
Vetrarmorgun
hevur hann gjørt hetta við at
fara í venjingarlegur í fleiri
dagar við høvuðsleikarunum
og menna teirra samskifti og
leik.
- Eg venji tær og menni
tær til at skilja, hvat tað er,
sum eg vil hava fram í filmi
num. Vit hava vant ótrúliga
nógv og hava búð saman í
dagavís. Vi hava vant ymisk
ar mátar at spæla upp á og
at tulka støður uppá, sigur
Sakaris Stórá. Hann sær ikki
seg sjálvan sum stjóra.
- Vit eru liðfelagar og vit
hava eitt samstarv. Vit koma
í felag fram til nøkur ting,
og eg havi fingið nógv tann
mesta íblásturin til filmin,
tá vit hava arbeitt saman á
hendan hátt, sigur hann.
- Tað eru ymiskir háttir
at arbeiða uppá, tá tú leik
stjórnar og tú skalt duga all
ar, men tann hátturin, mær
dámar best, er hetta at men
na leikararnar og røkka eitt
serligt úrslit gjøgnum teir,
fortelur Sakaris Stórá.
Hetta hevur somuleiðis
nógv at siga, tá hann velur
leikarar út.
- Eg hyggi ikki at, hvat
tey duga, tá tey koma inn.
Eg hyggi at, hvat tey fara at
duga, tá vit eru liðug at fyri
reika okkum. Tað merkir, at
tað er av stórum týdningi,
hvussu okkara samskifti er,
og um eg haldi, at tey skilja,
hvat tað er eg vil, sigur hann.
Vóru stjørnur í Berlin
Hóast óroyndir vóru høvuðs
leikararnir í Vetrarmorgun
stjørnur í Berlin.
- Tað var heilt ótrúligt -
tað var sum um, at øll sóu, at
tær vóru stjørnur, og teirra
avrik vóru tey bestu, sum eg
sá, sigur Sakaris.
Hann hevur arbeitt sam
an við Armgarð fyrr, men
hon var ikki sjálvskrivað til
leiklutin.
- Eg hevði hana í tonku
num, men eg segði við hana,
at um hon skuldi hava leik
lutin, skuldi hon vera best
til audition - og tað var hon
eisini, sigur Sakaris.
Vil skapa sterkar
persónar
Ein av teimum filmsleik
stjórunum,
sum
Sakaris
Stórá dámar serliga væl, er
Thomas Vintherberg.
- Hann dugir nakað, sum
eg sera fegin vil duga, og tað
er at skapa sterkar persónar,
sigur skopuningurin lítillát
in. Men okkurt kundi týtt
uppá, at hann longu dugir
tað.
Eitt sum somuleiðis er av
týdningi hvussu filmurin er
tikin upp.
- Vit brúktu eitt lítið
kamera at taka upp við, tí vit
tóku upp á so smáum pláss
um, at vit høvdu ikki kunnað
verið har, um tað var størri.
Hetta er eisini við til at skapa
eina kenslu av, at tú situr
yvirav
leikarunum,
sigur
Sakaris. Av tí sama hevði
hann onga trongd at filma
stórslignar náttúrmyndir.
- Vit føroyingar tengja í
for stóran mun okkara sam
leika at náttúruni - nakað,
sum vit ongan lut eiga í. Og
tað, sum eg vildi lýsa - tað
at vera menniskja, kann
saktans lýsast, uttan at hava
myndir av umhvørvinum við,
sigur hann.
Ikki uttan starvsløn
At Vetrarmorgun vann í
Berlin er søgan um Dávid og
Goliath enn einaferð. Sam
anborið við hinar filmir
nar
hevði
Vetrarmorgun
avmarkaða megi - bæði
peningaliga og tá tað kom
til fólkini handan filmin.
Mangan vóru einans trý
fólk
handan
kameraið,
meðan aðrir filmar til festi
valin høvdu 20 og 30 fólk.
Fíggjarkarmarnir vóru sera
lítlir í mun til kappingar
neytarnir, og hetta vísir, at
umstøðurnar ikki eru av
týdningi fyri, hvussu góður
ein filmur verður, sigur
Sakaris Stórá.
Uttan starvslønina, sum
Sakaris Stórá hevur fingið frá
Mentanargrunninum, hevði
filmurin tó Vetrarmorgun
ikki verið til. Filmsgrunnurin
hjá Norðurlandahúsinum og
Klippfisk hava somuleiðis
gjørt tað møguligt at arbeiða
við filmi. Kortini heldur
Sakaris, at tað er týdningar
mikið, at tú ikki heldur teg
aftur og bíðar eftir at um
støðurnar skulu gerast betri.
- Eg bíðaði í trý ár eftir at
umstøðurnar skuldu blíva
betri, men umstøðurnar hava
einki at siga fyri, hvussu góð
ur ein filmur verður, sigur
hann.
Ivast hvønn dag
Eftir filmskúlan gingu trý ár,
áðrenn Sakaris Stórá gjør
di nakran film. Hesa tíðina
ivaðist hann í, um tað yvir
høvur var tað, hann skuldi,
og hann ivast enn.
- Tað eru nógv ting, sum tú
má liva uttan, um tú vilt gera
film. Tað tekur langa tíð, og
tað er eitt fulltíðarstarv. Eg
meini so við - eg havi brúkt
eitt hálvt ár uppá at gera eitt
korter av filmi, sigur Sakaris
Stórá. Hann tekur javnan
støðu til, um hann yvirhøvur
skal gera film. Eisini nú eftir
at hann hevur vunnið meira,
enn hann nakrantíð hevði
ímynda sær.
- Eg haldi, at man skal
bara gera film, um man ikki
kann lata vera, og tað er
nakað, sum eg taki støðu til
hvønn dag.
Vil gera film í Føroyum
Sakaris hevur ongar ætlanir
um at flyta úr Skopun. Hann
vil gera film í Føroyum, tí
hann kennir at hann ger
mun í Føroyum. Hann gleðist
um, at fleiri foreldur hava
takkað hinum fyri filmin.
- Eg hoyri frá foreldrum at
samkyndum, at tey eru sera
glað fyri filmin, tí teirra børn
kunnu brúka hann til nakað,
og tað er tá, eg kenni at tað
gevur meining, sigur Sakaris.
Hann hevur ongantíð búð
í einum stórbýi, men hann
hevur búð eina tíð í Havn.
- Tá kom einki burturúr.
Eg haldi, at har var ov nógv,
man kundi fara til, sigur
skopuningurin. Hann hevur
tørv á at kunna blíva burtur
í sínum arbeiði. Nógv av til
farinum er skrivað umborð
á Teistanum, so vónandi fáa
vit ikki minni frá manninum,
nú ein tunnil verður.
- Eg kundi hugsað mær
ein tunnil millum Berlin og
Skopun, sigur hann. Hóast
hann ikki kundi hugsað sær
at búð í einum stórbýi, hevur
Berlin við sínum fjølbroytni
eitt serligt pláss í hjartanum
hjá filmskaparanum.
Kundi ikki verið størri
At vinna viðrisløn í Berlin
er meira enn Sakaris hevur
ímyndað sær og hann hevur
enn ikki skilt tað, sigur hann.
- Eg minnist ikki, hvat
eg segði, men tey klapp
aðu øgiliga nógv. Eg minn
ist eisini, at tað var so langt
oman til pallin, og tað einasta
eg kundi hugsa um var, at
annar av leikarunum hevði
tikið skógvarnar av og hevði
gloymt at koyra teir á aftur.
Eg hugsaði, at um hon datt,
so svímaði eg, sigur Sakar
is, sum enn ikki hevur skilt
heilt, at hesin heiðurin skul
di fella honum í lut.
- Um eg skal samanbera
við nakað, so hevði tað verið,
at B71 vann í Champions
Leage
Tað er eingin ivi um, at
virðislønin letur hurðar upp.
Hann hevur fingið fleiri
áheitanir frá útlendingum,
sum vilja samstarva við hon
um, og hetta verður helst
eisini aktuelt nú.
- Í løtuni arbeiði eg við
einum leikriti til ein longri
film, og her er heilt sikkurt
brúk fyri samstarvi út í heim,
bæði so og so, sigur hann.
Nærleiki er
berandi megin
Søgan um skopuningin, sum vann á heimsins størsta filmsfestivali í Berlin, er søgan
um Dávid og Goliath enn einaferð. Filmurin við tí lítla fíggjarkarminum og lítlu
manningini hevði so nógva orku og nærleika, at hann tók øll á bóli
Hetta er tað størsta,
eg hevði kunnað vunnið.
Hetta svarar til at B71
vann Champions League,
sigur skopuningurin, sum
fór til Berlin við stutt
filminum Vetrarmorgun