Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Eisini í hesum málinum vísti ákærin til innrættingina av plantaguni fyri at vísa á, at tal­an var um framleiðslu í longri tíð. Funnar vóru 16 plantur í tí partinum av tvíhúsunum, har annar ákærdi búði, með­ an níggju plantur vórðu funn­ar í hinum partinum av húsu­num. Hesin ákærdi hevði í rætti­num sagt, at hann kendi einki til nakrar skunkplantur, tí hann hevði verið úti og siglt í tvær, tríggjar vikur, tá hús­i­ni vórðu rannsakað. Hann helt tí, at tað var hin maðurin, sum hevði sett plant­ur­nar inni í hansara parti av húsunum, tí hesin hevði lyklar til húsini og nýtti brúsu­na og frystiboksina hjá sær. Hin ákærdi greiddi frá, at tað var hann, sum hevði sett hesar planturnar inni hjá hinum siglandi vin­manni­ num, og at tað tí var hansara skuld - hin mað­urin var ósek­ ur. Hesin ákærdi segði eisini, at hansara plantur góvu mill­ um 20 og 30 gramm av hassji fyri hvørja plantu. Ákærin vísti á, at funnin vórðu eisini 483 hampfræ vórðu funnin, og tað var ákær­di mettur at vilja gera um til skunkplantur. Ákærin helt tað nevniliga vera rætti­ liga ósannlíkt, at talan var um eitt samlaraobjekt. Hesinákærdi er áður revs­að­ur fyri at smugla 200 gramm av hassji, og tað gav 40 dagar fongsul. Ákærin helt ikki, at hin mað­ur­in kundi sleppa undan skuldar­s­kyldu, og at talan var um eitt professionelt vakstr­ar­rúm. Hann mælti tí til 40-50 dagar fongsul. Visti ikki av Bjørn á Heygum var eisini verji hjá harðari ákærda manni­num, og hann vísti til tað, hann segði í fyrra máli­ num um meðaltal fyri hassj og meðaltal av THC. Hann vísti eisini á, at hansara klientur hevði tikið skuld­ina fyri planturnar inni hjá hinum ákærda á seg. Hann vísti somuleiðis á, at tað fanst einki prógv yvir­ høvur fyri, at ákær­di hevði havt ætlanir um sølu. Har var einki kommun­i­ka­tións­ prógv um, at ákærdi seldi. Hann segði eisini, at tað er fult lógligt at eiga hampfræ, og fyri tað um hann hevði havt fræ, var tað einki prógv fyri, at hann hevði ætlað at plan­ta tey. Julianna Klett var verji hjá hinum ákærda og hon vísti á, at planturnar vórðu plant­að­ar, meðan klientur henn­ara var úti og sigldi. - Eg havi spurt meg fyri og havi fingið at vita, at plant­ur­ nar vóru í mesta lagi 14 dagar gamlar og tað merkir, at klient­ur mín ikki var heima, tá tær vórðu plantaðar, segði hon. Hon segði eisini, at tað tips­ið, sum kom, bert gekk upp á hin ákærda, og als ikki henn­ara klient. Juliana Klett segði, at henn­ara klientur var full­ komi­liga ósekur og óvitandi um tær níggju planturnar. Hon kravdi tí ákærda frí­ dømd­an. Leo Poulsen Narkopolitiið fann 34 skunk­plantur heima hjá ákærda manninum, og um­framt tað vórðu eisini funn­in 859 hampfræ. Av tí at planturnar vóru heystbúnaðar met­ti ákærin, at tað var for­svar­ ligt at nýta meðal­tal­ið hjá Rættar­kem­isku Deild upp á 46 gramm fyri hvør­ ja plantu. Hann segði tí, at tær 34 planturnar av skun­ki svaraðu til 1.564 gramm av hassji. Tá tað kom til hamp- fræ­ini vísti Stefan Møller Jørgen­sen á dómin í danska hægstarætti í 2002, har ein ákærdur varð dømd­ur fyri roynd at fram­leiða narkotika. Tann ákærdi hevði keypt eina røð av fult lóg­ lig­um oljum, men settar sam­an kundu oljurnar ger­ast til narkotina, og tað var maðurin dømdur fyri. Stefan Møller Jørgen­ sen segði tí, at tað var mest sannlíkt, at ákærdi mað­ur­in ætlaði at brúka hesi hampfræ at seta niður og harvið framleiða skunk. Út frá einum meðaltali vísti ákærin á, at tey 859 hampfræini kundu vænt­ast at geva 351 hon­ plant­ur, sum so aftur vil­ du givið við áður­nevn­da meðal­tali á 46 gramm hassj fyri hvør­ja plantu, 16.146 gramm av hassji, ella om­an fyri 16 kilo. Stefan Møller Jørgen­ sen mælti tí til, at revs­ ing­in ikki bleiv undir eitt ára revsing. Hann segði, at málið var vorðið held­ ur gamalt, og tí mátti rokn­ast við, at ákærdi fekk ávísa rabatt, men helt kortini, at eitt ár var rími­lig revsing. Sum heilivág Verjin, Bjørn á Heygum, var ikki óvæntað ósamdur við ákæran. Han vísti í fyrsta syfti á, at tann ákærdi royk­ti hassj sum ein lið í eini heilivágsviðgerð, tí ákærdi hevði ymiskan ska­vank­ir, og tað skapti lin­na hjá honum at roykja hassj. Síðani vildi Bjørn á Heyg­um vita, um tað ber til at døma nakran upp á eitt meðaltal. Hann vísti á, at teir royndu dyrkararnir í Før­ oy­um tosaðu um 10-14 gramm úr hvørjari plan­ tu og í besta føri 20-30 gramm. Kortini sigur meðal­tal­ið hjá Rættar­ kem­isk­ari Deild 46 gramm. Hartil vísti verjin á, at THC virði í hvørjari plan­ tu varierar heilt frá niður í 1% og upp í 35%. - Og tí ber ikki til at tosa um meðalvirði, helt Bjørn á Heygum. Hann segði, at fram­ leiðslu­kost­nað­ur­in í sam­ ban­di við eina skunk­plan­ tagu var so mikið lágur, og tí hava menn lyndi til at gera tær í størra lagi. Men hetta kundi ikki leggjast til grund fyri, at nøgdin var ein ætlan um at selja hassj. Ákærdi fekk seinasta orð­ið og hann helt fast við, at talan bert var um egna nýtslu. Hann segði eisini, at hann nýtti hassj­ ið sum heilivág, tí tað gav hon­um góðan linna. Bjørn á Heygum mælti til, at revsingin allarhægst gjørd­ist tveir mánaðir. Leo Poulsen Tað komu 82 skunkplantur undan kavi, tá narko­politi­ ið gjør­di eft­ir einum tipsi og rann­sak­aði eini hús í høvuðs­stað­num. Ákærin vildi vera við, at ákærdi hevði havt fram­ leiðslu í longri tíð, so­leið­is, sum plantagan var inn­rætt­ að. Og fyri at prógva sølu vísti ákærin á tær upp­ hædd­ir, sum vóru settar inn á konto hjá ákærda. Ákærdi mótmælti harð­ liga teirri nøgd, sum ákærin segði, at hvør skunkplanta gav. Narkopolitiið fann eisini 219 hampfræ, sum ákærdi fyrst segði seg vilja nýta til at seta niður og dyrka skunk­plantur av, men síða­ ni broytti frágreiðing og segði, at hann var hugtikin av hampfræi og tí samlaði hesi. Ákærdi segði, at skunk­ plantagan var professionelt um­gingin og vísti á út­luft­ ing­i­na og hvussu rúmið var inn­rættað Ákærdi var áður revs­að­ ur í rúsevnismálum, og tí krav­di ákærin hálvtannað árs fongsul til hin ákærda. Hesin var ákærdur saman við mammu síni, og politisturin, sum hevði av­hoyrt mammuna, var í rætt­inu­m ein annan dag at greiða frá, og sambært hon­um luktaði húsið av hampi. Tað helt ákærin, at mamm­an átti at havt lagt til merk­is. Ákærdi vísti til nakrar dóm­ar og mælti síðani til, at tann ákærda varð dømd ein treytaðan dóm. Ósamd í útrokning Turid Hentze legði bein­ an­veg­in eftir útrokningini hjá ákæruvaldinum, sum sambært teimum gjørdi plantaguna upp til oman fyri tvey kilo. Hon pástóð, at rætta talið var undir eitt kilo. Hon segði, at tað er ikki rætt at halda seg til meðal­ tal­ið hjá Rættar­kem­isk Deild, tí tað eru kon­kre-tu mál­ini, tað snýr seg um. Hon segði, at kan­n­ing­ ar­ar­beið­ið var ikki gjørt til lítar frá narkopolitinum, tí bara fýra av teimum 82 plantu­num vórðu sendar til Dan­mark­ar til kanningar á Rættar­kemiskari Deild. Hon spurdi, um rættar­ praksis í Føroyum yvir­høv­ ur er í lagi. At enda mælti hon til, at revs­ing­in gjørdist tríggjar til fýra mánaðir. Óla Jákup Kristoffersen segði, at málið við mammu­ ni ongantíð skuldi verið kom­ið so langt sum í rættin. Tað var í lagi, at hon varð skuld­sett, men tá málið kom hartil, átti skuld­set­ ing­in at verið slept. Hann helt at tað var týðíligt, at mamm­an einki visti um plan­tagu­na, og tí átti hon at verða fríkend. Kann rætturin ikki frí­ kenna mammuna, eigur revs­ingi í øðrum lagi at verða útseting av revsing í ett ár, segði Óla Jákup Kristoffursen. Krevur eitt ára revsing Ákærin segði, at so nógv útgerð var funnin saman við 34 skunkplantum, at roknast mátti við, at ætlanin var at selja Krevur hálvtannað árs fongsul Tað heldur ákærin tað skal kosta einum manni at hava skunkplantagu uppi á loftinum í húsunum, har mamma hansara búði saman við mammu síni og bróðuri. Hinvegin helt hon, at ein treytaður dómur til mammuna var passandi Kendi einki til planturnar Í einum máli, har tveir mans vórðu ákærdir saman, helt ákærin, at eingin kundi siga seg skuldarfrían. Hann mælti tí til hálvtannað árs fongsul til annan og 40-50 dagar til hin ákærda