Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein seinasta heilsan Lýður Lydersen Í bók síni Færøfolk umtalar presturin Børge Kielberg ein mann á Viðareiði, sum ber navnið Lyder Lydersen. Um hendan mannin skrivar fyrrverandi viðareiðisprestur m.a: “Han var det største menn­ eske jeg har mødt. Aldrig har jeg truffet et menneske, der i den grad kunne sætte hensynet til sig selv til side som han. Han var en kristen i så udpræget grad, som et menneske nu kan være det, det prægede hele hans liv og hans tale.” Børge Kielberg var prestur á Viðareiði undir seinna heimsbardaga. Í August mánað 2013 vóru vit nøkur sum fylgdu abba­ soni fyrr umtalaða manni til hansara seinasta hvíldarstað á fold. Krabbin sum var rikin av vølli nakrar ferðir hevði fingið fastatøkur á honum. Vit sum høvdu leitað okk­ um í Sjóvar Kirkju henda vakra augustdag, hoyrdu Jógv­an Fríðriksson biskup lýsa Lýður sum persón, og hvussu hann sum eitt snar­ ljós á himli kom inn í hansara lív, við sjúkralegu Jógvans á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tað at eg kendi og kom saman við ættarfólki hjá Lýðuri heilt frá ungum árum av, so visti eg av umtalu hvør hann var, men kendi hann ikki og hevði ongantíð heilsað uppá hann ella sæð hann persónliga. Men hetta broyttist tá tele­fonin umleið kl.0600 á morgni hin 16.februar 1987 ringdi niðri á Tværvej 6 í Løgstør. Tá eg hevði givið til kennar hvør eg var og sagt góðan morg­un, ljóðaði í hinum end­ anum “Lýður Lydersen góðan morgun”. Skiftu orð eina løtu, með­ an eg í spenningi bíðaði eftir hvørji ørindi hansara mundu vera eitt fyri meg so ókristiligt tíðspunkt á deg­ num. Hann spurdi um eg hevði tað gott, og kundi eg játtandi svara honum at so var. Síðani vildi hann vita um tað var heilt vist. “Ja segði eg, tað er heilt vist”. Síðani vildi hann hava at vita um eg skuldi nakað serstakt? Ikki visti eg meg at skula til nakað serstakari enn til eitt møti kvøldið eftir. Eg var blivin forvitin og spurdi hví hann spurdi meg soleiðis? Jú, segði hann, eg havi ikki fingið frið á náttini, sum eg eri ámintur um at biðja fyri tær! Eg má siga heilt ærligt, at eg ikki í stóran mun gav hesum gætur, fyrrenn eg um kvøldið fekk eina nærum eins ljóðandi heilsan frá eini konu sum var millum teirra sum kom í missiónshúsið har, tá gjørdist eg skakkur. Tíðliga morgunin eftir, tá eg stúrin og í alvorligari pínu lá og ringdi meg saman á stovugólvinum, kom hetta til mín: í gjár tá vóru fólk longu ámynt um at biðja fyri tær, og tað var sum at ein friður legðist yvir stúranina og pínuna, løtuna sum var eftir til læknin stóð uppiyvir mær. Eftir hetta serstaka og sjáldsama upplivilsi blivu vit vinir. Duttu ikki um beinini hjá hvørjumøðrum, men vistu altíð av hvørjumøðrum. Tíðin sum trúboðari í norð­urjútlandi var av, og vit fóru eitt legg yvir til Born­ holm. Uttan at koma inn á smálutir, so gekkst ikki alt so sum stungið var út í kortið. Men alt annað líka, so sótu konan og eg í hjørnasofuni í ný­leigaðum húsum eitt fríggja­kvøld á sumri 1989 og lagið var alt annað enn gott. Matartuggan var ikki í hús­inum. (ein ásettur pakki av kaffi, var tað einasta sum bær brá av mati) Tvær smá­gentur áttu vit og triðja barnið var hálvanannan mán­að frá føðing. Tá smápenganir vóru taldir saman fingu vit tað til, at vit høvdu 52,00 krónur at liva av, til vit kundu koma á tal við ein sosialráðgeva mánadagin, altso tríggjar dagar seini. Klokkan var farin av 2300 um kvøldið, tá tað ringdi uppá hurðina í Skovbrynet 3 í Snogebæk. Hesa tíðina á døgninum ringir ikki uppá hurðina í Danmark, uttan so at okkurt álvarsamt er á vási. Tá eg gloppaði hurðina stóð Lýður Lydersen og kon­ an uttanfyri. Bilsin sum eg var spurdi eg “ Hvat í Jesu navni gera tit her”? “Ja eg spyrji teg tað sama” kom tað burturúr honum. Eg bjóðaði teimum inn og sótu vit í hjørnasofuni og skiftu orð um ymiskt. Hann greiddi mær frá, at tey fyri langari tíð síðani høvdu avgjørt at halda hansara fimti ára føðingardag á Bornholm, og at tað var í tí sambandi at tey vóru stødd har júst nú. Eg spurdi so “Tit drekka væl ein kaffimunn áðrenn tit fara avstað aftur?” Ja segði Lýður, “men tú eigur einki afturvið”! Nei segði eg, tað hevur tú rætt í – “ikki eingong ein sukur­mola” helt hann áfram. Avklæddur og eitt sind­ ur foyður má eg siga, og tað var sum at eg skalv í grund­ vøllinum av hesi hending. Síðani segði hann við meg: “Mánadagin so fer tú sum maskinmaður við Ørvi”, so tók hann niður í skjúrtu­ lumman, kom uppaftur við 3000,00kr sum hann rætti konu míni, við orðunum “hetta skal tú hava at halda hús fyri til maðurin kemur aftur”. Eg veit at omanfyri­stand­ andi bert er eitt brot úr lívi Lýðurs og at tað er rætt sum biskupur so væl segði, at tað ikki bara var væl vallað á lívsleið Lýðurs. Hugsi at fyrsti sálmurin sum sungin bleiv í kirkjuni hendan dagin var so væl valdur, at hann kundi gott ver­ið yrktur um Lýður og hans­ara lívsleið. Fyrsta versið ljóðar soleið­ is: Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, byrur og andróður skifta um høv, silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir; so er og ferð vár úr vøggu í grøv. Friður ei er í hesi verð; vónbrot og stríð okkum lívið títt ber. Hesi fáu orðini eru ikki skriva sum eitt søguligt íkast, men fyri at vísa at mað­urin Lýður Lydersen hoyrdi til spesialtroppanar hjá himmalska faðir okkara. Og tí er síðsta versið í sálminum “Slættasti sjógvur” eins væl passandi sum tað fyrsta, til jarðarferðina hjá Lýður Lydersen. Frelsari kæri, tá tú við mær fylgir, frøist eg tvífalt um blikastill høv, ræðist eg aldri tær brótandi bylgjur, óttist enn ei fyri kaldari grøv. Haldi eg stavn fram í títt navn, væl tú meg førir í himmalsins havn. Friður verið við minninum um vin mín Lýður Lydersen. SPG. Um eg líti aftur um bak, so er hes­in Skopuningurin ikki hvør sum helst. Jóhan Petur settist í búgv norð­uri við vatnið í Skopun, sam­an við konuni Fríðgerð, fødd Debes, frá Gjógv. Saman fingu tey børnini Ketty, Thom­as, Ásbjørn Fríðálv, Fróð­an og Guðrun. Tey hava havt eitt trygt heim, saman við sínum for­ eldr­um. Jóhan Petur var ikki bor­in til festið, sum oftast er, men mátti við sínum treiskni og við sínum serligu ar­beiðs­ evn­um berjast fyri øllum. Men byrjanin til ar­beiðs­ dag­in hjá Johan Petur, var sjógv­urin, har var hann at meta mill­um teir fremstu á skips­dekki. Men um eg vendi aftur til tað starv, sum gjørdist hans­ ara lívsstarv, saman við kon­ uni Fríðgerð. Sum festið “Høvd­ar­hag­ a­garð­ur­in”, eg veit ikki um Jó­han Pet­ur hevur angra ta av­gerð­ina, havi ongantíð spurt hann, tí maðurin er av sera fá­um orðum. Men eitt vita øll, maðurin kom ikki til skor­in klæðir, men smoygdi upp um armar, dyrkaði upp úr nýggj­um, nýtt fjós, men sjálvt um maðurin hevur ar­ beitt sum ein hestur, fyri at fáa virksemið at vignast, vita øll, at tungt er at fáa rakstur í land­brúk. Hesin maðurin hevur sýnt dugn­a­skap í sinum yrki. Tá sýningarnar eru í Sand­ oynni, fer Jóhan Petur við øll­ um fyrstu-premiunum, bæði við seyði og haga. Ofta verður tosað um lagn­ una, men um skrivbenturin skal brúka tað orðið lagna, so var hon hørð við Jóhan Pet­ ur, á sjónum. Hann var við Tungu­f­ossi túrin í Íslandi, tá bát­ur­in mundi gingið burt­ ur. Men sum skilmaðurin El­ i­es­ar Hentze, sáli, mangan segði, tað var eitt ljós sum lýsti og var tað kumpasljósi og kós var sett eftir tryggari havn. Og sum norska skaldið yrkti so beinrakið “uden den himlske losen ombord” Í ’67 var Jóhan Petur við Nóls­oyar Páll, tá skipið fekk ein stóran skaðasjógv og mundi gingið til grundar, í hes­um rakn­aroki sjólótust 4 menn, har ímillum syst­kin­a­ barn­ið hjá Jóhan Petur, hetta mundi níva fast. Foreldrini hjá Jóhan Pet­ ur vóru Ketty og Ásbjørn, tey høvdu bæði sera stóran á­huga í landbrúki, Asbjørn var altíð klárur at vera við, tá lunn­ar vóru lagdir undir Høvd­ar­hag­a­garð­in. Ikki skal gloymast tann savn­andi megin, tey høvdu í fam­ilj­uni, jú, familjan stóð sam­an og tað er styrki. Jóhan Petur hevur eisini havt onn­ur ál­it­is­størv, hann var ar­beiðs­for­mað­ur á Sól­ar­ is og seinni vrakari. Hann var kommu­nu­stýr­ is­lim­ur frá ’80-84, eisini var hann ein av teimum leiðandi í Bet­ania í nógv ár. Jú, ein sannur álitis­mað­ ur. Nú er tað sonurin Fróðin, sum verður næsti bóndin á garð­i­num. Góði Jóhan Petur, hjart­ a­liga tillukku við sjeytiára dag­um Góða Fríðgerð, tillukku við mann­i­num, eg ynski tykkum Guds signing. Tá Harrin Jesus er við, kann eingin verða ímóti. Heilsan Í. B. Jóhan Petur Kjærbo 70 ár Jóhan Petur Kjærbo, bóndi, Skopun bleiv 70 ár tann 28. desembur 2013