Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 k r e a Almannaverkið raðfestir endurmenning, OG TÍ TØRVAR OKKUM HÓPIN AV ERGO- OG FYRSIOTERAPEUTUM Førleikar hjá terapeutum í Almannaverkinum • Útbúgving sum løg. ergo- ella fysioterapeut • Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er skiltur og hjálptur • Tú ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran • Tú hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak • Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran • Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar hjá Almannaverkinum • Tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu. Lønar- og setanarviðurskifti Størvini verða lønt eftir sáttmála ímillum Ergoterapeutfelagið/Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV v.m. við telduposti til starv@av.fo, ella sum bræv til: Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Vinaliga merkið brævbjálvan "Starv - terapeutur”, – og upplýs, hvørji størv, ið søkt verður. Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv, har dentur verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Mennningardepilin kemur yvirhøvur at verða merktur av, at arbeitt verður í tvørfakligum toymum, har nýggj vitan um arbeiðshættir og tøkni verða inndrigin. Menningardepilin fer at ganga undan við at menna fyriskipanir í Almannaverkinum, sum kunnu stuðla málinum, um at borgarin kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber. Fleiri fakbólkar fara at virka fyri at náa hetta mál, so sum sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, skrivarar, tøkningar og goymslufólk. Málbólkur Teir borgarar, sum er knýttur at Menningardeplinum og vaksin fólk, sum hava tørv á menning fyri at megna eitt virkið arbeiðslív, gerandisdagin ella at liva eitt so virkið og sjávstøðugt lív, sum gjørligt. Tað er tætt samstarv ímillum terapeutar í Menningardeplinum og Eldradeplinum. Høvuðsuppgávur • Við støði í tvørfakligum arbeiði at virka miðvíst móti, at borgarin fær eitt so sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív, sum gjørligt. • Luttaka í endurmenning av borgarum við týðandi skerdum førleikum • Veita endurvenjing til borgarar við týðandi skerdum førleikum s.s.: • Meta um førleika og tørv á tiltøkum • Veita ADL- og funktiónsvenjing • Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um brúkaran • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi. Uppgávur annars • Viðgerð av umsóknum um hjálpartól, avlamisbil og bústaðarbroytingar. • Viðgerð av umsókn um tænastur, veitingar og hjálpartól til borgarar, ið bera brek og til familjur, ið hava børn, ið bera brek. Nærri kunning Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til Ásu Davidsen, deildarleiðara, ella Berit Unn Petersen, á telefon 360000. > Menningarterapeutar Eldradepilin hevur sett á stovn gerandisrehabilitering, sum verður veitt við tí endamáli, at borgarin gerst meira sjálvbjargin og tí kann megna gerandisdagin longst møguligt í egnum heimi. Starvast verður tvørfakliga. Málbólkur Teir borgarar, sum eru knýttir at Eldradeplinum og eldri, sum hava tørv á menning fyri at megna gerandisdagin ella at liva eitt so virkið og sjávstøðugt lív, sum gjørligt. Tað er tætt samstarv ímillum terapeutar í Menningardeplinum og Eldradeplinum. Uppgávan hjá økisterapeutinum er at • Meta um førleika og tørv á tiltøkum • Veita ADL, funktións- og viðlíkahaldsvenjing • Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um brúkaran • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi • Gera uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi • Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpartólum, húsabroytingum v.m. • Luttaka í visitering av røkt. Nærri kunning Meira fæst at vita um starvi við at ringja á telefon 360000 og tosa við • Ceciliu Vestureið, Tórshavn • Ásu Hanusson, Runavík • Merry Hansen, Klaksvík > Økisterapeutar Almannaverkinum tørvar 0,8 menningarterapeut í Tórshavn 1,75 menningarterapeutar í Runavík 1 økisterapeut í Tórshavn 1 økisterapeut í Runavík 0,75 økisterapeut í Klaksvík Freist Freist at senda umsókn inn er 28. februar 2014, kl. 12.