Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan sundstein tíðargrein s11 Spæla framvegis fólk í húsi Eyðgerð kruse Eygamálið s10 Snork snork snork At summir tingmenn nú halda, at Før­oya Løgting skal gera av lagnuna hjá teim­um fimm forfjónaðu stavum í før­oyska stavraðnum er gott dømi um, hvussu avsporað føroyska mál­ kjak­ið er. Lærd og leik eru í opnum stríði – sum hesaferð birtist av, at løgtingsins vilji í 2009 var, at teir forfjónaðu stav­ ir­nir úr latínska alfabetinum – sum eisini eru í danska abc'num – skulu vera parutr av føroyska stav­rað­num. Men tað vil Málráðið ikki. Har fall dóm­urin í fjør. Tú freistast at halda, at tað liggur eitt poli­tiskt motiv aftanfyri. Tí summi okkara eru so bangin fyri tí danska. Óttin er mangan so stórur, at fólk halda, at um okkurt orð líkist donsk­um, so er tað ikki føroyskt. Onnur halda tað eisini vera pol­it­iskt mot­i­ver­að hjá øðrum, at vit skulu hava c, q, w, x og y inn í før­oyska stavraðið. Málráðið sigur seg eis­ini góðtaka, at vit nýta hesar stav­ir, teir skulu bara ikki inn í stav­rað­ið. Men øll okkara málkønu eru tó ikki á einum máli. Ein minniluti í mál­ráð­num heldur uppá, at vit eiga at varð­veita for­fjón­að­u stav­ir­nar í stav­raðnum. Og tá tey siga »varð­ veita«, so er tað tí, at teir longu eru har sam­bært Før­oysku orð­a­bók­i­ni, sum eis­ini verð­ur nevnd »Móð­ur­ máls­orð­a­bók­in«. Tey sum eru ímóti for­fjón­aðu stav­unum siga mangan um hini, at tey vilja hava »danska abc'ið við før­ oysk­um ískoyti«. Hoyrist einum nationalistiskur und­ir­tóni her? Er tað veruliga tað »danska abc'ið«, sum hesi fólkini vilja hava? Um so var, so høvdu tey helst eis­ini vilja hava serdanska stavin »å«, men tað hev­ur eing­in nevnt. Men hesin stav­ur verð­ur ong­an­tíð nýttur í før­oysk­um – uttan so, at vit skriva donsk sernøvn. Jeffrei Henriksen, sum alt sítt lív hev­ur fing­ist við und­ir­vís­ing í før­ oysk­um – og sum altíð hevur verið tjóð­skap­ar­mað­ur um ein háls, er sann­førd­ur um, at vit eiga at hýsa lat­ínsku stav­u­num í okkara før­oyska stav­rað. Hann nevndi stavraðið eitt »før­oyskt-vesturlendskt stavrað«. Hann lærdi børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«. Roynið sjálvi: A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Hann helt enntá, at danska »å« og ís­lendska »Þ« kundu setast aftast eft­ir tørvi. Tað er óheppið at gera slíkt mál­ kjak til løgtingslóg. Tí áttu Henrik Old og hinir anti-pur­ist­ar­nir í Løg­ ting­i­num at bloytt uppskotið til eina sam­tykt, sum heitti á Málráðið um at við­gera stavraðið av nýggjum – og um at lata snúsfornuftið ráða. føroyskt-vesturlenskt stavrað 12. mai næsta ár eru 100 ár lið­ in, síðani Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in sein­ast fekk mann valdan á Fólk­a­ting At Sjálvstýrisflokkurin skal vinna ein fólkatingssess man vera líka ómøguligt, sum hjá einum kameli at sleppa í­gjøgn­um eitt nálareyga. Tí er ei und­ur í, at Kári P. Højgaard vil av við hesar sessirnar. Hetta hevur verið eitt pop­ u­list­iskt mál hjá Sjálv­stýr­is­ flokk­i­num í skjótt mong ár, tí ein týdn­ing­ar­mik­il pol­it­ isk grund­regla í Før­oy­um er, at tað skal vera líka keð­i­ligt hjá tær sum hjá mær. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur ong­an kjans at fáa umboð valt á Fólkating. Tey 108 árini, síðani floks­ býtið í Føroyum, so hevur tað eydn­ast Sjálvstýrisflokkinum í tveim­um syftum at fingið mann vald­an á Fólkating. Fyrru ferð var, tá Jóannes Bóndi varð valdur í 1901, og seinn­a ferðin tá tann 25 ára gamli sakførarin, Ed­ward Mit­ens, varð valdur í 1915. Tað eru soleiðis 99 ár síð­ ani, at flokkurin seinast var um­boð­að­ur á dan­a­tingi, so tað er ei at undr­ast á, at Kári P. Højgaard nú trekk­ir í neyð­ bremsuna: Hví skulu javnaðarmenn, sam­bands­menn, fólka­floks­ menn og tjóðveldismenn upp á skift sleppa hygga sær við promot og prakt í Fólk­a­ tingi­num og hjá drotn­in­gini øllum, sum har til hoyr­ir? Tað líkist púra ongum, tá sjálv­stýr­is­menn ongan kjans hava. »Kanska um 100 ár«, var tað onkur sum segði... Kári átti heldur at fyr­i­ reik­að 100 ára haldið fyri, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in seinast fekk umboð valt á Fólkating, tí tað klárar so eingin ann­ar pol­it­isk­ur flokkurin í Før­oy­ um at feira! Kári P. átti heldur at fyrireikað 100 ára haldið Í dag, fríggjadagin letur Jan­us á Húsagarði upp nýtt gall­arí í Jansstovugøtu 10 í Havn. Opið verður frá 16 til 19 við málningum og plak­at­ um, t-shirts, postkortum og bók­um, sum listamaðurin hev­ur málað og teknað. Listamaðurin er fødd­ur í Havn 13. desember 1975. Hann er ólærdur list­a­ maður, men hevur tekn­að síðan hann var smá­drong­ ur. Janus hevur havt hópin av lista­fram­sýn­ing­um runt í Føroyum, Ís­landi og Dan­ mark. Hann hev­ur eisini teknað fleiri bøk­ur, pla­k­ atir, lýsingar, fløgu­hús­ar, og hann hevur tekn­að í barn­ a­sjón­varpi og und­ir­víst í tekn­ing í Norð­ur­landa­hús­ i­num og í skúlum runt um í Føroyum. Í 2012 gekk Janus fýra mán­aðir í listaháskúlanum í Hol­bæk í Danmark. Hann fekk Barn­a­bókaheiðursløn Tórs­havn­ar býráðs í 2010 og Gáv­u­góðs úr Grunni Thor­ valds Poulsen av Steinum í 2013. Gallaríið fer at hava op­ið hvønn fríggjadag frá klokk­ an 11 til 17, og í summar er ætl­an­in at hava opið hvønn dag. – Øll eru hjartaliga væl­ kom­in til ferniseringina, har Uni Debes fer at spæla nøk­ ur løg, siga tey, sum standa aftan fyri framsýningina hjá Janus á Húsagarði. Janus letur upp gallarí í Havn Nýtið vit og skil heldur enn løgtingslóg um stavrað Av tí at Kári P. Højgaard og Gamla Sjálvstýri ongan kjans hava at koma á Fólkating, hevur hann lagt uppskot fram á ting um at taka av fólkatingsumboðina. Seinasti fólkatingsmaður floksins var Edward Mitens – og seinast Gamla Sjálstýrið vann fólkatingsvalið var fyri 99 árum síðani Edward Mitens Kári P. Højgaard