Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Um Menningardepilin Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv millum teir ymisku fakbólkarnar, har dentur verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Mennningardepilin kemur yvirhøvur at verða merktur av, at arbeitt verður í tvørfakligum toymum, har eisini nýggj vitan um arbeiðshættir og tøkni verða inndrigin. Mennningardepilin fer at ganga undan við at menna fyriskipanir í Almannaverkinum, sum kunnu stuðla málinum, um at borgarin kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber. Fleiri fakbólkar fara at virka fyri at náa hetta mál, so sum sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktar- frøðingar, ergo- og fysioterapeutar, skrivarar, tøkningar og goymslufólk. Uppgávur á Menningardepilinum • Við støði í tvørfakligum arbeiði verður tú við at menna háttalag og virkisætlanir, soleiðis at arbeiðast kann miðvíst móti, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív • Tænastur, veitingar og hjálpartól til borgarar, ið bera brek og til familjur, ið hava børn, ið bera brek • Veita arbeiðsmarknaðartilboð til borgarar, ið eru tarnaðir í mun til arbeiðsmarknaðin • Tilmæla til fyritíðarpensjón • Visitatión av borgarum, ið hava tørv á stuðuli, búplássi, umlætting, viðgerðar- og virkistilboðum hjá Trivnaðardeplinum • Greina tørvin á tænastum og menna nýggjar fyriskipanir. Førleiki • Útbúgving sum sosialráðgevi, ella líknandi útbúgving • Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er skiltur og hjálptur • Tú ert tænastusinnaður og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møti við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran • Tú hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak • Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran • Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og breiða vitan innan sosialfakligt arbeiði • Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvs- felagar hjá Almannaverkinum • Tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið er flokkað í 6. lønarflokki í sátt- mála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Talan er um fast starv. Starvið kann setast kring landið. Menningardepilin er ein nýggjur depil, har ein bygnaðarlig- og hugburðs- broyting verður framd í løtuni og tí má tann sum verður settur, tola ávísar broytingar í starvs innihaldið. Nærri upplýsing Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hallur Thomsen, depilsstjóra ella Berit Unn Petersen, deildarleiðara telefon 360000. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV v.m. við telduposti til starv@av.fo, ella sum bræv til: Almannaverkið, Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096, 110 Tórshavn Vinaliga merkið brævbjálvan "Starv Menningardepilin”. Freist Freist at senda umsókn inn er fríggjadagin 28. feb. 2014, kl. 12. Sosialráðgevi í Tórshavn / Klaksvík til Menningardepilin k r e a Arbeiði ARBEIÐI VERÐUR GJØRT MÁLA,PUSSA,SMÍÐA,STOYPA ,FLUTNIG. MERCEDES STCAR TIL SØLU. DEKK 13,14,OG 15 TUMMA TIL SØLU. TLF 224910 224910 Vaskihjálp Hey Orkar tú ikki so væl at rudda/vaska? Kundi tú hugsa tær at onkur gjørdi tað fyri teg? Ring 278133 BETONG SAGING Tlf: 560056 Vit saga út fyri vindeygum, hurð um,garageportur,ventilatiónsho l, o.a. ring og fá ein góðan prís. www.2xj-bygging.com 560056 Býli í Føroyum Kjallaraíbúð til leigu frá 1. mars Í vesturbýnum í Havn, frá 2008. 2 kømur, gongd, køk og stovu í einum, baðirúm við pláss fyri vaskimaskinu og turkitrumlu. 6.000 v/hita. 2 mðr. dep. hus@kallnet.fo Íbúð søkist í Klaksvík Einlig kvinna ynskir íbúð ikki roykjari farið væl um 229072 Íbúð ynskist til leigu Par sóknast eftir íbúð í miðstaðarøkinum. Stødd umleið 50 kvm. Gjalda til tíðina. Roykja ikki Tlf 582194 Býli uttanlands Sól og summar í Alanya 2 110 m2 luxusíbúdir vid svimjihyli og tætt vid strond til leigu einans úr 2000 kr um vikuna. Keypsmidstødir, matstød, gongugøta, tennis tætt vid. 287580/317580 Fundir Endurstovning av heimavirkisfelag Mánadag 24-2, kl.19, verður fundur í kantinuni í Runavíkar skúla,har nýtt heimavirkisfelag verður stovna. Heilsan Petsia Skipenæs og Jan Nielsen. 742444 Ársaðalfundur Norðoya Fornminnafelag hevur ársaðalfund á savninum fríggjadagin 28. februar kl. 17. Nevndin 456287 Hagafundur Ognarhaganum á Mýrunum, Toftir, hevur hagafund í hølum hjá Fiskamarknaðinum 28.februar kl.18.30 Skrá: Val av Orðstýrara, Roknskapuri 2013, Ymist. Ársaðalfundur hjá Havnar Tennisfelag Ársaðalfundurin hjá Havnar Tennisfelag verður týsdagin 25. februar kl. 20:00 í Ísf-húsinum. Skrá smb. viðtøkum felagsins. 230521 Lutaseðlar Sólarkaffi Vinnarin av lutaseðlunum seldir á Sólarkaffi í Leirvík 9. februar 2014 er nr 44181 tlf 289290 Ymiskt góðgæti nýliga heimkomið. nýggj sending 2014 er komin sámuligir prísir og góð góðska,opið er frýggjadag og leygardag frá kl 14 til 19,á býarvegi 101 850 hvalba 375259 221259 Indiskur matur til allar veitslur Góður Indiskur matur til allar veitslur t.d brúdleyp, jólaborðhald, føðingardagar minni sum stórar veitslur. Ring. 269721/262169 lýsingartorgið