Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Ákæran var móti einum manni, ið hevur roykt hassj í longri tíð. Talan var um tvær plantag­ur, eina í kjallaranum og eina í einum stórum hjalli. Tilsaman vórðu funnar 72 skunk­plantur, og eisini vórðu funn­in 29 gramm av hassj og nakr­ar tablettir av retalin í ein­um sjampodunki. Hetta sein­na hevði maðurin við sær av Roskildefestivalinum, men hann segði seg ikki ken­ na nakað til tablettirnar, tá hann var avhoyrdur í farnu viku. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava ætlanir um at selja framleiðsluna fyri mun­andi vinning. Í sínari proseduru segði Stefan Møller Jørgensen, ákæri, at nógv útgerð var funn­in í sambandi við skunk­ plant­a­gurnar. Tað verið seg ljós­rør, timarar, luftblásarar, termo­metur og so víðari. Stefan Møller Jørgensen vísti til Ríkisadvokatin sum sigt­ur, at upp til 100 gramm av hampi verður roknað til eg­ið brúk, men fer tað upp um tað má roknast við, at fram­leitt verður til sølu. Tær 72 planturnar vórðu roknaðar út til at inni­halda 866 gramm av hassji, tí kanningar gjørdar í Danmark vístu, at hvør plan­ta innihelt 12 gramm av hassji. Ákærin segði, at tað har­ við var prógvað, at ætlanin var at selja ein part av hassji­ num, og verður roknað við, at hann ætlaði at selja helvt­ ina - 400 gramm - so kundi roknast við nógvum peng­ um, havandi í huga, at hassj kost­ar 250 krónur grammið í Før­oy­um. Funnin vóru eisini 351 frø, og sambært útrokningum hjá Retskemisk Afdeling verð­ur roknað við, at 38% av blandaðum frøum koma und­an sum heystverdar plant­ur. Tað vil siga, at tey 351 frø­ini kasta 6.133 gramm av hassji av sær. Roknað verður nevni­liga við, at hvør planta ge­vur 46 gramm av hassji. S­íðani gjøgnumgekk ákær­in út við 10 dómar, bæði lands­rætt­ar­dómar og dómar frá Føroya Rætti. At enda mælti ákærin til, at dómurin ikki gjørdist undir eitt ár í fongsli. Treytaða revsing Verjin, Jógvan Páll Lassen, byrj­aði sína proseduru við at sitera úr Mósubókini. Annars byrjaði hann við at siga, at hann ikki skilti, hví ákærin tosaðu um, at ákærdi hevði framleitt plantur í longri tíð. Talan var bert um hes­ar 72 planturnar, sum vórðu funnar. Í sambandi við tað mongd av fræi, sum var funnin, vísti Jógvan Páll Lassen á, at tað er pura lógligt at eiga hamp­ fræ. Hann vísti eisini á, at um tú brýtur inn í ein gullhandil, verð­ur tú revsaður fyri tað, tú tekur, og ikki fyri tað virði, ið er í handlinum. Hann tók eisini eitt annað dømi, har ein bilførari koyrir 120 km/t og verður tikin, so verð­ur hann revsaður fyri at koy­ra 120 km/t og ikki fyri at ætla at koyra 200 km/t. Jógvan Páll Lassen kom eisini inn á, at útrokn­ing­ar­ nar hjá politinum vóru út av lagi skeivar. Hann vísti til kann­ing­ar hjá Retskemisk Af­deling sum vístu, at 21 plant­ur góvu 163 gramm av hassji, og at tað var langt frá teim­um 6.133 grammunum, sum ákærin vildi vera við. Hann metti tí, at talan var um nógv minni nøgdir av hassji, enn ákæruvaldið vildi vera við. Hann vísti eisini á, at tað var einki, sum bendi á, at talan var um nakra sølu. Einki telesamskifti vísti, at søla var upp á tal. Jógvan Páll Lassen segði, at tala í mesta lagi var um 500 gramm av hassji, og at revs­ing­in tí ikki átti at vera í nám­ind av tí, sum ákærin mælti til. - Revsingin eigur at verða ein treytaður dómur, og pass­ andi tíð er tveir mánaðir, end­aði Jógvan Páll Lassen pro­sidu­ru sína. Leo Poulsen Lotte Ask Reitzel greiddi frá, at meðalvektin av ein­ ari plantu av skunk, er 46 gramm av hassj. Men hetta skal takast sum meðalvekt, tí tað eru fleiri plantur, sum geva minni enn tað, og eisini fleiri plantur, sum geva meira enn tað. Hon greiddi somuleiðis frá, at 38% av teimum frø­ um, ið verða plantað, verða til skunkplantur. Hetta er tal­ið, tá talan er um blandað fræ. Sum kunnugt eru tað bert honplanturnar, sum kun­nu nýtast til at roykja, með­an hannplanturnar ge­ va so lítið THC (sum er akt­ iva evnið í hassjinum), at tað loys­ir seg ikki at roykja. Hon dugdi ikki at siga, hvussu leingi fræini kunnu nýtast, áðrenn tey gerast ov gomul. Men heystklárar plant­ur kunnu vera alt frá 30 sentimetrum og heilt upp til 140 sentimetrar høg­ar. Hon dugdi heldur ikki at siga, um tað lønar seg at heys­ta planturnar tíðliga, ella tað er frægari at lata tær vaksa seg fult út. Tá komið var inn á slagið av hassjplantum, segði Lotte Ask Reitzel, at tað »givetvis« hev­ur nógv at siga, men at tað ikki er nakað, sum ein kemik­ari hevur skil fyri. Spurd segði rættar­ kemik­ar­in, at hon dugdi ikki heilt at siga, hví skunk verð­ ur roknað um til hassj, men tað er gjørt til allar tíð­ir og í hvussu er undan at hon kom inn í bransjuna. Hon segði, at tey ongan­ tíð biða um fleiri enn 10 plant­ur, sjálvt um tað so eru 1.000 plantur í einari plantas­ju. Hon greiddi somuleiðis frá, at áðrenn plantan verð­ ur heystað, kann hon blíva stressað, um hon verður hildin í myrkri, og harvið fram­leiða meira HTC. Men hetta er bert galdandi, með­ an plantan er á lívi. Ikki til at siga Verjarnir fóru síðani at spyr­ja nærri inn til myndir, sum narkopolitiið hevði tik­ ið av plantasjunum, og har kundi rættarkemikarin ikki siga, um talan var um hann- ella honplantur, tá tær vóru so lítlar á vøkstri. Í øðrum føri kundi hon ikki siga annað, enn at tala var um grønar plantur, og í ein­um triða føri kundi hin bert siga, at talan var um skunk­plantur men kundi annars ikki úttala seg um vakstr­ar­viðurskiftini. Talan kom so inn á eitt mál, har ein ákærdur hevði 351 fræ í varðveitslu. Rokn­að var sum nevnt við 38% kom undan, og tað vil siga 133 plantur í hesum føri­num. Jógvan Páll Lassen vísti á, at útrokningarnar hjá politi­num eru út av lagi óneyv­ar, og í minsta lagi fýra ferðir so høgar, sum í veru­leik­anum. Hann vísti á, at 859 fræ vórðu roknað um til 14.996 gramm av hassj. Bjørn á Heygum spurdi inn til, hvussu var við aldri­ num hjá frænum, men tað kun­di Lotte Ask Reitzel ikki siga nakað um. Tá so verjin vildi spyrja um plantu­ støð­ið á myndunum, breyt dómarin hann av og minti á, at talan var um rættar­ kemikara og ikki ein botan­ ikara, og tí kun­di hon ikki vita alt um vakstr­ar­lag­ið á plantunum. Turid Hentze spurdi, hví kemikarin úttalaði seg yvir­ høv­ur um sukkseratuna av frøum á 38%, tá tað var so tengt at óvissu. Men til tað segði Lotte Ask Reitzel, at tað var við einari vissari trygd, at hetta talið kom fram. Hon greiddi eisini frá, at 80% av turkaðu plantuni var roykbart. Rættarkemikarin vitnað Danski rættarkemikarin, Lotte Ask Reitzel, sat mánadagin í vitnisstólinum í Føroya Rætti, har hon greiddi frá teimum kanningum, ið gjørdar eru í sambandi viið tey rúsevnismál, sum í hesum døgum hava veirð í Føroya Rætti Farið undir proseduruna Fyrsta av sakarmálunum móti teimum, ið hava havt skunkplantagur var fyrrapartin týsdagin, eftir drúgva dokumentatión í øllum av teimum út við 15 sakarmálunum