Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Tíðin flýgur avstað, og niður­telj­ ingin til nýggja kappingarárið í fót­ bólti gongur við fúkandi ferð. Leyg­ ar­dagin 15. mars ella um tríggjar vikur eru fyrstu dystirnir í fyrsta umfari í 2014 kappingarárinum á skránni. Tá eru tríggir dystir á skránni: Víkingur-AB, EB/Streym­ ur-HB og B36-Skála. Dagin eftir – sunnudagin 16. mars – eru tveir teir síðstu dystirnir í fyrsta umfari: NSÍ-B68 og ÍF-KÍ. Oftast hevur so nevnda Klaks­ víks kappingin verið eitt ella tvey vikuskifti undan kappingarbyrjan. Soleiðis er tað ikki í ár, nú tað verður kappast tríggjar vikur undan kapp­ ingarbyrjan. Tað kemst av, at lands­ liðið fer á venjingarlegu 26. februar ella mikudagin í komandi viku og verður burtur inntil 6. mars. Í fjør var HB meistari. ÍF vann silvurkrónurnar, og í enda­spurt­ inum eydnaðist tað B36 at lyfta seg upp á bronsuplássið. Í kappingini í Klaksvík plaga trý tey ovastu frá árinum fyri at taka lut. Fjórði luttakarin er KÍ, sum í fjør leingi var í niðurflyt­ingar­ vanda, áðrenn tað glapp, og KÍ eftir 27 umfør var á 8. plássi – fimm stig frammanfyri TB og niður­ flytingina. Síðandi kappingin í 2005 varð broytt frá 18 og til 27 umfører tað bara tvær ferðir eydnast KÍ at enda á fjórða plássi og harvið sum eitt av bestu liðunum at kvalifisera seg til kappingina á heimavølli ímóti trimum teimum bestu. Tað var í 2011 og 2006, tá ið KÍ endaði sum nummar fýra. Hittast skjótt aftur Fyrr í vikuni varð lutur dringin um, hvussu liðini skulu hittast í Klaksvík í morgin. Tað lagaði seg soleiðis, at B36 og HB spæla høvuðsstaðaruppgerð í Klaksvík leygardagin klokkan 13.00, og at ÍF og KÍ hittast í grannauppgerð leygardagin klokkan 15.30. Sunnudagin verður klokkan 13.00 spælt um triðja plássið, og klokkan 15.30 verður finalan. Talan verður um venjingardystir. Vinn­arin fær steyp, og undanfarnu árini hevur einki verið at ivast í, at hugurin og viljin at vinna hevur verið sjónskur, hóast tað ikki hava verið stig og FM og pláss í europeisku kappingunum, sum hava staðið upp á spæl, so hevur viljir drivið verkið. Merkisvert er tað, at í fyrsta umfari í landskappingini, ið, sum omanfyri nevnt, verður miðskeiðis í mars, verður talan um eina endur­ tøku av uppgerð, sum í morgin verður í Klaksvík. KÍ og ÍF hittast í morgin í kapping um finaluplássið sunnudagin. Sunnudagin 16. mars hittast ÍF og KÍ aftur í Fuglafirði. Tá fara trý stig í landskappingini at standa upp á spæl. Ikki fullmannaðir Fleiri av feløgunum hava skipað fyri vetrarvenjingum. Serliga yngru spælararnir hava gjørt nógv við styrkisvenjingar, meðan onkrir av teimum eldru ikki hava vant eins nógv. Tað er greitt, at fleiri av liðunum, sum næstu dagarnar fara at kapp­ ast í Klaksvík, ikki hava allar teir spælararnar tøkar, sum tað verður roknað við fara at kappast um plássini seinni í ár. Hjá HB eru eitt nú Símun Samuel­ sen og Christian R. Mouritsen darvaðir av skaðum. Klæmint Matras hjá B36 er júst byrjaður at venja aftur, og hjá ÍF verður Jákup Mikkelsen ikki at síggja í málinum. Hann hevur ikki enn vant nakað serligt saman við hinum. Í Klaksvík er toppskjúttin tvey tey seinastu árini, Páll A. Klettskarð, so mikið skaðadarvaður, at hann ikki fær vant saman við hinum. Henry Heinesen er eisini skaddur. Tað ljóðaði nakað herfyri, at hann hevði verið so óheppin undir venjing, at hann gekk við brotnum beini. Seinni hevur tað víst seg, at tað ikki var so álvarsligt, og harvið verður skaðasteðgurin ikki so langur, sum teir eitt skifti kvíddu fyri. Kappast í Klaksvík Trý tey fremstu í fjør og KÍ fara leygardagin og sunnudagin at dystast í kapping, sum fer at geva ábendingar um, hvussu toppurin frá í fjør er fyri, nú fyrsta umfarið í nýggju landskappingini er tríggjar vikur burtur