Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen - Vit hava samla tær saman, tær 10 sakirnar, sum í veru­ leika­num eru 12 ella 13, og har­til hava vit skilt nakrar sak­ir sundur, so talið verð­ur enn hægri. Men taka vit til dømis hendan rættar­kemik­ ar­an, so er tað fyri at spara pen­ing, at vit samla málini sam­an, tí siga vit at tað kost­ ar 6.000 krónur at fáa han­n heim, so er tað mikið bílig­ari at fáa hann til Føroya eina­ ferð, heldur enn 10-15 ferð­ir, sigur Stefan Møller Jørgen­ sen. Tað hevur so merkt tað, at nøk­u­r mál hava verið noydd at bíða. - Vit hava so roynt at samla málini saman og skun­ da undir tey so frægt vit hava kunnað, sigur Stefan Møll­er Jørgensen. Hartil kemur so, at øll mál­ini hava sama tema. - Og tá so er merkir tað eisi­ni, at vit gjarna vilja hava lagt eina kós frameftir, hvussu Føroya Rættur dømir í slík­um málum, sigur Stefan Møll­er Jørgensen. Skunkplantagur er nakað, ið narkopolitiið rennur seg meira og meira inn í. - Eg vil halda, at um vit hygg­ja eftir litunum á máls­ um­sløg­num, so eru tað mál, ið vit síggja meira og meira til. Elsta málið er frá 2011, og tað er bert tað eina, meðan eini 6-7 mál eru frá 2013, so tað er nakað ið bendir á, at tað hendir oftari og oftari, sig­ur Stefan Møller Jørgen­ sen. Tað er tó ikki bara í Før­oy­ um, at tað vindur upp á seg. - Rættarpraksis vísir eisi­ ni, at tað síggjast alt fleiri mál um skunkplantagur í Dan­mark eisini, sigur Stefan Møll­er Jørgensen. Munur á stødd Málini, sum eru fyri í Føroya Rætti í hesm døgum, variera mun­andi í stødd. - Ja, avgjørt. Minsta skunk­plant­ag­an, vit eru komn­ir fram á, var tríggjar plantur, meðan tann størsta var út móti 200 skunk­plant­ ur. So tað er avgjørt munur á støddini, sigur Stefan Møller Jørgensen. Hann sigur, at í Danmark kann talan verða um meiri enn túsund plantur, so tær kunnu vera ógvuliga stórar. - Plantagurnar, vit síggja í Føroyum, eru gjørdar í kjallarum og úthúsum og hjall­um, so tað í sjálvum sær a­v­mark­ar støddina, sigur Stefan Møller Jørgensen. Málini eru ikki bert fleiri í tali, tað hevur eisini tikið sína tíð at fáa tey avgreidd. - Tað kanst tú róliga siga. Vit byrjaðu við fyrsta rætt­ ar­máli­num 5. februar, og nú týs­dagin 18. er so proseduran. Og eg gangi ikki út frá, at dóm­ur verður sagdur í dag held­ur, sigur Stefan Møller Jørgen­sen. Hann sigur, at tað er náttúr­ligt, tá so nógvar sakir verða koyrdar samstundis, so tek­ur tað sína tíð. Verjarnir skulu samskipa seg, og tað er eisini náttúrligt, tí tað eru fimm verjar í málunum til­ sam­ans. Drúgvur dagur - Eisini tey ákærdu skulu ko­ord­in­er­ast, og fleiri teirra mát­tu flytast heitil Føroya, tí tey eru flutt til Danmarkar síða­ni tey vóru handtikin í re­spek­tivu málunum, sigur Ste­fan Møller Jørgensen. So tað er klárt, at tað tek­ ur tíð. - Vit hava brúkt tilsamans tvær vikur, tí tað er so nógv at taka hædd fyri, tá talan er um so nógv ákærd, men sam­ l­að rokni eg við, at tað fer at taka íalt tríggjar til fýra vik­ ur at fáa málini avgreidd, sig­ ur Stefan Møller Jørgen­sen. Hann roknar eisini við einum­drúgvum dagi í dag. - Tað rokni eg við. Klokkan er nú 12.30 og vit hava døgurðasteðg, og tað er bara eitt mál liðugt viðgjørt. Men til tað er so eisini at siga, at fyrsta málið var tað, sum fór at taka longst tíð, með­ an eg rokni við, at tað fer at ganga skjótari fyri seg við hin­um málunum, sigur Stef­ an Møller Jørgensen. Hann var rættiliga drúgv­ ur í fyrsta málinum. - Tað rokni eg ikki við at eg verði í komandi málunum. Eg vísti til ítøkiligar dómar og læs upp úr teimum. Tað rok­ni eg ikki við at gera í sama mun í teimum eftir­ver­ a­ndi mál­u­num, zsigur Stefan Møll­er Jørgen­sen. Vit spara útreiðslur við at savna málini Tað sigur Stefan Møller Jørgensen, ákæri í teimum mongu málunum um skunkplantagur, sum nú í skjótt tvær vikur hava verið fyri í Føroya Rætti Stefan Møller Jørgensen, ákæri