Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 Hugsanardagur er dagur, har skótar um allan heim verða mintir á, at vit eru liðir í einari størri eind, í einari skótarørslu, ið fevnir um næstan allan heim, óansæð húðalit, lit á búnum og trúgv. Sjálvandi minnast vit eisini stovnarnar Olave og Robert Baden Powell, ið bæði høvdu føðingardag 22. februar. Vit í 4. Grein hjá K.F.U.K. skótunum í Havn blivu í fjør tvey lið á ketuni fátækari, og vilja vit tí serliga minnast tær báðar Selmu Viðstein og Elin Shields, fødd Danielsen, ið á hvør sín hátt gjørdu K.F.U.K. skótarnar ríkari, og sum skótar hava vit saman við tykkum nógv góð skótaminni, og vilja vit takka tykkum fyri tað tit vóru. Selma Viðstein 23. juli 1941 – 26. des. 2013 Nú alt meðan krokusar og páskaliljur royna at finna sær veg úr moldini, og jólini knapt vóru farin afturum, mátti Selma 2. jóladag lúta fyri ringari sjúku, eftir at hava verið sjúk í fýra ár. Selma var av Húsum. Hon kom sum ung til Havn­ ar í húspláss hjá Leif Waag­ stein. Síðani fór hon at ar­ beiða hjá Thomas Dam, og kom hon tá at búgva í K.F.U. K. Hon var biðin um at koma at hjálpa til hjá skót­ unum og var í Danmark á leiðaraskeiði. Bleiv skóta­ leiðari og var í nógv ár limur í landsnevndini hjá K.F.U.K. skótunum. Hon var eisini í nógv ár limur í nevndini hjá K.F.U.K. Í 1978, tá Havnar K.F.U.K. skótar høvdu 50 ára stovn­ ingardag, var hon sam­an við fleiri við til at stovna 4. Grein (eldri skótar), og var hon virkin til tað síðsta. Vit vóru saman á mang­ ari ferð – serliga í Føroyum. Minnist serliga tá vit nakrir patruljuførarar vóru bodnir til Húsar eitt vikuskifti, hvussu blíð foreldur henn­ ara vóru. Gjøgnum skótaarbeiðið komu Selma og Óla Bjørn at kennast. Hann var ein av leiðarunum hjá K.F.U.M. skótunum í Havn. Tey gift­ ust og fingu fýra synir: Helgi, Oddmar, Jón og Eyðun. Tveir synir búgva í Havn, ein í Noregi og ein í Danmark. Selma var arbeiðssom, sum ein segði um hana, at sjálvt tá hon hevði fingið herviliga sjúku, dugdi hon so væl at nýta tær góðu løturnar til fulnar. Hon hevði nógv áhuga­ mál. Henni dámdi væl at virka til, at binda m.a. til basar í K.F.U.K., brodera og eisini vav hon í Tilhaldinum. Selma arbeiddi í mong ár sum heimahjálp, og kom hon í tí sambandi inn í nógv heim í Havnini, og sást tað eisini aftur á tí stóra skara, ið fylgdi henni. Men fremst í huganum hjá Selmu var familjan, og hava hon og Óla Bjørn havt mangar góðar túrar um summarið við bili í Noregi og Danmark at vitja syn­ irnar. Vit hugsa um tykkum avvarðandi, synirnar við familju og Óla Bjørn, má Harrin styrkja tykkum í sorgini. Eldri K.F.U.K. skótar Elin Shields Danielsen 19. okt. 1948 – 6. aug. 2013 Elin var úr Havn, dóttir Dánj­ al Petur Danielsen úr Hovi og Sigrid Dahl (hjá Fjarð Hanusi). Hon átti tveir eldri beiggjar Jóannes og Hanus, ið báðir eru farnir, so Elin var sostatt einsamøll eftir av systkjunum. Elin stríddist í mong ár við astmu, til hon brádliga doyði. Elin gekk í Kommunukúlan í Havn. Sum ung fór hon til Onglands sum aupair, giftist onglendingi og fekk tveir synir Carl og Chris. Heimafturkomin úr Ong­ landi arbeiddi hon í mong ár á Frímerkjadeildini, og treivst hon væl har. Henni dámdi væl at ferð­ ast aftur til Onglands. Hon hevði ymisk áhugamál, gekk á fróðskaparsetri at læra seg betri enskt, og var hon sera glað fyri ferðir í útlondum saman við teimum. Hon svam saman við morg­u­nfrúunum, og var hon glað fyri teirra samanhald. Sum genta var Elin títlingur og skóti í K.F.U.K., og var hon mangan gongutúrin við uppi í skótahúsinum á Ternuryggi, sum tá lá langt uttan fyri Havnina. Sangur fylti nógv hjá skótunum, og man hon mang­an hava sungið “Upp um fjøll og grønan dal, eg ikki løtu nakra gloyma tað, at tít­lingurin verja skal tað vakra.” Sum skóti fór hon sam­ an við seks gentum og ein­ um leiðara á patrulju­førara­ venjing til Nortangen, ið er stutt uttan fyri Oslo. Tað var ein góður túrur, vit sigldu frá Keypmannahavn til Oslo, ein sera vakur siglingatúrur. Vit fingu eisini sæð okkum um í Oslo, vit sóðu m.a. Vigenlund parkina og Ráðhúsið, og kom vinarlagið hjá hesum skótum at halda alt lívið. Seinni bleiv hon skóti í 4. Grein, okkum vaksnu skót­ um. Hon var stillfør, einki hóvasták um hana, og vildi hon fegin hjálpa til í K.F.U.K. Má Harrin styrkja tykkum synirnar í sorgini um eina góða mammu, ið vildi tykkum alt tað besta. Eldri K.F.U.K. skótar Takk Gud, tú skapar nýggjan morgun, takk, Gud, tú gevur ljósan dag, takk, Gud í gleði sum í sorgum fyri vinalag. Hugsanardagur 22. februar 2014